Good Morning, Breckmann!

Svenning Borg
Vágur

Nú hoyrist aftur um Suðuroynna, hvussu gott í her skal blíva at búgva, og tað er frá sjálvum Óla Breckmann, stavnamanninum, sum hevur verið nakar dagar í Suðuroynni og ferðast og fingið reina og fríska Suðuroyarluft niður í lunguni.
Hugur mín leitar eini seks ár aftur í tíðina, fullveldistíðina, tá komu nógvir politikkarar til Suðuroynna við einum sokallaðum Økismenningarskjali, sum bleiv lagt fram í VB-húsinum.
Fullsett hús av suðuroyingum fyri at frætta, hvussu nú Suðuroyggin skuldi koma víðari, støðuna kenna okur tíverri alt ov gott.
Økismenningarálitið bleiv latið Granskingardepulinum fyri økismenning, og var tað taktist ógvuliga smart av samgonguni, tí har bleiv tað væl parkerað, og síðani hevur ongin hoyrt nakað aftur um nakra økismenning
Okur fingu ístaðin túsund nýggj almenn arbeiðspláss í miðstaðarøkinum og onki í Suðuroynni, nú kemur so Óli, sum eisini tá var ein partur av samgonguni, aftur við einum boði uppá, hvussu okur skulu skapa okra framtíð her í Suðuroynni.
Undirrittaði hevur skrivað nógv í bløðunum um eina komandi granskingarpark og víst á tað neyðuga í at hava nøkur almenn arbeiðspláss í Suðuroynni og harvið fingið nakað av tí unga fólkinum til at støðast í oynni. Havi eisini alment bjóðað fram øki at byggja á.
Um Óli meinar nakað við tað hann sigur um Suðuroynna, so kann hann byrja við at virka fyri, at granskingarparkin verður bygd her suðuri.
Nú tveir skúlar skulu byggjast saman mitt í Suðuroynni, kundi tað verið hóskandi at bygt Granskingarparkina upp í teir skúlarnir, hvar í okur so kundi fingið ein undirvísingar- og granskingardepul av eini rímuligari stødd. Er tað eitt nú gengransking talan verður um, so er Suðuroyggin sera væl egnað.
So Óli Breckmann, tað er at bróta upp um armar og vísa í verki tín vilja at loysa málið viðvíkjandi Suðuroynni, málageipan hevur verið nokk av.