ásanna, at tað framvegis er alt annað enn lætt at vinna sær stig á Krossinum. Skoraði móti gamla liðnum Sumbingarnir stríddust nevnliga frá fyrsta bríksli. Teir vóru grammari á flestu bóltunum, og tó at sandoyingar [...] ri, men hann hevur so í ár valt at skifta til Sumba, og í øllum førum munnu sumbingar fegnast um hetta. Seinastu trý korterini royndu sandoyingar at trýsta, til tess at fáa í øllum førum annað stigið við [...] leygardagin vitjaðu á Krossinum í Sumba. Gaman í er ikki so langt síðani, at Sumba var í bestu deildini, men árið í fjør bendi tó tann vegin, at Sumba ikki er búgvið til uppflytingarstríðið í aðru deild. Tað mundu
er væl hugsandi, at svikið við russiska toskinum er uppaftur størri enn tað, sum higartil er avdúkað, sigur tollverkið. Mist alt Ein søga úr Svøríki er eitt gott dømi um, at ein eigur at hugsa seg væl um [...] er virðið á partabrøvunum fallið so nógv, at vandi er fyri, at greivin kann missa sín garð, sum ætt hansara hevur átt í meiri enn 200 ár. Svensk bløð skriva, at hevði greivin selt partabrøvini fyri tveimum [...] tollverkinum hava avdúkað, at nógvir norskir fiskaútflytarar selja russiskan tosk sum norskan. Higartil hevur tollverkið kannað 1700 skjøl um upprunaland, og 340 teirra vístu seg at vera falsað. Sambært einum
prosent siga, at tey høvdu atkvøtt ímóti. Hóast meiriluti framvegis er ímóti evruni í Bretlandi, vísir kanningin, at meirilutin minkar. Fyri einum lítlum ári síðani vísti ein tilsvarandi kanning, at munurin [...] Stjórnin í London hevur boðað frá, at hon fer at leggja málið út til fólkaatkvøðu, tá ávísar búskaparligar fyritreytir eru loknar. Størri stuðul Danska stjórnin ætlar sær at økja stuðulin til londini í Ey [...] fleiri bretar taka nú undir við, at felags evropeiska gjaldoyrað, evran, eisini verður sett í gildi í Bretlandi. Ein meiningakanning í blaðnum Financial Times vísir, at 43 prosent av teimum spurdu høvdu
tykist Barbara eisini at hava eitt sindur ilt við at fata, at hon longu skal hava rokkið so nógvum, men hetta er sjálvsagt nakað, sum hon fegnast um. - Hetta er bara ótrúligt. At hava verið partur av hesum [...] leggur afturat, at alt hetta avgjørt ikki er nakað, sum fær hana at leggja seg afturá og njóta tað heila. Tvørtur ímóti gevur tað henni hug at halda áfram, og sum hon sigur, so vónar hon at fáa nógv góð ár [...] ár í VÍF. Gott við frítíð Spurd, um tað ikki er eitt sindur torført at gerast partur av einum somikið sterkum liði, heldur Barbara, at tað hevur tað á ongan hátt verið. - Slettis ikki. Frá fyrsta degi hava
Fólkaskúlalógini og í viðmerkingunum til hana stendur, at flokkurin vanliga eigur at verða býttur, tá 25 næmingurin kemur í flokkin. Tað er eisini staðfest, at við nýggja tímabýtislyklinum verða eingir tímar [...] ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum. Er lógin ikki galdandi í hesum serstaka føri longur? Hvussu sær veruleikin út? Tað er tað, ið tað snýr seg um. Tað er tað, sum foreldrini hava krav uppá at fáa [...] endurgivin í Sosialinum fyri at siga: ?Tímar verða ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn næmingatalið fer upp um 26 næmingar?, tað vil siga, at ikki fyrr enn 27 næmingurin kemur í flokkin, skal hann býtast
