Kunningartøknin fer at kollvelta okkara samfelag

Næstu árini fer menningin av kunningartøkni at ganga við rúkandi ferð. Tað, sum vit uppliva við internetinum í dag, er bert byrjanin til eina veruliga KT-kollvelting, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron og limur í KT-bólkinum

Allir føroyingar merkja nærum dagliga, at heimurin er ikki tað, hann var, og teir kunnu samstundis vera vísir í, at heimurin í morgin, verður ikki tann sami, sum hann er í dag.

Kunningartøknin (KT) mennist við rúkandi ferð, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina, skulu vit meta okkum eftir tí, sum køn fólk á økinum siga. Tey siga øll við ein munn, at vit eru bert stødd við byrjanina til eina størri KT-kollvelting, sum fer at ávirka gerandisdagin hjá fólki á øllum hugsandi økjum.

Í Føroyum eru fyrstu tekini til hesa kollvelting langt síðani komin. Internetið gerst ein alsamt meiri brúktur og betri umtóktur miðil, 40 prosent av føroyska fólkinum hevur teldu, og innan stutta tíð verður møguligt at avgreiða síni bankaørindi heimanífrá.

Niels Christian Nolsøe er stjóri á Elektron og hann er limur í KT-bólkinum, sum júst hevur gjørt eitt uppskot um eitt KT-stevnumið fyri Føroyar. Hann er sannførdur um, at menningin innan kunningartøkni fer at halda fram nógvu næstu árini.

? Alt bendir á, at menningin fer at taka ferð á seg, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina enn. Vit eru stødd við byrjanina til eina KT-kollvelting, sigur hann.

? Eftir seinna heimsbardaga og fram til sjeytiárini var framgongdin stór og livistøðið meiri enn tvífaldaðist, og tað eru nógv sum halda, at vit næstu árini fara uppliva eitt líknandi tíðarskeið, har menningin kanska verður enn størri.


Heimurin er broyttur

Saman við menningini á telesamskiftistøkinum, stendur teldan rættiliga sentral í nýggju tøknini, og tað er ein sannroynd, at menningin á tí økinum gongur so skjótt fyri seg, at tað er trupult at fylga við og altíð hava bestu og skjótastu telduna. Tað er bara hálvtannað ár ímillum at processorurin, sum er heilin í telduni, tvífaldar sín kapacitet, og mætir teldumenn sum t.d. Bill Gates halda, at hendan menningin kann halda fram í nógv ár afturat, kanska í 20 ár ella meiri, ið hvussu so er sæst í løtuni eingin endi á menningini við processorinum.

? Tað hendir eisini nógv innan teldusamskiftið, og tað internetið, sum vit kenna og verður so nogv brúkt í dag, er bara byrjanin til ein heimsumfatandi kunningarmotorveg, sigur Niels Christian Nolsøe.

? Heimurin er broyttur og nú luttekur allur partur av heiminum í menningini. Fyri 20 áum síðani vóru stórveldið sum Sovjett, Kina og nógv onnur lond als ikki við, men tað eru tey nú, og tað leysgevir nógvar kreftir. Og alt hetta gevur ábendingar um, at vit eru á veg inn í eina menning, sum kanska verður størri enn hon var eftir seinna heimsbardaga.

Hóast tað eru fólk, sum ræðast slíka menning, eru framtíðarútlitini fyri einaferð skuld góð og ljós.

? Vit minnast øll hvussu tað var ítíðarskeiðnum við tí kalda krígnum, tá stórveldini stóðu andlit til andlit við atomvápnum, og vit vóru øll sannførd um, at tað fór at enda við atomkríggi og atomvetri. Men gongdin gjørdist meiri positiv enn nakar hugsaði. Og sammeta vit okkara tíð við 30?ini, tá facisman vann sær vald nógvastaðni, síggja her í 90?unum eina heilt øðrvísi gongd, har tað fer fram ein størri demokratiseringsprocess kring knøttin.

? Alt bendir á, av vit eru í einari góðari støðu, og fyri einaferð skuld eru framtíðarútlitini ljós. Hetta er alt góðar fortreytir fyri einari góðari og friðarligari menning, heldur Niels Christian Nolsøe.


Føroyar skulu vera við

Hóast ídnaðarsamfelagið, sum vit kenna tað, spakuliga verður avloyst av einum kunningarsamfelag, verður tú ikki av tær sjálvum tikin við í menningina.

? Neyðugt er við einum aktivum innsatsi, skulu Føroyar ikki verða afturúrsigldar, og tað er við hesum í huga, at vit í KT-bólkinum hava gjørt eitt KT-stevnumið fyri Føroyar. Har leggja vit millum annað dent á, at kunningartøkni gerst ein størri partur av skúlunum, bæði sum sjálvstøðug lærugrein og sum partur av allari undirvísingini. Og tað eru ikki bert børnini og tey ungu, sum skulu fáa lærdóm innan kunningartøkni, øll skulu hava høvi til tað, sigur Niels Christian Nolsøe.

? Hyggja vit bara nøkur fá ár aftur í tíðini, so sæst, at nógv er hent á kunningarøkinum, eisini í Føroyum. PC-arin er vorðin vanligur partur av húsarhaldinum, og fer ivaleyst at gerast líka vanligur sum sjónvarp og telefonin, og internetið er eftir øllum at døma komið upp úr ongum.

? Og menningin heldur fram. Vit ríða bara á fyrstu bylgjuni nú, og vit eru á ongan hátt komin í hæddina á KT-økinum. Tað er sannlíkt, at verandi møguleikar við internetinum fara at verða útnyttaðir í nógv størri mun í framtíðini, og Internet-Sosialurin er bara eitt dømi um teir mongu møguleikarnar. Um stutta tíð fáa vit Home-Banking, og tað er sannlíkt at tað almenna og vinnan fara at brúka samskiftið um internetið í nógv størri mun.

Tíðirnar broytast og alt bendir á, at vit standa frammanfyri einum tíðarskeiði, har menningin fer at taka ferð á seg, og framtíðarsamfelagið verður nakað væl øðrvísið skipað, enn tað vit liva í í dag.