Tyril funnið eina rók

 Tónleikurin broytti meg nógv. Tá eg av álvara byrjaði at fáast við tónleik, kendi eg fyri fyrstu ferð, at her var nakað, sum gav meining. Eg havi havt eina rúgvu av ymiskum arbeiðum. Vanliga treivst eg við arbeiðunum í eina tíð, men so gjørdist eg rastleysur og troyttur av teimum. Tú kanst siga, at tónleikurin á ein ella annan hátt gjørdist grundvøllurin í mínum lívi, sigur Jón Tyril

Onkur kallar hann idealist. Hann eigur hvørki hús ella bil. Síðan hann var18-19 ár hevur hann vunnið væl minni enn ein vanliga ársinntøka. Hann hevur ongantíð torgað at sitið á skúlabeinki. Seinastu fýra sumrarnar hevur hann verið við til at geva mongum føroyingi eina sanna tónleikauppliving á Gøtusandi
31 ára gamli gøtumaðurin og høvuðsfyriskiparin av G! Festivalinum, Jón Tyril, er ikki heilt sum hini.
 Eg eri sannførdur um, at øll hava okkurt kall ella missjón her í lívinum. Eg haldi tað er rættiliga týdningarmikið, at fólk liva í tráð við sítt kall ella missjón í lívinum. Mítt kall er tónleikur, og eg vil heldur liva í tráð vit tað, enn eitt nú eiga nógvar pengar, sigur Jón Tyril.
Sosialurin hevur hitt høvdingin fyri G! Festivalin við tí berskøllutta høvdinum og síða skegginum.
Sítt hár og búllajakki
 Eg minnist barnaárini sum eina ótrúliga góða tíð. Eg haldi fyrst og fremst barnaárini vóru spennandi, tí vit sluppu undan at ganga í barnagarði, sum flest øll børn gera í dag. Eg minnist, at vit nýttu nógva tíð til at droyma okkum burtur við at mala í ánni, fjøruni og haganum í Gøtu. Um kvøldarnar samlaðust vit ofta við fótbóltsvøllin.
Jón Tyril er føddur tollaksmessudag 1973. Hann er næstyngstur í systkinaflokkinum, sum telur tríggjar beiggjar og tvær systrar.
 Tað, sum eg eri glaðast fyri av øllum í barnaárunum er, at pápi gav sær tíð til at fortelja okkum søgur. Eg haldi, at eg livi upp á tær enn, fortelur 31 ára gamli gøtumaðurin.
Í seinnu hálvu av áttatiárunum trínir Jón Tyril inn í tannáringaárini. Hálvvaksni gøtudrongurin stendur lítið aftanfyri fyri stóru tónleikastjørnurnar úti í heimi, hvat klæðum viðvíkur. Saman við vinmonnunum úr Gøtu hevur hann seinast í áttatiárunum rættiliga sítt hár, gongur í tungum svørtum leðurjakkum og kovboystilvum.
 Eg minnist, at vit kallaðu leðurjakkarnar fyri búllajakkar. Mamma var ikki so fegin um jakkan, og hon plagdi at kalla jakkan fyri hvøljuna ella kúnna. Mín búllajakki endaði sínar dagar í einum ruskkontainara uttan eg visti av tí. Mamma hevði nýtt høvi at beina fyri pláguni einaferð, tá eg ikki hevði verið í honum eina tíð, fortelur Jón flennandi
Spurdur, hvat hann minnist best frá tannáringaárunum í Gøtu, svarar hann:
 Frá eg var 14 ár til eg var eini 18 ár vóru vit nakrir úr Gøtu, sum høvdu tað ótrúliga stuttligt saman. Eg minnist, at vit brúktu nógv av tíðini til serliga at telva, drekka kaffi og lurta eftir 70 ára rokki hjá bólkum sum Thin Lizzy, Uriah Heep, Kansas, Deep Purple, Rainbow og øðrum.
Gøtumaðurin leggur afturat, at hesa tíðina fingu hálvvaksnu dreingirnir veruliga eyguni upp fyri tónleikarásini MTV, og hetta gjørdi sína ávirkan galdandi, eisini í Gøtu.
 Headbangersball var fastur táttur, og sendingin ávirkaði nógv, hvørjum tónleiki vit lurtaðu eftir, hvørjar fløgu vit ognaðu okkum, og óivað eisini mátan vit hugsaðu, vísir Jón Tyril á.
Eingin skúlatokki
Ein týðandi og ikki minst tíðarkrevjandi partur av tí "at veksa upp" er skúli og útbúgving Skúlagongd og Jón Tyril hava kortini ongantíð sitið væl um sátt. Gøtumaðurin dylir ikki fyri, at hann snøgt sagt ongantíð hevur tímað at sitið á skúlabeinki.
Ikki tí. Tað lá rættiliga væl fyri hjá honum. Hóast vánaliga uppmøting smæddist hann ikki burtur, og stóð seg sum oftast væl í skúlanum. Eftir níggjunda flokk valdi Jón at fara úr skúlanum, og fór undir at arbeiða á Fiskavirkinum í Gøtu.
