Spania er víðari

Bólkur B
Fernando Morientes typti kjaftabreiða málverjan hjá Paraguay, og Suður Afrika liggur væl fyri í kappingini um at vinna seg víðari

HM-fótbóltur

Tað er ikki løgið, um hart rópani málverjin hjá Paraguay, Jose Luis Chilavert, er heldur kvirrari enn vanligt í hesum døgum.
Undan dystinum móti Spania hevði málverjin, sum einaferð varð mettur sum hin besti í heiminum, at Paraguay heilt víst fór at vinna á Spania. Sjálvur roknaði hann eisini við, at hann fór at skjóta tvey av málinum í sigrinum móti einum »yvirmettur sponskum liði«.
Fyrra hálvleik tóktist tað eisini soleiðis, at Paraguay hevði møguleika at vinna dystin, men hetta broyttist, tá Fernando Morientes í seinna hálvleiki kom á vøllin. Fyrst javnaði hann, og tá Chilavert seinni mistók seg, kundi hann leggja spaniólar á odda, og so kundi Hierro økja um málmet sítt á spanska landsliðnum, tá hann fram móti dystarenda kundi seta eitt brotsspak trygt í netið.
Við sigrinum hevur Spania tryggjað sær pláss millum tey seinastu 16, meðan Paraguay má seta sítt álit á, at spaniólar vinna seinasta dystin í bólkaspælinum móti Suður Afrika.

Zuma væl fyri)
Suður Afrika hevur nevnliga allar møguleikar at vinna seg víðari, eftir at teir vunnu 1-0 á Slovenia, sum var heimsenda Zlatko Sahovic fyriuttan.
Málið kom longu eftir fýra minuttum, og við tapinum eru slovenar úti úr kappingini. Javnleikur í seinasta dystinum móti Spania er hin vegin nóg mikið hjá Zuma og Co., og tað er ikki óhgsandi, at spanski venjarin fer at lata fleiri av vanliga føstu leikarunum hvíla í dystinum, og hartil kemur, at spaniólar neyvan eru alt ov áhugaðir í at hjálpa Chilavert, sum soleiðis tykist hava gjørt meira enn hálvt sjálvmál við sigurssælu rópum sínum.

Úrslit:
Spania-Paraguay 3-1 (0-1)
0-1: sjálvmál, 10
1-1: Fernando Morientes, 53
2-1: Fernando Morientes, 69
3-1: Fernando Hierro (br.), 82

Suður Afrika-Slovenia 1-0 (1-0)
1-0: Siyabonga Nomvete, 4