er ikki bara galdandi fyri píkadekk - men fyri øll sløg, vetrarlamelldekk eins og vanlig summardekk. Tað verður ikki kravt, at dekkini skulu vera av sama verksmiðjumerki - men dekktypan skal vera tann sama [...] vetrarlamelldekkunum, sum lutað verða burtur í hesum døgum. Tey fyrstu fýra dekkini fóru til Klaksvíkar, og var tað Ranva Heinesen í Kráargøtu, Klaksvík, sum vann dekkini. Ranva kann venda sær til Sosialin [...] var millum teir seðlarnar, sum høvdu røttu svarini. Røttu svarini Á spurnarlepanum, sum var í blaðnum seinasta hósdag var m.a. spurt, hvussu nógv vetrarlamelldekk skulu vera undir einum vanligum persónbili
skrivstovu á stovn í Føroyum, nú áðrenn ein veit nak-að ítøkiligt um útbjóðing sigur Pauli Einarsson, at felagið eitur Saga Petroleum Føroyar og vil sum so vera ein partur av føroyska samfelagnum longu nú [...] Men tað eru so eisini aðrar uppgávur at taka sær av, og hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum, sum er eitt av feløgunum, sum hevur fingið sær skrivstovu í Føroyum, verður ikki bara bíðað eftir komandi [...] fyrst hugt at tí, sum virkið fæst við. Útfrá hesum verður ein evaluering gjørd av virkinum, og saman við leiðsluni verður funnið fram til, hvar fyritøkan er sterk og veik, hvat kann verða gjørt fyri at
at ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, og sum eisini er ein av fremstu orsøkunum til, at hon er komin aftur til Kyndil tvey ár á rað, er, at tær í Sophus Dahl Christiansen hava ein so sera [...] tað vildi eg ikki, og so bleiv ikki meira um tað, greiðir Lotte Sørensen frá. ? Men so fekk eg ein skaða í knæið, sum gjørdi, at eg gleið út úr kappingini heima í Viborg, og so fóru vit at tosa um, at [...] býurin á Mors er næstan á stødd við Havnina, so eg komi sjálv frá einum líknandi umhvørvi. Men eg flutti so til Viborg, sum er ein býur við upp móti 40.000 íbúgvum, so har er eitt sindur av muni. Henni dámar
gamli Benny Nielsen, sum í síni tíð var yrkisspælari í Belgia, og sum síðani hann kom aftur til Danmarkar meiri enn eina ferð hevur roynt seg sum venjari, uttan at tað hevur gingið so ógvuliga væl. Í løtuni [...] sindur skaddur, nú hann er komin til Danmarkar, so kann tað væl vera, at Brian Laudrup verður við í ferðalagnum og fer at hjálpa til inni á vøllinum. So er spurningurin, um Todi Jónsson fer at spæla saman [...] Bara eina ferð higartil hevur ein føroyingur verið partur í donsku steypafinaluni. Todi Jónsson var á liðnum hjá FCK, sum kristi himmalferðardag í ár tapti móti Brøndby. Mikukvøldið varð greitt, at kristi
Samrøðan, sum hann sipar til, fann stað, men innihaldið í henni er so skeivt citerað, at tað saktans kann tulkast sum eg einsamallur havi verið virkandi til, at Meginfelag Útróðrarmanna hevur tikið tað [...] líkamikið í hesum høpinum. Mín meining er bara ein, men tað er tann samlaða meiningin hjá limunum í Meginfelag Útróðrarmanna sum telur, og hon hevur talað. So næstu ferð, halt teg til sannleikan, tað fer [...] sært tú fyri ein part hví. Uppboðssølan skuldi bert vera fyri ein part av útróðrarmonnunum, hinir skuldu gjalda eyka. Eg royndi at spyrja teg eitt sindur nærri um, hvussu tit ætlaðu at reka hetta virksemi
