Óli Mittún fer at spæla við svenska meistaraliðnum

Evnaríki H71 spælarin fer fýra tey næstu árini at spæla við Sävehof

Ein ungur og evnaríkur føroyskur hondbóltsspælari aftrat fer nú av landinum at royna, hvussu langt góðu evnini fara at bera.

 

Tað er 16 ára gamli Óli Mittún, sum nú flytur úr H71 og til svenska meistaraliðið Sävehof. Felagið er ikki ókent í føroyskum hondbólti, og Óli Mittún veit heilt víst nógv um felagið, tí har er tað, at systkinabarn hansara Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir.

 

- Sävehof er gott næsta stig fyri meg. Hetta er stórt felag, har bæði spælarar og venjararar eru góðir, og har vóni eg at mennast sum spælari. At systkinabarnið Elias spælir har er orsøk til, at eg havi sæð nógvar av dystunum hetta seinasta árið, og Elias hevur givið mær ráð um at flyta til Partille, har hann sigur, at teir taka sær væl av ungum spælarum, og har felagsskapurin er góður. Mær dámar væl mátan, sum venjarin Michael Apelgren skipar hondbóltsspælið, sigur Óli Mittún við heimasíðuna hjá felagnum.

 

-Hetta verður spennandi. Óli er framúr frammarlaga sum hondbóltsspælari, tá ið havt verður í huga, hvussu ungur hann er. Hann er kropsliga sterkur og sera skilagóður spælari. Hann passar sera væl til tann profilin av spælarum, sum vit altíð leita eftir, sigur ítróttarstjórin í Sävehof Emil Berggren.