Maðurin, sum var fullur, ringdi sjálvur til løgregluna um middagsleitið og hótti við at taka lívið av sær og øllum, sum komu í nánd, visti Útvarp Føroya at siga leygarkvøldið.
Ein, sum hevur sæð tilburðin greiðir frá, at maðurin gekk fleiri ferðir og mól aftur og fram inn í húsini á Sundsvegnum.
Lumpaði
Aðru ferð 39 ára gamli maðurin kemur út úr húsunum, leggur hann byrsuna á vegin, og stingur hendurnar upp í loft, sum ætlar hann at yvirgeva seg. Men tað gjørdi hann als ikki. Løtu seinni tekur hann byrsuna uppaftur og byrjar at sikta eftir løgregluni, sum tá hevði umringað mannin.
Maðurin var rættiliga óður og harðligur, og hann smekkaði byrsuna í ein hegnpela, og hetta gjørdi so, at byrsan brotnaði. Hann fer innaftur í húsini, men tá hann so triðju ferð kom út, legði hann aftur byrsuna á vegin og yvirgav hann seg síðani til løgregluna.
Eisini lat maðurin eitt skot móti løgreglubilinum, har tveir løgreglumenn og eitt vitni krógvaðu seg.
Varðhaldsfongslaður
Sunnudagin kom maðurin fyri í grundlógaravhoyring. Hann varð millum annað skuldsettur fyri, at hava hótt tænastumenn í yrki og sivil fólk, og ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð varðhaldsfongslaður.
Í hesum hevur ákærduvaldið fingið viðhald, tí byrsumaðurin varð varðhaldsfongslaður í 12 dagar. Hann mótmælti ikki avgerðina hjá rættinum. Av tí, at ein sjónbandaupptøka er gjørd, og eitt vitni var á staðnum, styrkir hetta illgrunan um, at tann 39 ára gamli maðurin er sekur í skuldsetingunum, sigur rætturin.
Fyribils er maðurin skuldsettur fyri trý brot á revsilógina. Millum annað fyri at hava siktað fleiri ferðir eftir løgregluni og fyri at skjóta eftir henni og vitnunum.
Harafturat er hann skuldsettur fyri at koma fólkunum í grannalagnum í vanda, tá hann skjeyt eftir løgregluni, men maðurin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum.
Nú er maðurin varðhaldsfongslaður, tí soleiðis fær hann ikki órógvað kanningararbeiðið hjá løgregluni.