eru í mun til fólkatalið, so er tað ein stórur partur av fólkinum. Onga aðra staðni í verðini koma so nógv fólk til sjónleik sum í Føroyum, jú, kanska í Íslandi. - At vit fáa ein orðaðan mentapolitikk nýtist [...] Tað er øgiliga ørkymlandi at gera ein leik og so ikki sleppa inn í hølini, tá ið tað passar okkum og tað hevur ofta verið so í Norðurlandahúsinum, sum roynir at nøkta ein ógvuliga breiðan tørv. Við at fáa [...] at vera við. Skulu vit tosa um samstarv, so eru tað ikki bara vit sum skulu taka ímóti, vit mugu eisini hava okkurt at geva, sigur Laura Joensen at enda í viðtali. Myndatekstur: Laura Joensen, sum er fødd
mótvegis fullveldisætlanini sum tørvandi sjálvræði, at vit ikki tora, eru bangin fyri broytingum o.s.fr. Er ein, sum er ímóti fullveldi so ábyrgdarloysingur og hervið ein, sum gevur øðrum skyldina? Tað [...] Tað hugsi eg er skeivt, og beinleiðis ein vreingjan av veruleikanum. Hetta er eisini ein lemjandi dómur, sum ikki tekur við søguliga avrikini, sum Javnaðarflokkurin hevur verið við til at fremja í føroyskum [...] ikki hevur megnað at borið sín boðskap so einfalt fram, sum t.d. samgongan ger í hesum máli? Tað hugsi eg ikki er so einfalt. Innihaldið í okkara boðskapi kann bert ikki seljast við fáum orðum, hóast
stara seg blindar á eina skipan, sum er avoldað, í staðin fyri at halda seg Danmark, sum er nógv tryggari fyri framtíði okkara. Tað er eitt afturstig, og ikki bara ein spurningur um blokstuðulin. Hann [...] tað er næstan so, at kjøtið ikki ræstnar, tí vit ikki hava fullveldi, sigur Edmund Joensen í sínum aftursvari til lýsingina av andstøðuni.. Ikki eitt holmstrá.. Danir fara ikki so frægt sum at leggja eitt [...] fáa fullveldi, men sum danski vinstraformaðurin segði, tá hann vitjaði í Føroyum, so »må den der bestiller musikken, selv betale», sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Hvat er so boðskapurin hjá Sa
tá í tíðini. Ljós var sum vera man onki, men lærarin í bygdini, ið var sera hugaður tjóðskaparmaður, hevði bjartlýsandi lampu við á fundin, og hon lýsti sjálvandi so leingi, sum Jóanes bóndi tosaði tj [...] og tað var óvanligt, so okkurt mátti vera hent, og so var. Sorgin var stór. Húsið verður útbygt og varðin fingin í húsið 25 ár aftaná at húsið varð liðugt, metti sitandi nevnd, at ein útbygging var upp á [...] ikki skyldina, men tíðin, og hon er sum hon er. Tá eg í áðni so upplívgandi segði, at tað er eitt blomstrandi mentanarlív í bygdini, so havi eg helst tikið munnin í so fullan, tí sannleikin er nakað øðrvísi
Ummælini hava heldur ikki so nógva makt longur, nú er tað meira marknaðartiltøk, sjónvarpslýsingar og slíkt sum gera munin. Eg kann til dømis nevna, at ein fløga, sum eg gjørdi við Yellowbellies, fekk f [...] selt so og so nógv, og at tú hevur víst, at tú kanst lata røttu vøruna. Og tað verði eg eisini noyddur at halda við líka allatíðina. Í donskum tónleiki er Óli Poulsen kendur sum ein produsari, sum ger flottan [...] er tað bara har. Hevði tað verið ein formil, so høvdu øll langt síðandi havt roynt hann. Óli Poulsen heldur, at ein fyrimunur við at gera fløgur í Føroyum er, at tú nýtist ikki altíð at hugsa so nógv um