seinastuni og tað stendur ikki á hjá teimum at fáa arbeiði eftir loknan lestur. Søgur hava gingið um, at arbeiðsgevararnir enntá standa í »kø« á skúlunum fyri at fáa fólk í starv. Tað er sera stórur tørvur [...] til teldustøðing í Danmark og tað fer óiva at halda fram, um enn tað verður í minni lutfalli. Upptøkutreytirnar Fyri at kunna lesa til teldustøðing, so krevst at umsøkjararnir antin hava miðnámsprógv ella [...] latast á serligum umsóknarblað, sum kann útvegast við at ringja til skúlan, ella við at fara inn á heimasíðu skúlans á internótini. Haðani ber so til at æutskriva umsóknarblaði. Júst sum tað sømir seg røttum
Eidesgaard, sum vísir á, at einki nýtt er í boðskapinum, hóast danska blaðið Aktuelt í gjár ger stóran háva burtur úr, at hann nú hevur skift støðu. Jóannes Eidesgaard sigur, at bæði Holger K. Nielsen, [...] dent á, at hann undir ongum umstøðum fer upp í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum, soleiðis sum siður hevur verið fyrr. Eiga ikki at blanda okkum ? Men brýtur tú ikki tíni vallyfti, um ikki at blanda [...] blanda teg í danskan politikk? ? Nei, tað geri eg ikki. Mín leiklutur er at forða fyri, at føroysku fólkatingsumboðini blanda seg í danskan politikk. Stóð tað til mín, so gjørdu vit eina avtalu okkara millum
afturat um mánaðin, og øll vita, at ætlan Javnaðarfloksins við Samhaldsfasta var, at hann skuldi geva eitt munandi hægri útgjald. Tí hevur fleiri ferðir verið roynt at hækka útgjaldið hetta seinasta valskeiðið [...] og tí varð ætlan Javnaðarfloksins at styrkja Samhaldsfasta felt. Fara at hækka Fólkapensjónina Javnaðarflokkurin hevur nú sett sær fyri í eini komandi samgongu, at hækka Fólkapensjónina, hjá teimum, sum [...] ein bati. Okkara uppskot at hækka Fólkapensjónina, fer at kosta landskassanum einans 30 mio. kr. So kemur spurningurin, um landskassin hevur ráð til hetta, men okkara svar er, at 30 mio. er ein sera lág
sjálvfylgja, at vit bjóða øllum børnum skúlagongd, har vit bjóða teimum lærdóm og menningarmøguleikar, eigur hetta at vera líka sjálvsagt hjá teimum smáu børnunum. Eins og tað er ein sjálvfylgja at hava ein [...] fólkaskúla, skal tað í framtíðini verða ein sjálvfylgja, at samfelagið kann bjóða øllum børnum undir skúlaaldur ein fólkabarnagarð. Barnapolitikkur eigur at vera ein sjálvsagdur partur av mentamálum. Men góðir [...] mangan, at bæði maður og kona fara til arbeiðis við ringum tannabiti. Góðir barnagarðar eru tí eisini trygdin fyri einum góðum vinnulívi, har foreldrini kunnu gera sítt arbeiði til fulnar uttan at hava ampa
við øðrum orðum siga, at eitt samt landsstýri og eitt samt løgting tóku undir við løgmanni í hesum máli (eisini Ivan, Suni og Jørgin). Ynskini Løgmaður sigur, at undirritaði ynskti at fara 40 milliónir út [...] nakað eindømi, vit hava síðani sæð, at uppskot eru løgd fyri tingið, sum viðføra útreislur útyvir teir karmar sum longu eru lagdir. Tá sagt verður, at undirritaði ynskti at fara 100 milliónir útum karmin næsta [...] sagt bleiv, at undirritaði fór at prøva andstøðuna um ikki samgongan vildi játta pening til undirsjóvartunnil. Í hesum brævi, sum allir landsstýrismennirnir og løgmaður fingu, bleiv avsannað at undirritaði
