Hetta er eitt stórt mál at seta sær - og tað er neyðugt

Vit eru á rættari kós. Ein fortreyt er, at tann vanligi skatturin verður lækkaður

Í 2035 skal allur føroyskur ungdómur búgva og virka í Føroyum, heldur enn at flyta av landinum at búgva. Tað skal okkara aðalmál vera, heldur Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at tey skulu ongantíð flyta av landinum, og tey, sum flyta av landinum, skulu flyta heum aftur.

 

Á Vinnudegnum helt hann fyri, at hetta er eitt gott og neyðugt mál at seta sær sum samfelag. Hann ásannaði, at tað krevur eitt stórt tak, men vit eru á rættari kós. Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at ein fortreyt er, at skattaskipanin verður broytt, tí hon er ikki tíðarhóskandi í einum vælferðarsamfelagi, sum vil mennast. Í tí sambandi mæla tey til, at serligar stuðulsskipanir vera strikaðar, tí tað hevði styrkt okkara kappingarførið.

 

Serskipanirnar fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands, og tey, sum koma til landið at arbeiða í styttri tíðarskeið, leggur eitt eyka trýst á føroyska løntakara. Øll hesi rinda ikki sama lønarskatt sum vanligi føroyingurin, men tey hava fyri stóran part somu atgongd til vælferðartænastur, sum føroyski lønmóttakarin rindar, sigur Abeiðsgevarafelagið.

 

– Skattaskipanin skal ongantíð vera avgerandi fyri, at føroyingar fara av landinum at arbeiða. Skattaskipanin skal eggja til, at tað altíð loysir seg at taka eitt eyka tak.

 

Lønarskatturin í Føroyum er høgur, tí útboðið av vælferðartænastum økist alla tíðina, og talið á løntakarum er avmarkað.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri ferðir mælt til at lækka vanliga skattin, serliga á teimum lægru inntøkunum. Stórir skattalættar fara at kosta almennu kassunum stórar upphæddir. Tí má hetta taka nøkur ár og vera í tøttum samstarvi ímillum Landið og kommunurnar, sigur Vinnuhúsið. Endamálið skal vera at vanligi skatturin verður lækkaður so líðandi, samstundis skulu allir frádráttir, og serskipanir, verða strikaðar, og fleiri brúkaragjøld koma ístaðin.

 

Men tey halda, at tað ber neyvan til at leggja um til fleiri brúkaragjøld, tí rakar fólk við lægri inntøkum, harðast. Tær lægstu inntøkurnar rinda lutfalsliga lítið í skatti, og skal tað bera til at geva miðalinntøkunum ein skattalætta og at fíggja tað við fleiri brúkaragjøldum, slepst neytvan undan at raka tær lægstu inntøkurnar. Tí verður helst eisini neyðugt við afturberingum til lægstu inntøkurnar.

 

– Tað hevur harumframt stóran týdning, at skattaskipanin er soleiðis, at tað altíð loysir seg at arbeiða. Tað má ongantíð vera skattaskipanin, sum ger, at tað loysir seg betur at lata vera við at arbeiða, siga arbeiðsgevararnir.

 

Skattir og avgjøld eiga eisini at verða lagdar soleiðis til rættis, at tað skal loysa seg at velja orkusparandi loysnir við minni útláti, heldur enn meira orkukrevjandi loysnir við størri útláti, leggja teir afturat.