sinni og eg havi gott áræði at halda fram við politiska arbeiðinum. Eg ynski at vera við til, at øll fólk skulu mennast og trívast í Føroyum. Til hetta løgtingsvalið havi eg savnað meg um hesi øki og borið [...] fram í skrift og/ella talu. Økini eru: - Vinnulívið - skapar vøkstur, menning og vælferð - Ríkisfelagsskapurin - hevur virði og gevur møguleikar - Náttúra og orka - vit eiga at velja og menna grønar o [...] Heilsu-, almanna- og skúlaøkið - eiga javnt og samt at mennast - Búskaparstýring - er altíð neyðug - Samferðsluútbyggingar - menna altíð samfelagið Øll økini hava týdning og ikki ber til bert at taka eitt burturúr
Róin. Hann heldur, at byggifyritøkurnar hava lyndi til at skrúva prísin upp, tá tað er tað almenna, sum byggir, og at teir sleppa at gera tað uttan trupulleika. - Tað tykist sum um, at almennar krónur ikki [...] fermeturin, men tað almenna gevur 30.000 fyri fermeturin uttan at blunka, sigur Andras Róin. Hann heldur ikki, at tað er ráðiligt at byggja íbúðirnar, um tað verður ov kostnaðarmikið, tí tað fer ikki at bera til [...] frá tí almenna og tí privata. Tað er eingin ivi um, at tað fer at leggja trýst á byggikostnaðin, og hann er í forvegin ov høgur, heldur stjórin í Bústaðir, Andras Róin. - Vit hava sum mál at byggja fyri í
aftanfyri verkætlanina heldur tað vera sera gott, at føroyingar eru knýttir at hesi ætlan, og at tað hevur eydnast at fáa øll oljufeløgini at arbeiða saman. Tað er í teirra alra áhuga, at gátan við basaltinum verður [...] hava til endamál at vita, hvussu ljóðbylgjurnar bera seg at í basaltinum. Tað er greitt, at hægri føroyskir granskingarstovnar hava ein týðandi leiklut í hesi granskingini. Ein kann siga, at henda stóra verkætlan [...] møgulig risastór olju og gassfelt. Hetta er í tráð við føroyska oljupolitikkin: at leitingin skal koma inn á grynri vatn heldur enn at vera úti í stóru dýpunum, har kostnaður og arbeiðsumstøður eru nógv
flokkur og Danmark er og verður eitt av samskiftislondum okkara; eitt tjóðveldisumboð fer at virka fyri at varðveita og menna teir møguleikar, sum føroysk lesandi og granskarar, sjúklingar og arbeiðsfólk [...] burturvið at pástanda, at Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera meiningsleyst at senda tvey tjóðveldisumboð á Fólkating. Tjóðveldisflokkurin ætlar sær á Fólkating at taka loysing! Hetta er ikki beint! Tjóðveld [...] fólkatingsval. Sjálvandi royna aðrir flokkar at fáa hetta til at framstanda sum høpisleyst. Pástandirnir eru væl kendir. Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera meiningsleyst at velja tvey umboð í Fólkatingið! Hetta
Ein ungur og evnaríkur føroyskur hondbóltsspælari aftrat fer nú av landinum at royna, hvussu langt góðu evnini fara at bera. Tað er 16 ára gamli Óli Mittún, sum nú flytur úr H71 og til svenska meistaraliðið [...] har bæði spælarar og venjararar eru góðir, og har vóni eg at mennast sum spælari. At systkinabarnið Elias spælir har er orsøk til, at eg havi sæð nógvar av dystunum hetta seinasta árið, og Elias hevur givið [...] ikki ókent í føroyskum hondbólti, og Óli Mittún veit heilt víst nógv um felagið, tí har er tað, at systkinabarn hansara Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir. - Sävehof er gott næsta stig fyri meg. Hetta er stórt
sær ? tað var ivaleyst fyri at hevna seg ? nýtast á fundum og skeiðum fyri dómarum. Eitt eru reglurnar, og eitt annað er tulkingin av teimum og kenslan fyri, hvussu tað er neyðugt at stýra og fáa tað at glíða [...] týðuligt, at talan var um grannauppgerð, og tað var týðuligt, at talan var um fyrra dystin av tveimum. Líkindini vóru einki at rópa hurrá fyri. Tað mundi vera ein partur av frágreiðingini til, at spælið ikki [...] . Um tað eydnast teimum at skora eitt mál, so skal B68 skora tvær ferðir og ikki bara eina ferð. Um tað fer at standa á jøvnum í málum, so verða tað málini, ið eru skorað á útivølli, sum fara at verða
Fyrireikararnir siga somuleiðis, at tað er ein góður háttur at byrja eitt nýtt renniár, og tá talan er um tað almenna rørsluári, rokna tey við nógvum luttakarum. Renningin sjálv byrjar klokkan 16 leygardagin [...] luttakarar, og í fjør vóru yvir 600. Leygardagin verður 23. og helst størsta renningin, men seinasta freist at melda seg til er í dag Tann 25. apríl 1987 varð fyrsta flaggdagsrenningin, og tá vóru 39 [...] luttakarar. Í fjør vóru yvir 600, og fyrireikararnir hava góðar vónir við veðrinum leygardagin. - Hann sigur umleið tað sama sum nú, so tað skuldi verið gott, sigur Fríðrik Bláhamar, fyrireikari. Fyri
stuttligt vit halda tað vera og um brot á mannarættindi við at lata smábørn taka lut í arbeiðnum at drepa grind, vísir felagsskapurin á, at fótbóltur eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi. Men í hesum [...] FIFA og UEFA,landstýrinum, umframt føroyska og danska landsliðnum. Felagsskapurin vísir á, at hóast tvøst og spik eru illa dálkað, verður tað bytt ímillum fólkið, eisini børn og kvinnur við barn. Tað verður [...] sskapur heitir nú á bæði FIFA og UEFA um alment at fordøma grindadráp í Føroyum og at tveita Føroyar úr altjóða kappingum til vit halda uppat at drepa grind. Hetta er tað, sum týski umhvørvisfelagsskapurun
mest í málum ið gagna og viðkoma Føroya fólki og landinum. Tað mest umráðandi hjá einum umboði úr Føroyum er, at ein ikki innlimar sína ávirkan inn í danskan partapolitikk, men at ein allatíðina hevur Føroyar [...] seg í danskar flokkar, og harvið missa tey frælsi til ávirkan. Tjóðveldisflokkurin hevur verði Tjóðveldisflokkurin eisini á fólkatingið, har er eingin bróyting. Og prógvast kann at ávirkanin ið er nú, ikki [...] um bæði umboðini høvdu umboða Tjóðveldisflokkin og harvið Føroyar. Hetta er ikki ein spurningur um fullveldi ella samband, tí loysingin kemur ikki at vera tikin í Danmark, men úr Føroyum. Tí kunna øll trygt
sparingar. Pedagogar og starvsfólk sum heild í primer- tænastunum eiga at vera vaktundar og við til at tryggja, at borgarin hevur tað gott og at dagligdagurin er tryggur fyri landsins borgarar. Starvsfólk [...] Almannaverkinum fara ikki at tora at úttala seg alment um nakað sum helst, tí tey óttast stjórans vreiði og møguliga at enda á einum svartalista. Tað er ótrúligt og sera, sera harmiligt, at slík toppstýring, kann [...] heldur ikki tora at úttala seg. Í fyrsta Pedagogblaðnum í 2011 høvdu vit talufrælsið sum tema, og eftir tað, sum nú er hent, haldi eg tað vera so sera neyðugt enn einaferð at gera greitt, so tað stendur rimmarfast