Landsins, viðgongur, at teir mugu taka við læru av hesum og at teir kanska áttu at verið betri fyrireikaðir. Hann undirstrikar eisini, at tað sjálvsagt hevði við trygdarviðurskiftini at gera, at siglast mátti [...] mátti leygarkvøldið, uttan at allir jóansøkugestirnir sluppu avstað. Hann sigur eisini, at teir áttu at havt Pride kláran, so hann eisini sigldi. - Loysnin kundi verið betri, enn hon var, og hon kundi verið [...] men manningin avgjørdi at leggja frá landi, tí pláss var ikki fyri fleiri umborð. Onkur, ið kom á bryggjuna nakað áðrenn kl. 19:00, bleiv sostatt illa við, tí skip var einki at síggja. Somuleiðis frættist
almenn starvsfólk, uttan at hesi hava havt møguleika at verja seg. Eitt av hesum álopunum var beinleiðis vent móti starvsfólkunum á Almannastovuni. Sosialráðgevarafelagið harmast um, at politikarar, ið hava [...] fáa forsorgarhjálp, skuldi fara at virka seinasta ár. Leiðari er settur og alt fyrireikingararbeiði er gjørt, men skipanin er ikki farin at virka enn, og alt bendir á, at tað er politiski viljin, ið manglar [...] herfyri greiddi frá, at ein røktarkrevjandi pensionistur býr á Sjómansheiminum. Bústaðarneyðin í Tórshavnar kommunu er sera álvarslig, men tað tykist ikki sum politiskur vilji er til staðar at viðgera trupulleikan
fekk Bogi víst, at tað ikki var orsaka av vánaligari venjing, at hann fekk heiðursmerki á Gotlandi, men harafturímóti vísur tað seg, at støði á oyggjaleikunum er sera høgt, og tað krevst, at alt skal ganga [...] Keld Petersen um, at hjálpa hesum til sigurs. Seinasta ár hjálpti sami Keld Petersen Boga at koma sum skjótast upp í elitubólkin - bólk A, og hetta eydnaðist Boga, sum í dag sá møguleikan at siga takk fyri [...] dag út at skula eydnast. Síðst í kappingini vóru bæði Bogi og Keld við í fremstu røð av súkklarum, eftir nógv arbeiði - einamest frá Boga, men tá Keld punkteraði, og harvið misti møguleikan fyri at vinna
fáir føroyingar, sum høvdu valt at fara úr Keypmannahavn og til Herfølge at síggja føroyska málverjan royna seg. Tað kann væl hugsast, at tað eru onkrir, sum hava ætlanir um at gera tað sama í morgin. Um onkur [...] Mikkelsen at sita millum áskoðararnar. ? Eg havi gingið til viðgerðar alla vikuna, og eg havi ikki vant saman við hinum. Tað er greitt, at eg kann ikki spæla móti OB í morgin, og tað er avgjørt, at eg skal [...] høvdu hann í telefonini fyrrapartin í gjár. Og í Herfølge fjala teir ikki yvir, at tað er dyggur smeitur hjá teimum, at Jákup Mikkelsen ikki verður millum stólparnar í morgin. ? Eg kundi kanska spælt,
sagt, at vitjað verður í Koltri sunnukvøldið. Sum vera man vera eisini politiskir fundir á ferðini. Tingmenn fara at hitta forsætisráðharran á Tinghúsloftinum. Og eisini oljumálaráðharrin fer at hava fund [...] vitjanir eru. Sosialurin fer at fylgja forsætisráðharranum á ferðini. Og hóast blaðið ikki kemur út um vikuskiftið, fer at bera til hjá teimum, sum hava atgongd til Internetið, at lesa um vitjanina í Inte [...] Tvørligt er at fáa nakra skrá fyri vitjanina. Tá blaðið fór til prentingar, var enn eingin endalig skrá komin úr Forsætismálaráðnum. Einasta, vit í skrivandi løtu við vissu kunnu siga er, at Poul Nyrup