Hornið komið heimaftur

Ein illveðursdag á heysti í 1999 fór argjamaðurin, Kjartan Festirstein, á sjógv í eini roynd at fáa fatur á einum horni, hann misti í eini hvirlu. Nú seks ár seinni sær hann hornið aftur fyri fyrstu ferð.

Hósdagurin 9/9-99. Hesin dagurin við øllum níggjutølunum fer seint í gloymskuna hjá í dag 17 ára gamla argjamanninum Kjartani Festirstein.
    Í illveðri er hann á veg út á Argir eftir venjing á Musikkskúlanum. Brádliga tekur ein hvirla hornkassan hjá Kjartani, og kassin fer á flog. Kjartan roynir at fáa hendur á kassanum aftur, men ólukkutíð verður Kjartan tikin við brotunum á Argjalandi og rekur skjótt frá landi.
    Lítla løtu seinni er hann eini 70 metrar frá landi. Í lívsvanda rópar Kjartan alt, tað hann er mentur, eftir hjálp, og stutt eftir leypa táverandi blaðmaðurin á Sosialinum, Høgni Mohr, og Hannus Petersen á bláman fyri at bjarga smádronginum. Til alla eydnu eydnast tað Høgna og Hannusi at fáa Kjartan upp á turt í øllum góðum.
    Upprunin til sjálvan tilburðin á Argjum á heysti í 1999, hornið hjá Kjartani Festirstein, sá kortini eingin nakrantíð nakað aftur til.

-Hatta er mítt
Seinnapartin mánadagin støkkur sløkkiliðsmaðurin og froskmaðurin, Heiðrikur Christiansen, inn á gólvi á Miðlahúsinum í Vágsbotni. Seinastu góðu tvey árini hevur hann havt eitt horn liggjandi í fýrrúminum heima við hús, sum hann, í samband við eina vanlukku, fann á botninum við Skansabryggjuna í Havn fyri sløkum tveimum árum síðan.
    Stutt eftir, hann hevði funnið hornið, kom honum til hugs, at møguliga var tað hornið hjá Kjartani, sum var rikið ein kvartan fjórðing úr Argjalandið yvir á Skansabryggjuna við Molan í Havn.
    Henda illveðursdagin á heysti 1999, tá Kjartan Festirstein fór á sjógv, var Heiðrikur annar av monnunum, sum var á staðnum fyri sløkkiliðið í Havn.
    -Eg havi eina tíð hugsa um tað møguliga kundi vera hornið hjá Kjartani, sum eg havi havt liggjandi í fýrrúminum, og at tað kundi verið stuttligt hjá honum at sæð aftur. Eg havi sett hornið eitt sindur í stand, men tað hevur verið so leingi á botni, at tað neyvan fæst at spæla aftur, greiðir Heiðrikur Christiansen frá.
    Vit vóru skjót at ringja til Kjartan Festirstein, og spyrja hann um hann hevði stundir til at koma framvið at hyggja eftir horninum. Hann játtaði, og góðar 20 minuttir seinni var hann á Miðlahúsinum.
    -Jú hatta er tað hornið, eg misti handan dagin, er Kjartan skjótur at viðmerkja, tá hann ber eyga við hornið aftur.
    Hornið sær ikki út av nógvum í dag. Rustað og gjarvaksið. Kjartan Festirstein vildi kortini fegin hava hornið í varðveitslu, hóast tað neyvan fæst stórvegis tóni úr horninum aftur. Eitt gott minni um eina hendingaríkan tilburð.
    



Citat:
-Drongurin rópti um hjálp alla tíðina, og hann rópti so hjartaskerandi, at eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð.
            Høgni Mohr, bjargingarmaður, í Sosialinum 10.09.99


Myndir:
Henda myndin er tikin stutt eftir, at tann tá 11 ára gamli Kjartan Festirstein er komin upp á turt aftur.
Mynd: Savnsmynd

Mynd: Hornið
Seytjan ára gamli Kjartan Festirstein saman við teimum báðum sløkkiliðsmonnunum, Osvald Schiller Johansson og Heiðrikki Christiansen, á staðnum, sum Kjartan datt á sjógv fyri seks árum síðan.
Mynd: Bárður Lydersen