Álop á talufrælsið

Maud Wang Hansen, Forkvinna í Føroya Pedagogfelag
----
Tað var eitt groft álop á talufrælsið, tá stjórin í Almannverkinum, Petra Johnsdóttir Joensen, í brævi fyri stutt síðani gjørt greitt fyri starvsfólkunum í eldrarøktini, at tað bert er stjórin, ið úttalar seg um sparingar í Almannaverkinum.
Og tað broytir lítið um støðuna, at hon síðani hevur drigið nakað í land aftur, tí bræv hennara hevur uttan iva longu havt ta effektina, sum hon helst hevur ætlað: Tey allar flestu starvsfólkini í Almannaverkinum fara ikki at tora at úttala seg alment um nakað sum helst, tí tey óttast stjórans vreiði og møguliga at enda á einum svartalista.
Tað er ótrúligt og sera, sera harmiligt, at slík toppstýring, kann fara fram á einum so stórum almennum arbeiðsplássi, sum Almannaverkið er.
Her eigur politiski myndugleikin at sláa nevan í borðið og minna stjóran á, at vit liva í 2013 í einum vesturevropeiskum, demokratiskum rættarsamfelagi, ið enntá sjálvt prýðir seg við spjaldrinum vælferðarsamfelag.
At eg sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag taki mær tykni av, at ein almannaverksstjóri roynir at skerja talufrælsið hjá sínum starvsfólkum, er tí, at eg óttist, at hetta kann smitta onnur almenn arbeiðsøki, eitt nú tað pedagogiska fakøkið, soleiðis at starvsfólk har heldur ikki tora at úttala seg.
Í fyrsta Pedagogblaðnum í 2011 høvdu vit talufrælsið sum tema, og eftir tað, sum nú er hent, haldi eg tað vera so sera neyðugt enn einaferð at gera greitt, so tað stendur rimmarfast, at ALLIR borgarar í landinum hava talufrælsi – og enntá taluskyldu, tá tað snýr seg um at siga frá, tá órættur verður framdur, ella okkurt skilaleyst fer fram, eisini tá tað táttar í vegna sparingar. Pedagogar og starvsfólk sum heild í primer- tænastunum eiga at vera vaktundar og við til at tryggja, at borgarin hevur tað gott og at dagligdagurin er tryggur fyri landsins borgarar. Starvsfólk hava eisini rættindi og ikki bert skyldur í samband við arbeiðið.
Og hetta talufrælsi, sum verður mett sum ein hornasteinur undir einum upplýstum, demokratiskum samfelag, er sanniliga eisini galdandi fyri almenn starvsfólk – fyri pedagogar eins væl og røktar- og heilsustarvsfólk.
Eg veit væl, at tað finnast undantøk, har loyalitetsskyldan kemur fram um talufrælsið, soleiðis at tað í ávísum førum verður skert. Men hetta er bert galdandi í heilt fáum førum og bara fyri fólk tætt at hægsta, avgerandi valdinum. Og tað var ikki adressan, tá stjórin í Almannaverkinum skrivaði sítt bræv.
Í útvarpinum hevur Petra Johnsdóttir Joensen síðani roynt at linka síni ráðisligu kravboð nakað. Hon hevur lagt eitt nýtt skriv út á heimasíðuna hjá Almannaverkinum, har hon vegleiðir um, hvussu starvsfólkini kunnu brúka teirra talufrælsi.
Men tað er ikki hennara uppgáva at læra síni starvsfólk, hvussu hon tulkar talufrælsið til sín og Almannaverksins fyrimun. Hinvegin er tað hennara uppgáva at kunna síni starvsfólk um, at tey eiga at brúka sítt talufrælsi, og at tey eisini hava skyldu at brúka tað – og at boða frá, um okkurt er.
Vónandi hevur hennara herferð ikki tept allar sangfuglar á almennu arbeiðsplássunum, men eg meti málið so álvarsamt, at ovasti starvsfólkaleiðari landsins, løgmaður, nú eigur at fara alment út og eggja almenn starvsfólk til bæði at verja og, ikki minni, brúka teirra talufrælsi.