Men tað eru so eisini aðrar uppgávur at taka sær av, og hjá norska oljufelagnum Saga Petroleum, sum er eitt av feløgunum, sum hevur fingið sær skrivstovu í Føroyum, verður ikki bara bíðað eftir komandi útbjóðing. Avgerðin hjá felagnum at bjóða føroyskum fyritøkum vitjan av serkønum fyri at skráseta og kanna virkini, til tess at vita, hvussu tey eru før fyri at kunna veita vørur og tænastur til eina komandi oljuvinnu, hevur víst seg at vera ein stór succes. Tað vísir seg, at fleiri og fleiri føroysk virki vísa áhuga fyri tiltakinum.
Stórur áhugi
Higartil hava fólk frá Saga vitjað 64 fyritøkur og virki í Føroyum - av teimum 89, sum hava víst áhuga og svarað spurnarblaðnum, ið sent er út.
Pauli Einarsson, sum starvast á skrivstovuni hjá Saga í Havn, er við fólkunum frá Saga í Noregi, tá hesi vitjað virkini. Hann sigur við Sosialin, at teir eru sera væl nøgdir við tann stóra áhuga, sum føroysk virki vísa hesum tiltaki.
Í seinastu viku høvdu teir kunnandi fund í Miðvági, sum Vága Vinnufelag skip-aði fyri. Vitjað varð eisini á virkjum í oynni, síðani varð vitjað í Eysturoy og í Klaks-vík, har m.a. Klaksvíkar Vinnuráð skipaði fyri kunnandi fundi. Eisini hevur verið vitjað í Havn.
Pauli Einarsson sigur, at teir á hesum kunnandi fund-um greiða frá, hvørjir møguleikar eru hjá teimum einstøku virkjunum at bjóða sínar tænastur fram. Her verður m.a. gjølla greitt frá, hvussu sáttmálar millum oljufeløg og tænastuveitarar eru bygdir upp.
Tá virkini verða vitjað verður fyrst hugt at tí, sum virkið fæst við. Útfrá hesum verður ein evaluering gjørd av virkinum, og saman við leiðsluni verður funnið fram til, hvar fyritøkan er sterk og veik, hvat kann verða gjørt fyri at betra um framleiðslu og tænastustøði. Her verður eisini tosað um, hvørji krøv virkini mugu seta sær sjálvum - og ikki minst má ein finna fram til, um virkið kann víðka sítt verandi virksemi til eisini at umfata oljuvinnuna - tó uttan - og hetta heldur Pauli Einarsson er sera umráðandi - uttan at tað gongur út yvir verandi virksemi.
Hann sigur víðari, at teir ráða ongum virki til at sleppa tí, sum virkið fæst við í dag, til frama fyri burturav at kasta seg yvir nakað nýtt, sum er so óvist enn.
Pauli Einarsson sigur víðari, at fleiri av virkjunum hava biðið um hjálp til at fáa samband við norskar fyritøkur. Hetta hevur verið gjørt, og hevur tað hepnast teimum at knýta samstarv millum føroyskar og norsk-ar fyritøkur longu nú.
Uppá fyrispurning um tað ikki er ov tíðliga at seta skrivstovu á stovn í Føroyum, nú áðrenn ein veit nak-að ítøkiligt um útbjóðing sigur Pauli Einarsson, at felagið eitur Saga Petroleum Føroyar og vil sum so vera ein partur av føroyska samfelagnum longu nú. Tað nyttar t.d. ikki at bíða við at menna virkini kring landið til hesa vinnu, til útbjóðing er har. Tað er nakað, sum má gerast í góðari tíð og hetta vil Saga vera við til at stuðla og menna.
-Hjá okkum er tað eingin ivi um, at vit fáa brúk fyri tænastum av nógvum ymsum slag, tá og umvit sleppa at leita og síðani vónandi útvinna olju á føroyskum øki sigur Pauli Einarsson. Hann sigur seg annars vóna, at útbjóðingin kann fara fram tíðliga næsta ár. -Tann lági oljuprísurin í dag fer ikki at ávirka áhugan fyri leiting enn. Men tað má innan alt ov langa tíð koma eitt ella annað boð/útspæl frá føroysku myndugleikunum, nær útbjóðingin verður sigur Pauli Einarsson.
Eitt av virkjunum, sum Saga hevur vitjað, er heilsølan hjá Poul Hansen. Høgni Hansen, stjóri sigur, at teir eru sera væl nøgdir við uppsøkjandi arbeiðið hjá Saga og heldur, at teir hava fingið nógv burtur úr. -Vit síggja m.a. hvussu týdningarmikið tað er við kvalitetsstýring, og hvørji krøv oljuvinnan setir til tænastuveitarar og vørurnar sum heild. Høgni Hansen ivast ikki í, at føroyskar fyritøkur verða førar fyri at veita nógvar av teimum vørum og tænastum, sum oljufeløgini hava brúk fyri. Teirra fyritøka hevur drúgvar royndir við at veita tænastur til eitt nú langfaraskip, so tað verður ikki so nógv øðrvísi at lata vørur til oljupallar og skip í eini oljuvinnu heldur. -Vit eru gott á veg til at fyrireika okkum sigur hann. Poul Hansen ið selur alt innan matvørur, grønmeti og frukt, hevur latið vørur til seismikkskip










