Sosialráðgevarafelag Føroya við politikararnar:

Skipið fyri sosialpolitiskum orðaskifti

Sosialráðgevarafelag Før-oya hevði aðalfund leygardagin 20. febr. Felagið hevur virkað uttan formann seinastu árini, men á aðalfundinum leygardagin var Ingrid Jensen vald til nýggja forkvinnu. Hallbjørg Lamhauge stóð fyri val, men ynskti ikki at stilla upp aftur. Í nevndini sita nú Lene Rauff Nielsen, Petra Joensen og Ingrid Jensen.

Hesa seinastu tíðina hava ávísir politikarar á tingsins røðarapalli útspilt almenn starvsfólk, uttan at hesi hava havt møguleika at verja seg. Eitt av hesum álopunum var beinleiðis vent móti starvsfólkunum á Almannastovuni. Sosialráðgevarafelagið harmast um, at politikarar, ið hava ábyrgd av sosialpolitikkinum í landinum, útspilla tey alment settu starvsfólkini, ið hava til uppgávu at umsita sosialmálini. Politikararnir avgera sosialpolitikkin í landinum, og eru teir, ið kunnu broyta sosiallóggávuna, um teir meta tað vera neyðugt. Útspilling teirra av m.a. okkara limum, kann tí bert tulkast sum eitt tekin um tvørrandi áhuga ella innlit í tey sosialpolitisku málini. Sosialráðgevarafelagið heitir tí á politikararnar um at skipa fyri einum sosialpolitiskum aðalorðaskifti. Vit vilja fegin luttaka í hesum orðaskifti.

Bústaðarneyðin í Tórshavnar kommunu var eisini ókend fyri ein kommunal- og landspolitikara, tá ein útvarpsmaður herfyri greiddi frá, at ein røktarkrevjandi pensionistur býr á Sjómansheiminum. Bústaðarneyðin í Tórshavnar kommunu er sera álvarslig, men tað tykist ikki sum politiskur vilji er til staðar at viðgera trupulleikan.

Soleiðis er við fleiri sosialpolitiskum málum. Aktiveringin av ungum arbeiðsleysum, ið fáa forsorgarhjálp, skuldi fara at virka seinasta ár. Leiðari er settur og alt fyrireikingararbeiði er gjørt, men skipanin er ikki farin at virka enn, og alt bendir á, at tað er politiski viljin, ið manglar.

Limir sosialráðgevarafelagsins starvast allir innan almennu umsitingina. Fyri framman liggur eitt stórt arbeiði at smíða nýggja sosiala lóggávu. Avgerandi fyri hetta arbeiði er politiski viljin og innlitið í sosialu málini í landinum. Sosialráðgevarafelagið vil fegið luttaka í hesum arbeiði, og heitir tí á politikarar og umsiting um at brúka okkara vitan konstruktivt, ístaðin fyri at brigsla okkum tvørrandi sosialpolitikkin í landinum.