politisku støðuni her á landi. Kvinnur skyldu at stilla upp Erikka sigur, at sum kvinna er tað hennara skylda at stilla upp. - Tað verður so nógv tosað um, at ov fáar kvinnur eru inni á tingið, men hóast [...] ætli mær at arbeiða við. Her hugsi eg um ein aktivan barna-, ungdóms- og familjupolitikk, sum kann verða við til at betra um umstøðurnar her á landi, greiður Erikka frá. Harafturat heldur hon, at tey eldru [...] hóast tað stillar eingin upp. Tí kenni eg tað sum mína skyldu at verða við hesu ferð, sigur Erikka Eltør. - Sum kvinna er tað tær ótilvitað álagt at tosa um tey bleytu virðini, og tað bilar heldur einki. Mennirnir
ónýttir, sigur Ólavur. Ólavur sigur, at hestarnir eisini verða nýttir til arbeiðis. - Til dømi kann eg nevna, at rossini vóru við at bera kunsttøð, sum skuldi brúkast til at taða arrið eftir skriðulopið fyrraárið [...] heitt á felagið, um at fáa rossini út um býin, sigur hann. - Ætlanin er, at keypa eitt grundøki á Norðoyri til fjós, sum kann húsa 20 rossum. Felagið hevur fáar limir og vóna vit at fáa stuðul frá býráðnum [...] síðani tað varð stovnað í 2000 sigur, at tað eru 14 ross í Klaksvík. - Í løtuni húsast rossini runt um í býnum, og nú tey eru blivin so nógv í tali, hevði verið gott at fingið eitt felags fjós, sigur Ólavur
málverjin, sum einaferð varð mettur sum hin besti í heiminum, at Paraguay heilt víst fór at vinna á Spania. Sjálvur roknaði hann eisini við, at hann fór at skjóta tvey av málinum í sigrinum móti einum »yvirmettur [...] , og tað er ikki óhgsandi, at spanski venjarin fer at lata fleiri av vanliga føstu leikarunum hvíla í dystinum, og hartil kemur, at spaniólar neyvan eru alt ov áhugaðir í at hjálpa Chilavert, sum soleiðis [...] má seta sítt álit á, at spaniólar vinna seinasta dystin í bólkaspælinum móti Suður Afrika. Zuma væl fyri) Suður Afrika hevur nevnliga allar møguleikar at vinna seg víðari, eftir at teir vunnu 1-0 á Slovenia
løgregluna um middagsleitið og hótti við at taka lívið av sær og øllum, sum komu í nánd, visti Útvarp Føroya at siga leygarkvøldið. Ein, sum hevur sæð tilburðin greiðir frá, at maðurin gekk fleiri ferðir og mól [...] brot á revsilógina. Millum annað fyri at hava siktað fleiri ferðir eftir løgregluni og fyri at skjóta eftir henni og vitnunum. Harafturat er hann skuldsettur fyri at koma fólkunum í grannalagnum í vanda [...] vegin, og stingur hendurnar upp í loft, sum ætlar hann at yvirgeva seg. Men tað gjørdi hann als ikki. Løtu seinni tekur hann byrsuna uppaftur og byrjar at sikta eftir løgregluni, sum tá hevði umringað mannin
foreldrum í økinum, at barnagarður verður bygdur. - Endamálið við at byggja ein barnagarð í bygdini er at skapa trivnað. Vit meta, at ein barnagarður er fyrsta fortreyt fyri at gera tað lokkandi at búgva í kommununi [...] stovnin. Barnagarðurin, sum eisini fer at hava vøggustovu, verður bygdur nakað framman fyri skúlan. Kommunan hevur ognað sær alt økið heilt til skúlan, og ætlanin er, at økið burturav skal brúkast til annaðhvørt [...] Grivið er út fyri barnagarðinum. Tað er Norðsetur, sum hevur fingið uppgávuna at byggja barnagarðin, sum ætlandi skal verða klárur at taka í nýtslu 1. oktober. Hann verður í tveimum hæddum. Tann ovara verður