Í Føroyum eru tað Kristian Blak frá Tutl og Rakul Petersen frá NORA, ið hava verið frammi í sambandi við verkætlanina viðvíkjandi tónleikasamstarvinum í útnorði. Eitt samstarv, ið fevnir víða, bæði innan virksemi og landalæruna.
Men eisini kenna føroyingar íslendingin Jens Guð. Í fjør vitjaði hann í Føroyum fyri at halda skeið í kaligrafi. Skeiðið varð væl vitjað og hann kemur aftur á í Føroyum í oktober í ár.
Tá hann vitjaði í fjør, legði hann lunnar undir ætlanina um fløguna "Rock from the cold seas. Ein savnsfløga við rockbólkum úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Sámalandi.
Spæla á festivalum
Fløgan er liður í at gera vart við norðurlendskan tónleik og hugsjónin er, at vit kenna ov lítið til tónleikin hjá næstu grannum okkara. Og fløgan fekk góða móttøku í teim ymsu londunum. Hatespeech høvdu longu vunnið sær lurtarar í Íslandi. Grønt Fót Slím hava fingið góða móttøku í Grønlandi.
Hesir báðir bólkarnir fingu, sum úrslit av fløguni, innbjóðing at spæla á festivalum. Hatespeech í Íslandi og Grønt Fót Slím í Grønlandi. Tað gekk tó heldur illa við luttøkuni hjá Grønt Fót Slím, tí teir komu ongantíð avstað, men tað var ikki teirra skuld.
Teir skuldu luttaka á Nipiaa Rock Festival, sum varð hildin fyrstu ferð í august í ár. Men byrjanartrupulleikar og vantandi royndir gjørdu, at ymiskt fyrireikingararbeiði ikki var, sum tað átti. Til dømis varð bólkurin boðin at luttaka. Seinni vísti seg, at sponsorar lupu frá sínum avtalum við festivalin, so bólkar mátuu gjalda sjálvir. Eisini vísti tað seg, at tað tekur einar 5 dagar úr Føroyum til Aasiaat. Hetta var eingin rættuliga greiðir yvir, fyrr enn ov seint var.
Jens Guð í kava
Ein annar av luttakarunum, Alsæla við Jens Guð á odda, náddi heldur ikki fram. Her var orsøkin veður. Men Jens Guð gjørdi ikki vandari, enn at halda eina rimmar konsert, har hann lá veðurfastur í kavanum, og tað sigst ikki at hava gingið stillisliga fyri seg, men sera væl eydnað. Kanska vit frætta nærri frá tiltakinum í kavanum seinni.
Alt í alt, so leiktu bert lokalir bólkar á Nipiaa festivalinum í Aasiat, men hetta verður vónandi bøtt um til næstu ferð. Men skuffandi fyri føroyska bólkin, má ásannast.
Hatespeech og síðstu oyruni
Føroyski rockbólkurin Hatespeech er boðin at leika á Nordpopp, ið er ráðstevna, ið verður í Reykjavík 8. til 11 oktober. Enn er tó eftir hjá teimum at finna síðstu krónurnar til ferðina, tí teir gjalda sjálvir og mugu finna sponsorar.
Eini 200 ungfólk savnast í Reykjavík til Café Norden - Nordpopp. Her verður viðgjørt evnið norðurlendskur tónleikur til og ungfólk, gjørdur av ungfólki. Serfrøðingar, tónleikarar og lurtarar fara at røða um, hví norðurlendskur tónleikur ikki fær størri rásarúm. E talan um fordómar?
Tvær konsertir vera, har 12 bólkar úr ymsum londum spæla. Konsertirnar verða sendar beinleiðis í útvarpi og kanska eisini í sjónvarpi og á internetinum. Eisini verður ein útgáva gjørd og bløð og tíðarrit samstarva eisini við tiltakið.
Grannar - harmonikutreff í Føroyum
Eitt annað tiltak, ið eisini hevur borið ávøkst, er harmonikufløgan Grannar, har fleiri lond luttóku. Berg og Jacobsens Dansiorkestur hevur síðani verið á ferð í Danmark og komandi summar verður harmonikutreff í Føroyum.
Annars siga fólkini handan rúgvusmiklu ætlanina, ið fevnir um fløgu útgávur, film og sølu og marknaðarførslu av norðurlendskum tónleiki, at verkætlanin er longd eitt ár. Eins og í fjør, so er ætlanin at luttaka á stóru messuni Midem í ár. Í fjør luttóku úr Føroyum Kristian Blak og Rakul Petersen.
Ætlanin er annars ikki at satsa breitt longur, men heldur at leggja seg eftir ávísum leiðum, har vit eru sterk. Í hesum sambandi er ætlan um etniska fløgu og ætlanir eru eisini frammi um ein slíkan film.
Blue'n'Icy
At nýta internetið sum sølustað gerst eisini alt vanligari. Í hesum sambandi er ein heimasíða ávegis, ið vísir á norðurlendskan tónleik. Síðan fær heitið Blue'n'Icy.
Eisini eru ætlanir um at fáa samband við Amazon, ið er kent sølustað á internetinum.
Sum skilst, so er talan um verkætlan, ið hevur nógv jørn í eldinum og har ein ætlan kann føra fleiri við sær og breiða seg sum ringar í vatni. Við hesum hevur føroyskur tónleikur møguleikar, ið ikki hava verið áður, men tónleikaheimurin er serstakur og ringt er at sláa ígjøgnum. Men miðvíst arbeiði verður gjørt og samstarv um landamørk er kanska eitt lyklaorð. Ein kann í hvussu er fegnast um, at tað við "Rock from the cold seas" er eydnast at lata oyruni upp, so gannar hoyra hvønn annan.
Filmur
Vit hoyra seinni meira um ein film, ið er gjørdur við føroyskum, íslendskum og grønlendskum bólkum. Filmurin var upprunaliga ætlaður til marknaðarførslu, men bleiv annað og meira og fleiri vísa honum áhuga. Filmurin verður væntandi vístur í SVF og KNR í Grønlendi hevur keypt filmin og DR 2 hevur partvís áhuga í filminum.










