Venjarin
Einki er at ivast í, at ein teirra, sum var serstakliga nógv í fokus undir dystinum á Svangaskarði, var kypriotiski landsliðsvenjarin, Angelols Anastasiadis.
Fyrst og fremst, tí hann í seinna hálvleiki varð burturvístur frá vøllinum, eftir at hann í einar sjey-átta minuttir hevði funnist at fyrst dómaranum og síðani FIFA-umboðsmanninum, tá venjarin sjálvur helt, at Jákup á Borg átti eitt gult kort.
Geylandi uppi á VIP-plássunum mátti venjarin síðani royna at stýra sínum monnum, men á tíðindafundinum eftir dystin var lagið tó eitt annað.
- Hetta var ein dystur, sum vit skuldu vinna, og tí eri eg sjálvandi nøgdur um úrslitið. Vit vunnu 3-0, og sjálvur haldi eg, at tað væl kundi verið meira, men hinvegin áttu Føroyar eisini sínar møguleikar, so alt í alt mundi tað vera í lagi.
- Eg eri eisini sera væl nøgdur um spælararnar. Hóast vit fingu trupulleikar, sum vit als ikki hildu okkum hava uppiborið, so stríddust teir fyrimyndarliga allan dystin. Skal eg finnast at nøkrum, so er tað, at vit ikki vóru nóg væl skipaðir í verjupartinum til tíðir, men tað er kanska eisini náttúrligt, tá heimliga kappingin enn ikki er farin ígongd.
Tað var skilligt, at venjarin ikki hevði stórvegis hug at tosa um støðuna, tá hann varð vístur av vøllinum, men hóast alt, so varð hann eisini noyddur at svara spurningum hesum viðvíkjandi.
Men hvussu hevði hann tað so, tá hann frá áskoðaraplássunum mátti síggja undirmannaða lið sítt stríðst undir stórum trýsti í einum dysti, sum teir søgdu seg skula vinna?.
- Fyrst og fremst, so helt eg avgjørt ikki, at eg skuldi verið rikin upp á áskoðaraplássini. So tað var sjálvandi ikki serliga lætt hjá mær. Hinvegin, so hevur dómarin jú altíð rætt, og so mátti eg bara góðtaka hetta, var einasta viðmerkingin, sum venjarin vildi geva um støðuna.