Hvørgin parturin vildi tapa

Tað er framvegis púra opið, um tað skulu vera toftamenn ella teir í Runavík, sum skulu í steypafinaluna

Um tað verður B68, ella um tað verður NSÍ, sum skal spæla fótbólt ólavsøkudag, er á ongan hátt avgjørt. Fyrra umfarið í hálvfinaluni ímillum grannafeløgini á Skálafjørðinum endaði málleyst.
Tað var týðuligt, at talan var um grannauppgerð, og tað var týðuligt, at talan var um fyrra dystin av tveimum. Líkindini vóru einki at rópa hurrá fyri. Tað mundi vera ein partur av frágreiðingini til, at spælið ikki var gott, men bara ein partur. Grannauppgerðir eru ofta órudduligar. Henda var einki undantak í so máta. Bólturin var nógv í luftini, og tað vóru nógvar langar sendingar og nógvar sera lítið neyvar sendingar.
Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. NSÍ rakti eina ferð í stólpan, og einar tvær ferðir beindi B68 málverjin langskotsroyndum til horna. Anders Nygaard hjá B68 var tríggjar ferðir spældur leysur fyri NSÍ málinum, men Jens Martin Knudsen er framvegis ein brandur millum stólparnar, og ikki minst tá talan er um ein ímóti einum støðum er hann stinnur. Tað prógvaði hann tær ferðirnar, sum B68 miðframherjin kom leysur í brotsteiginum.
At málmøguleikarnir ikki vóru so nógvir var ein staðfesting av tí veruleikanum, at tað var ikki í hesum dystinum, at avgerðin skuldi fella um, um tað skal verða NSÍ ella B68, sum skal spæla finaluna. Bæði liðini vóru stutt sagt meiri upptikin av ikki at tapa, enn tey vóru av at spæla álopsspæl og harvið til upplagdar málmøguleikar.
Tað verður í seinnu hálvfinaluni, at avgerðin skal fella. Nær tann dysturin skal spælast var ikki avgjørt, tá blaðið fór til prentingar, men tað er eingin orsøk at skunda sær so leingi, sum HB og VB ikki hava spælt fyrru hálvfinaluna.
B68 kann kanska metast sum lítil favorittur, tí teir eiga heimavøll. Men NSÍ hevur stórar møguleikar. Um tað eydnast teimum at skora eitt mál, so skal B68 skora tvær ferðir og ikki bara eina ferð. Um tað fer at standa á jøvnum í málum, so verða tað málini, ið eru skorað á útivølli, sum fara at verða avgerandi.

Landsliðsmenn sóu reytt
Tveir av mest eyðsýndu spælarunum í føroyskum fótbólti tey seinastu árini vóru miðdepul fyri tí, sum ikki hevur við fótbóltsspælið at gera. Fróði Benjaminsen hjá B68 varð rikin av vøllinum síðst í 1. hálvleiki, og tíðliga í 2. hálvleiki sá Pól Thorsteinsson hjá NSÍ reytt.
At reyða kortið var tvær ferðir á lofti, og at gula kortið eisini varð víst, kundi boðað frá, at talan var um tætta og ófantaliga grannauppgerð. Soleiðis var tað yvirhøvur ikki. Spælið var á ongan hátt ófantaligt, og taklingarnar vóru ongantíð ljótar.
Spuringurin um linjuna hjá dómaranum verður altíð aktuellur, tá tveir spælarar verða riknir av vøllinum. Ikki minst tá talan er um lítið ófantaliga uppgerð. Okkum er ikki kunnugt, um nakar dómaraeygleiðari var í Runavík. Men undir øllum umstøðum kunnu støðurnar, sum bóru reyðu kortini við sær ? tað var ivaleyst fyri at hevna seg ? nýtast á fundum og skeiðum fyri dómarum. Eitt eru reglurnar, og eitt annað er tulkingin av teimum og kenslan fyri, hvussu tað er neyðugt at stýra og fáa tað at glíða so væl, sum tað á nakran hátt ber til.
Undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at Fróði Benjaminsen verður ikki á B68 liðnum, tá teir á Svangaskarði annan hvítusunnudag fáa vitjan av EB/Streymi. Pól Thorsteinsson fer ivaleyst at halda hvítusunnu í heimbygdini Vági. Men hann sleppur ikki upp í part, tá NSÍ 2. hvítusunnudag fer at spæla ímóti VB.

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Jónstein Petersen ? Ian Højgaard, Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen, Gert Langgaard ? Óli Hansen, Sonni L. Petersen

B68: Mikhal ??? ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Jann Ingi Petersen, Oleif Joensen, Fróði Benjaminsen ? Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen