framvegis at vera besta boðið upp á meistaralið. At talan á ongan hátt var um meistaraspæl mundi ikki hava so nógv at siga. Uppgávan varð mett sum ein tann torførasta, og tað, sum ráddi um, var úrtøkan. Tá ið endaliga [...] langt, Hjalgrím tamdi, rak mitt fyri og eitt sindur upp á tvørs og smekkaði so dygst inn við nærra stólpanum. Fjarstøðan var stór, og tað kundi tykst sum um, at HB málverjin átti at havt vart fyri, men Tróndur [...] endaliga fer at verða gjørt upp í oktober, verða tað ikki lutaðar virðislønir út fyri prýði og dygd í avrikum. Tá verða tað stigini, sum fara at telja, og tey trý, sum HB fekk leygardagin vóru kærkomin
rørinum, so oljuroykurin stóð ramur um allan bátin allan teinin, sum eftir var til lands. Einastu, vit kundu gera, var at vinda ein klút um rørið soleiðis, at oljan ikki fór um alt maskinrúmið. Høvdu vit havt [...] at aðrir siglarar fingu fatur á okkum, um eldur kom í bátin, og vit noyddust at leypa í havið. Til tess at tryggja mær, at telda og myndir ikki endaðu í havinum, um ringast vildi til, pakkaði eg telduna [...] komu til oynna Whalsay um midnáttarleitið mikukvøldið, 6. juli. Lógu í bygdini, Symbister, tvær nætur og løgdu síðan leiðina til Lerwick, fríggjadagin, 8. juli, hagar vit komu um 14-tíðina seinnapartin
høgru og spælt diagonalt og tvørtur um aftur, legði Atli Petersen innfyri úr høgru, og Bartal Eliasen, sum fyrstu løtuna var í álopinum saman við Sylla, tveitti seg fram um verjuna við nærra stólpan og stútaði [...] Tað var undan dystarbyrjan í góðveðrinum á Svangaskarði púra opið, um tað skuldi verða ÍF ella B68, sum skuldi spæla finaluna ímóti GÍ. ÍF endaði omaná. Teir vunnu 1-0 og harvið samantalt 3-1. Toftamenn [...] hjá teimum í 22. minutti. Eftir framlegging eftir miðásinum rætti miðverjin Poul Ennigarð hondina upp og steðgaði bóltinum, sum annars hevði kós ímóti Jóhan Peturi Poulsen, sum var á veg at gerast púra
aftur. Eitt gott minni um eina hendingaríkan tilburð. Citat: -Drongurin rópti um hjálp alla tíðina, og hann rópti so hjartaskerandi, at eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór eftir honum [...] og stutt eftir leypa táverandi blaðmaðurin á Sosialinum, Høgni Mohr, og Hannus Petersen á bláman fyri at bjarga smádronginum. Til alla eydnu eydnast tað Høgna og Hannusi at fáa Kjartan upp á turt í øllum [...] Heiðrikur annar av monnunum, sum var á staðnum fyri sløkkiliðið í Havn. -Eg havi eina tíð hugsa um tað møguliga kundi vera hornið hjá Kjartani, sum eg havi havt liggjandi í fýrrúminum, og at tað kundi
nýggju lesandi eiga at vera móttakandi og síggja positivt upp á tað, staðfesta Katrin Apol og Nina Arge. - Vit royna eisini at heita á fólk um at luttaka. Vit eiga ikki at vera afturhaldandi, men heldur [...] heldur seta spurningar og luttaka aktivt í tí sosiala kring lesturin. Vit heita á fólk um at leypa út í tað. Umframt hetta er tað týdningarmikið at strukturera sín arbeiðsdag og fáa eina rutinu í gongd, siga [...] vit vilja sjálvandi heita á fólk um at gerast limir í MFS, siga tær báðar Katrin Apol og Nina Arge frá Meginfelag Føroyskra Studenta Mynd2: Eini 60 fólk vóru møtt upp í Miðlahúsinum sunnudagin til pisufundin
týðandi og ikki minst tíðarkrevjandi partur av tí "at veksa upp" er skúli og útbúgving Skúlagongd og Jón Tyril hava kortini ongantíð sitið væl um sátt. Gøtumaðurin dylir ikki fyri, at hann snøgt sagt ongantíð [...] HF-skeiðnum á Kambsdali, men eins og í fólkaskúlanum hevði hann trupulleikar við at møta upp til tímarnar. Hetta var um tað mundi, tá bæði tónleika-bólkurin Clickhaze og GRÒT sóu dagsins ljós. Eg og Bogi á [...] eitt fólk, ið hevur rættiliga avgjørdar meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hetta uppáhald tekur gøtumaðurin fult undir við. Tá tú eitt nú veksur upp innan brøðrasamkomuna, verður tú á ein hátt settur
Svenning Borg Vágur Nú hoyrist aftur um Suðuroynna, hvussu gott í her skal blíva at búgva, og tað er frá sjálvum Óla Breckmann, stavnamanninum, sum hevur verið nakar dagar í Suðuroynni og ferðast og fingið [...] fólkinum til at støðast í oynni. Havi eisini alment bjóðað fram øki at byggja á. Um Óli meinar nakað við tað hann sigur um Suðuroynna, so kann hann byrja við at virka fyri, at granskingarparkin verður bygd [...] bygt Granskingarparkina upp í teir skúlarnir, hvar í okur so kundi fingið ein undirvísingar- og granskingardepul av eini rímuligari stødd. Er tað eitt nú gengransking talan verður um, so er Suðuroyggin sera
givið bóltin upp aftur, bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Christian Høgni í hopla NSÍ hevur so ofta áður havt gott tak á HB, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Tað var eingin ivi um, hvør tað var [...] sending frá Jónsteini Petersen gjørdist álopsspælarin leysur um brotsteigarmarkið, og so sendi hann í málið. HB brotssparkið pyntaði eitt sindur um, men tað tók ikki burtur heildarmyndina, sum segði, at m [...] óvanda leiklutinum. Bárður Mortansson treivst heldur einki serligt í miðvallarplássinum, sum Jákup á Borg (hann var vongverji og skuldi byrgja fyri Jónstein Petersen) plagar at røkja, og ófriðurin mistrivnaður
hevði funnist at fyrst dómaranum og síðani FIFA-umboðsmanninum, tá venjarin sjálvur helt, at Jákup á Borg átti eitt gult kort. Geylandi uppi á VIP-plássunum mátti venjarin síðani royna at stýra sínum monnum [...] var lagið tó eitt annað. - Hetta var ein dystur, sum vit skuldu vinna, og tí eri eg sjálvandi nøgdur um úrslitið. Vit vunnu 3-0, og sjálvur haldi eg, at tað væl kundi verið meira, men hinvegin áttu Føroyar [...] Føroyar eisini sínar møguleikar, so alt í alt mundi tað vera í lagi. - Eg eri eisini sera væl nøgdur um spælararnar. Hóast vit fingu trupulleikar, sum vit als ikki hildu okkum hava uppiborið, so stríddust
sum rakti stólpan, Jákup á Borg misnýtti skammiliga, tá Christian Høgni stakk hann púra blankan, og sjálvur hevði Christian Høgni eisini góða atsókn, sum tó streyka upp um málið. Høvdu føroyingar megna [...] við. At talan so samstundis var um dystin, har Todi Jónsson loksins aftur var at síggja í landsliðsbúnanum, gjørdi ikki vónirnar minni. Og Todi gav eisini góð lyfti um, at hann kundi levera vøruna. Gaman [...] kypriotiska verjan hugsaði um mannin við 10-talinum á bakinum. Taktiskt mistak Og tó at tað eftir hetta gekk ein løta, áðrenn okkara veruliga komu til nakran møguleika, so var talan um ein sera lívligan dyst