tveir minuttir fyri hálvleik noyddist liðformaðurin á landsliðnum, Jan Dam, at fara út, tí hann var skaddur. Hann kom ikki innaftur, og alt hetta kundi bent á, at tað fór at vera GÍ, sum í 2. hálvleiki fór [...] Joensen, og Henning og Magni Jarnskor vóru í stuttum tjóðri í álopinum, tí ávikavíst Bjarki Mohr og Hans Fróði Hansen eltu teir og ansaðu teimum sera væl. Gøtumenn royndu at yvirmanna álopspartin í 2. hálvleiki [...] leiðslumálið og harvið kanska sigurin. Støðan var framvegis 0-0, tá Henning Jarnskor slapp leysur, hann lyfti bóltin uppum Kaj Leo Johannesen, sum leyp út, HB málverjin tveitti seg, men alíkavæl eydnaðist
Seinastu tvey árini hevur Páll Guðlaugsson vant GÍ, men hann fer nú til Íslands at royna seg. Johan Nielsen var venjari í HB í 1996 og helvtina av 1997, tá hann fór frá. Tá B68 sendi sín jugoslaviska venjara til [...] heldur sami venjarin eisini fram. Hann er úr Jugoslavia og kallast Zoran Pavlovic. Sumba er hitt nýggja liðið í 1. deild, og teir hava fingið fatur á jugoslaviskum venjara. Hann kallast Sparsoie Bibercic og [...] er fyrsta ferðin í nógv ár, at HB ger tað. Venjarin hjá HB kemur úr Rumenia og kallast Ion Gaulgao. Hann hevur spælt á rumenska landsliðnum og fyri Universitatea Craiova, sum HB royndi seg ímóti í Europa-Cup
ráðgevur myndugleikunum her á landi, og hin í Danmark. Bjarni Olsen er nøgdur við donsku frágreiðingina. Hann heldur, at nevndin kemur við rímiligum sjónarmiðum, og at hon kemur rættiliga víða um í føroyskum [...] fáa í Føroyum. Hetta kann geva lægri manningarhýrur, sigur Bjarni Olsen. - Fær illa verið øðrvísi Hann heldur, at tað hevði verið gagnligari at tosa um, at tað ber illa til at fáa góðan búskap, við reglum [...] endurreisa vinnulívið, men tað hevur heldur ikki eydnast? - Framtaksgrunnurin er har, og vit kunnu taka hann við. Trupullekin har er tann sami, at eingin vil seta pening í, og heldur ikki í virkini hjá grunninum
føroyingar merkja nærum dagliga, at heimurin er ikki tað, hann var, og teir kunnu samstundis vera vísir í, at heimurin í morgin, verður ikki tann sami, sum hann er í dag. Kunningartøknin (KT) mennist við rúkandi [...] . Niels Christian Nolsøe er stjóri á Elektron og hann er limur í KT-bólkinum, sum júst hevur gjørt eitt uppskot um eitt KT-stevnumið fyri Føroyar. Hann er sannførdur um, at menningin innan kunningartøkni [...] vit eru á ongan hátt komin í hæddina enn. Vit eru stødd við byrjanina til eina KT-kollvelting, sigur hann. ? Eftir seinna heimsbardaga og fram til sjeytiárini var framgongdin stór og livistøðið meiri enn
ella annað. Men nú vit hava fingið frágreiðingina, vænti eg vit fara at hyggja at málinum, sigur hann. Møguligu útbyggingarnar í Vágum eru í tveimum. Í fyrstu atløgu er tað spurningurin um at seta upp [...] útbyggingina, tí tað eru aðrar ætlanir um flogvøll í Føroyum. Hetta skal eisini vera orsøkin til, at hann er ímóti undirsjóvartunli um Vestmannasund, tí nettupp flogvøllurin verður brúktur sum jarnbrot fyri [...] fyribils, tí tað vóru møguliga aðrar ætlanir um flogvøll. Men tað kennir Theo Rabenberg onki til. Hann sigur, at honum kunnugt eru ongar ábendingar komnar um tað. Men tað er greitt, at vit fylgja við
fyri føroyingum, er fjøltáttaður maður. Hann tók stig til norðurlendsku fløguna "Rock from the cold seas", ið Tutl og NORA í felag fingu á marknaðin. Nú hevur hann ætlanir um at hava handil í Reykjavík, [...] eftir føroyskar tónasmiðir. Eini limurin í Blásarakvintett Reykjavíkar er hálvur sumbingur og umboðar hann Tutl í Íslandi á klassiska økinum. Kvintettin skal leika verk eftir E.N. Debes, K. Blak, A. Petersen [...] "relax tónleikur". Harumframt ætlar Jens Guð, at handilin skal vera eitt slag av heilsubúð. Her hugsar hann t.d. um at selja indiskt the og so framvegis, so ivaleyst verður hetta ein spennandi og fjølbroyttur
lagað, tí hann fórst við Onnu árið eftir 24 ára gamal, og mundi hetta seta stopp fyri tínum dreymum at blíva sjómaður. Krossteig fór 18 ára gamal til Havnar í 1926 á læraraskúla, haðani hann fekk prógv [...] lívi tínum; hetta skuldi verða ein royndartúrur, sum pápi tín tók teg við suður til Vágs á beding. Hann var skipari á Norðlýsinum; men á veg norður bleiv illveður á landsynningi, og var tú meira deyður [...] Hesin minniligi túrur skuldi verða tann seinasti, sum tú var saman við pápa tínum, tí um heystið gekk hann burtur við Norðlýsinum og allari manningini. Hetta vóru sjálvsagt tungir dagar hjá tykum, og komu
Magni Jarnskor skuldi koma inn og enda á høgra vongverja, har hann ikki plagar at spæla. Tá John Petersen kom inn var tað góður styrkur. Hann fall væl inn í samanspælið, og hevði Todi Jónsson ikki verið [...] hevði rætta hugburðin, arbeiddi nógv og so fegin vildi vísa, at tað var rætt av venjaranum at taka hann framum John Petersen. Svarta løtan Og so var tað, at alt tað, sum var borðreitt við í 1. hálvleiki [...] langt afturi og meiri mitt fyri, eftir at Jan Dam var rikin av vølli og sannførdi bæði umførini um, at hann framvegis er gott boð uppá pláss í byrjunaruppstillingini) og Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson
Jens Guð. Í fjør vitjaði hann í Føroyum fyri at halda skeið í kaligrafi. Skeiðið varð væl vitjað og hann kemur aftur á í Føroyum í oktober í ár. Tá hann vitjaði í fjør, legði hann lunnar undir ætlanina um [...] fram. Her var orsøkin veður. Men Jens Guð gjørdi ikki vandari, enn at halda eina rimmar konsert, har hann lá veðurfastur í kavanum, og tað sigst ikki at hava gingið stillisliga fyri seg, men sera væl eydnað
ætlar sær á aðalfund hjá Fótbóltssambandinum fyrrapartin leygardagin. Hann er formaður í ÍSF, og tað er við tí kaskettini uppi á, at hann møtir á aðalfundinum: ? Eg royni at møta á aðalfundi hjá øllum ser [...] okkum frá UFA, sum teir hava sjónvarpsavtalu við. Nógv at fáa upp á pláss Heðin Mortensen sigur, at hann roknar við, at eitt útspæl fer at koma frá fyrireikingarnevndini áðrenn ein mánaði er farin, og tað [...] partafeløg. Í Parkini eigur eitt partafelag vøllin, og eitt annað partafelag við somu eigarum rekur hann. Teir hava selt áskoðarapláss og losjur fyri at fáa pening til vega, meðan norska partafelagið í smáum