Forsætisráðharrin vitjar

Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur í dag á almenna vitjan í Føroyum. Við honum er millum onnur kona hansara, Lone Dybkjær, sum er radikalur ES tinglimur. Meðan tey eru her, verður árligi ríkisfundurin millum forsætisráðharran, løgmann og grønlendska landsstýrisformannin hildin í Tindhólmi. Fríggjamorgunin vitjar hann Sosialin

Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kemur í dag á almenna vitjan í Føroyum.

Forsætisráðharrin kemur í Vágar við rutuflogfarinum hjá Atlantsflog, sum lendir klokkan 10 fyrrapartin. Vitjanin varir til týsdagin.

Tvørligt er at fáa nakra skrá fyri vitjanina.

Tá blaðið fór til prentingar, var enn eingin endalig skrá komin úr Forsætismálaráðnum.

Einasta, vit í skrivandi løtu við vissu kunnu siga er, at Poul Nyrup Rasmussen í morgin kemur at vitja á Tíðindablaðnum Sosialinum.

Forsætisráðharrin skal á ferðini hava fund við formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmann. Í hesum sambandi hevur Poul Nyrup Rasmussen biðið um, at fundurin verður hildin á Sosialinum, so hann samstundis fær høvi at vitja eitt føroyskt blað.

Seinni fríggjadagin liggur leiðin, sambært teimum fyribils upplýsingum, sum fyriliggja, í Norðoyggjar.

Vitjað verður í Klaksvík og á Viðareiði.

Nevnt hevur verið, at árligi ríkisfundurin millum teir tríggjar Anfinn, Poul og Jónathan verður hildin í Tindhólmi leygardagin.

Á veg vestur eftir verður vitjað hjá Vestlaks í Vestmanna.

Eisini hevur verið nevnt, at umframt ríkisfundin í Tindhólmi, skal forsætisráðharrin ein túr út í Mykines.

Eisini er sagt, at hann skal ein gongutúr úr Havn til Kirkjubøar sunnumorgunin.

Í Kirkjubø tekur Páll Patursson, í móti og greiðir frá millum øðrum Ólavskirkjuni.

Eisini verður sagt, at vitjað verður í Koltri sunnukvøldið.

Sum vera man vera eisini politiskir fundir á ferðini. Tingmenn fara at hitta forsætisráðharran á Tinghúsloftinum.

Og eisini oljumálaráðharrin fer at hava fund við Poul Nyrup Rasmussen. Hesin fundur verður á Oljufyrisitingini mánadagin.

Eisini mánadagin verða tað smáplássini, sum fáa vitjan av forsætisráðharranum.

Av Oljufyrisitingini verður farið norður í Streymoynna, har vitjað verður hjá Fiskaaling við Áir og í Saksun.

Um kvøldið gongur leiðin til Nólsoyar.

Og so eru tað døgurðar, morgunmatar o.s.fr., sum vanligt er, tá slíkar vitjanir eru.

Sosialurin fer at fylgja forsætisráðharranum á ferðini.

Og hóast blaðið ikki kemur út um vikuskiftið, fer at bera til hjá teimum, sum hava atgongd til Internetið, at lesa um vitjanina í Internetsosialinum.