Vit mugu ikki avbyrgja okkum

­ Loysing ella fullveldi er tað sama sum at avbyrgja Føroyar frá umheiminum, so vit standa fullkomiliga einsamøll, sigur Edmund Joensen

Formaðurin í Sambandsflokkinum skilir ikki, tá sagt verður at andstøðan er bangin fyri broytingum, einki torir og einki vil.

­ Er tað ikki øvugt, at fullveldisfólkini geva Danmark skyldina fyri alt sum hendir í Føroyum, og at Sambandsflokkurin torir at seta seg ímóti teirra ætlan?

­ Tað er vorðið soleiðis í Føroyum, at einki kann gerast fyrr enn vit hava fingið fullveldi - ja, tað er næstan so, at kjøtið ikki ræstnar, tí vit ikki hava fullveldi, sigur Edmund Joensen í sínum aftursvari til lýsingina av andstøðuni..


Ikki eitt holmstrá..

­ Danir fara ikki so frægt sum at leggja eitt holmstrá fyri okkum, fyri at forða okkum í at fáa fullveldi, men sum danski vinstraformaðurin segði, tá hann vitjaði í Føroyum, so »må den der bestiller musikken, selv betale», sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

­ Hvat er so boðskapurin hjá Sambandsflokkinum?

­ Sambandsflokkurin hevur staðið sum garantur fyri, at Føroyar eru á fyrsta plássi í vælferðini, og á besta plássi í heimssamfelagnum, eisini tá tað snýr seg um demokratiska, humanitera og sosiala vælferð.

­ Tað vilja vit verja, samstundis sum vit vilja arbeiða fyri at føroyingar fáa møguleika at menna samfelagið innan núgaldandi skipan. Møguleikar eru til staðar, við at gera neyðugu broytingarnar í heimastýrislógina, sigur Edmund Joensen.

Hann sigur, at Sambandsflokkurin einki herróp hevur um »fullveldi ella sosialismu», men setir politiska spurningin: hvat er best fyri Føroyar, fyri at tryggja okkum pláss í heiminum, við teimum grundlógarfestu rættindunum, sum vit hava í dag.

Edmund Joensen leggur aftrat, at ætlan Sambandsfloksins røkkur longur. Føroyar skulu eisini hava pláss í Evropa, tí einki land kann liva einasamalt og avbyrgd frá umheiminum.

­ Vit hava brúk fyri vitan, og hon er at finna uttanlands, eitt nú til gransking, undirvísing og menning á ymsum økjum. Eisini er neyðugt at samstarva á vinnuliga økinum, innan handil, búskap, valuta og umhvørvi, og tílíkt, sum gevur okkum størri ábyrgd og frælsi, sigur Edmund Joensen.


Veruligt frælsi

­ Tá vit hugsa um, hvør hevur veruligt frælsi, so hava føroyingar nógv størri frælsi enn londini uttan um okkum, við núverandi ríkisrættarligu skipanini.

Formaðurin fílist á einføldu grundgevingina fyri fullveldisætlanini, sum samgongan borreiðir við. Hansara meting er, at fáa vit fullveldi, so verða fleiri dyr stongdar, og vit verða enn meira bundin enn vit eru í dag.

­ Missa vit okkara grundlógarrættindi, hevur Fólkatingið ongar heimildir ella ábyrgd fyri okkum. Skulu vit tá hava hjálp, um á stendur, verður tað um somu skipan sum tey tilafturskomnu londini, og so eru vit rættiliga í olmussustøðu, sigur Edmund Joensen.

Hann er til reiðar, um neyðugt, at gera broytingar í heimastýrislógini, sum nú er 50 ára gomul.

Edmund Joensen vísir til úttalilsini hjá Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og Anders F. Rasmussen, formanni í Vinstraflokkinum, sum hava veitt vissu fyri, at øll ynski, sum føroyingar hava, kunnu rúmast innar karmarnar í nútíðargerðing av Heimastýrislógini.


Blakar føroyingum torvmold í eyguni

­ Sambært Fólkaflokkinum er fullveldið bara at venda heimastýrislógina á høvdið, og at vit hava somu rættindi. So verður eisini sagt, at vit kunnu fáa eina skiftisskipan, men at annars verða ongar broytingar gjørdar.

­ Tað letur seg als ikki gera, og er tað sama sum at kasta føroyingum torvmold í eyguni, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

Í hansara verð er loysing ella fullveldi tað sama sum at avbyrgja Føroyar frá umheiminum, so vit standa meira einsamøll, og við færri rættindum og møguleikum at samstarva við onnur lond, enn vit hava í dag.

Spurdur hvat fólk, sum fomaðurin tosar við, siga um fullveldisætlanina, sigur Edmund Joensen, at fólk rista á høvdið, og taka tað ikki fyri fult. Hann heldur annars, at fjølmiðlarnir tykjast at vera stýrdir av fullveldisfólki, og at hetta er í slekt við hetjudyrkanina, og um hvør skal sleppa á minnisvarðarnar.

­ Ert tú bangin fyri framtíðini?

­ Nú eri eg ikki bangin av náttúru, men eg eri keddur av, at føroyingar stara seg blindar á eina skipan, sum er avoldað, í staðin fyri at halda seg Danmark, sum er nógv tryggari fyri framtíði okkara.

­ Tað er eitt afturstig, og ikki bara ein spurningur um blokstuðulin. Hann er eingin olmussa, tí vit eru ein partur av ríkisfelagsskapinum.


Viðbrekið samfelag

­ Føroyska samfelagið er so viðbrekið, av tí at vit eru so fá og mobil. Tað sóu vit í kreppuárunum, tá 10 pst. av fólkinum fóru av landinum.

­ Tí er tað eisini umráðandi, at samfelagsligu viðurskiftini hjá okkum líkjast so nógv londunum rundar um okkum, so fólk ikki fara avstað, tá viðurskiftini broytast.

­ Tað eru ikki bert tey arbeiðsleysu sum fara, men eisini væl útbúgvið fólk, við arbeiði. Tí mugu vit ansa eftir, ikki at órógva skipanina ov nógv - og als ikki at at fremja kollvelting.

­ Hevur tú einfaldan boðskap at bera fram?­ Ráðini vit hava er at heita á fólk, um ikki at leypa framav, og at tey skulu hugsa um tað plássið, ið Føroyar hava, sum partur av bestu samfeløgum í heiminum.

­ Fólk mugu ikki lata seg reka av fullveldis rakstrarrópunum, sigur Edmund Joensen.