 Eg havi ongantíð havt bindindi til at sita á skúlabeinki, og eg havi tískil altíð havt nógva fráveru úr skúlanum. Eg veit ikki rættiliga, hvat tað var, mær ikki dámdi, men eg helt bara tað var keðiligt. Kanska er tað bara tað, at eg havi havt ilt við at passa inn í reglur, sum eg ikki altíð helt vóru so skilagóðar, greiðir hann frá.
Nøkur ár seinni royndi Jón seg á HF-skeiðnum á Kambsdali, men eins og í fólkaskúlanum hevði hann trupulleikar við at møta upp til tímarnar. Hetta var um tað mundi, tá bæði tónleika-bólkurin Clickhaze og GRÒT sóu dagsins ljós.
 Eg og Bogi á Lakjuni, sum var gittarleikari í Clickhaze gingu í sama HF-flokki og Jens L. Thomsen, sum spældi bass í Clickhaze, gekk í student. Øll mín orka fór heldur í bólkin og hetta nýggja felagið, heldur enn skúlating og tímar, sigur hann.
Hóast tað ongantíð gjørdist til nakað HF-prógv, má Jón Tyril kortini hava prógvað á Kambsdali, at tað var knotur í honum. Við ársenda, tá endarøðurnar hjá studentunum og HF-arunum skuldu skrivast, heittu báðir røðuhaldararnir á Jón um at skriva røðurnar fyri bæði studentarnar og HF-ararnar, og hann játtaði.
Hóast hann ongantíð hevur tímað at gingið í skúla, hevur 31 ára gamli gøtumaðurin altíð lisið nógv.
 Eg havi altíð lisið nógv, eisini tá eg skuldi vera í skúla, men valdi at vera burtur. Eg eri rættiliga forvitin, og eg havi altíð lisið nógv um politikk, átrúna, filosofi og fagrar bókmentir. Mær dámar væl at royna at síggja samanhangir í tingunum. Tað er nokk eitt forvitni eftir at kanna, hvussu viðurskiftini her í lívinum hanga saman, fortelur hann.
Ávirkanir
Jón Tyril dylir ikki fyri, at barndómsheimið í Gøtu hevur havt stóran ávirkan á hann og hvussu hann sær upp á lívsins viðurskifti. Heima í Norðagøtu hevur altíð verið kjakast nógv.
 Mamma og pápi koma frá sera ymiskari bakgrund. Pápi er uppvaksin innan brøðrasamkomuna, meðan mamma mín er úr familju, har fakfelagsarbeiði hevur havt sera stóran týdning. Mamma og Ingeborg Vinther eru systrar, og tær báðar hava saman við mongum úr familjuni úr Vági lagt stóra orku í fakfelagsarbeiðið. Hendan samanrenningin hevur mangan verið stuttlig og ikki minst avbjóðandi, greiðir Jón Tyril frá.
Serliga hevur hann havt eitt tætt tilknýti til brøðurnar Búa og Marna, sum eru nakað eldri enn Jón.
 Búi, Marni og eg hava ongantíð latið hvønn annan "havt eina meining í frið". Vit hava altíð bjóðað av meiningunum og hugsaninum hjá hvørjum øðrum, og kravt góðar grundgevingar fyri øllum, uttan mun hvat evnið er- tónleikur, trúgv, politikkur, samfelag, fjølmiðlar, matur, ja snøgt sagt hvat sum helst. Hetta hevur havt stóra ávirkan á meg, fortelur gøtumaðurin.
Umframt stóra ávrikan frá eldru brøðunum, Marna og Búa, metir Jón, at tilknýtið hjá familjuni Tyril til brøðrasamkomuna eisini hevur spælt ein týðandi leiklut í hansara lívi. Sum yngri nýtti hann fleiri sumrar á Zarepta á Vatnsoyrum.
 Eg havi havt tíðarskeið, har eg gekk nógv møti og lurtaði mest sum bara eftir kristiligum tónleiki. Mín gudstrúgv hevur altíð verið ein partur av mær, hóast tað kortini hevur verið rættiliga ymiskt, hvussu eg havi fyrilhildið meg til tað, og hvussu tað er komið til útrykk í ymiskum tíðarskeiðum, fortelur hann.
Hóast Jón ikki er virkin innan brøðrasamkomuna longur, sigur hann seg á ongan hátt fornokta sína bakgrund, og leggur áherðslu, at trúgvin framvegis hevur stóran týdning fyri hann í dag.
Fólk, ið kenna Jón Tyril, lýsa hann sum eitt fólk, ið hevur rættiliga avgjørdar meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hetta uppáhald tekur gøtumaðurin fult undir við.
 Tá tú eitt nú veksur upp innan brøðrasamkomuna, verður tú á ein hátt settur uttanfyri. Tá tú ikki gongur til prest og hvørki hevur katekismus ella lærir sálmavers í barnaskúlanum, sum tínir javnaldrar gera, ert tú noyddur at fyrihalda teg til og seta spurningar við nøkur viðurskifti, sum onnur sleppa undan. So møguliga hevur mín kristiligi uppvøkstur gjørt sítt til, at eg í fleiri førum havi ødrvísi og kanska eisini ofta sterkar meiningar um ymisk vidurskifti, fortelur Jón Tyril.
Sein debutSein debut
Á vári 2001 slær tónleikabólkurin Clickhaze við yndisliga songfuglinum Eivør Pálsdóttir á odda sítt navn rimmarfast í føroyska tónleikaheiminum. Við einari sannførandi framførslu í Norðurlandahúsinum vinnur gøtubólkurin Prix Føroyar hetta árið.
Gittarleikari í bólkinum er Jón Tyril. Hóast síni tá 27 ár er hann alt annað enn royndur á palli. Bert tvey ár frammanundan spælir Jón fyri fyrstu ferð alment í Føroyum, tá Clickhaze framførir í Miðvági í samband við Prix Føroyar ´99.
Gøtumaðurin hevði klimprað nógv upp á gittaran heima við hús, men hann helt lítið um at spæla alment.
 Í sambandi við framførsluna í Miðvági gekk púra galið. Eg frystist fullkomiliga og fekk slettis ikki spælt. Serliga var ljóðroyndin tung at koma ígjøgnum, meðan sjálv framførslan gekk betur. Tað at framføra tónleik er tað nakað, eg havi verið noyddur at arbeitt miðvíst við fyri at kenna meg betur á pallinum, fortelur hann.
Jón Tyril fór ikki undir at fáast við tónleik fyrr enn hann gjørdist tjúgu ár. Í dag er hann ikki virkin tónleikari, men fæst meira við at samskipa tónleikatiltøk. Jón vísir á, at hann ongantíð hevur verið nakar virtuosur sum gittarleikari, sum hann málber seg.
 Mín leiklutur sum framleiðari í Clickhaze var meira týðandi enn sjálvt tað at spæla gittar. Eg haldi tað er mest har mínar gávur í tónleiki liggja. Tað er aftur nakað við at síggja samband í tingunum og at fáa fleiri ting at rigga saman. Eg var eisini framleiðari hjá Gestum, tá teir vunnú Prix Føroyar. Tað er á tí økinum, at leggja til rættis og framleiða, at eg leingist mest eftir at fáast við tónleik aftur, sigur hann.
Frið í tónleikinum
Jón Tyril lýsir seg sjálvan sum ein leitandi persón. Hann greidir frá, at hann ávís tídarskeið í lívinum hevur verið serliga leitandi, men hóast leitanin sum so ongantíð endar, so er komin meira friður yvir hann onkursvegna.
 Frá eg var 17 ár til einaferð fyrst í tjúgunum var eg serliga leitandi. Hetta tíðarskeiðið gekk tað skjótt upp og niður. Tá tú vart í kjallaranum, vart tú heilt niðri, og tá tú vart uppi, vart tú heilt uppi, fortelur Jón Tyril.
Hann hevur eisini havt eitt tíðarskeið í lívinum, har hann nærum misti fótafestið. Hetta var tíðarskeiðið, tá hann miðskeiðis í nítiárunum búleikaðist í Svend-borg.
 Eg hevði eitt tíðarskeið, tá eg meir ella minni slepti øllum og blakaði alt fyri borð í eina tíð. Eg valdi at umdefinera fatanina av nógvum av nýggjum, áðrenn eg aftur tók tey í hitan. Tað er sikkurt nakað, sum fólk flest fara ígjøgnum bara á ymiskum dramastigum. Eitt slag av samleikakreppu ella okkurt tílíkt, greiðir hann frá.
Jón Tyril vísir á, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at tú torir at taka uppgerðina við teg sjálvan, og at tú kannar, hvat er gott og ringt í viðførninginum hjá tær.
 Tað er týdningarmikið at fáa greiðu á hvat tú kanst brúka positivt og hvat ger fortreð. Og so er at gera upp, og tveita tað ónýtiliga fyri borð. Tað er júst sum at rudda eisini hús ella okkurt, sigur hann.
Jón Tyril leggur kortini dent á, at tað kortini er meira friður komin yvir hann í dag. Fremsta orsøkin til tað heldur gøtumaðurin vera tónleikurin, umframt at hann er búnaður og blivin eldri.
 Tónleikurin broytti meg nógv. Tá eg av álvara byrjaði at fáast við tónleik, kendi eg fyri fyrstu ferð, at her var nakað, sum gav meining. Her var nakað, sum kendist rætt og nakað, eg átti at fáast við. Eg havi havt eina rúgvu av ymiskum arbeiðum. Vanliga treivst eg við arbeiðunum í eina tíð, men so gjørdist eg rastleysur og troyttur av teimum. Tá eg fór at spæla og fáast við tónleik av álvara merkti eg meir ein frið við arbeiðnum. Tú kanst siga, at tónleikurin á ein ella annan hátt gjørdist grundvøllurin í mínum lívi, fortelur hann.