Føroyingar við til at loysa basaltgátu

Herfyri stovnaðu oljufeløgini, sum eru virkin á landgrunninum, felagið Sindri, sum skal vera við til at loysa ymsar vísindaligar uppgávur í sambandi við leiting á landgrunninum. Sett er út í kortið ein rættiliga einastandandi verkætlan, sum hevur til endamál at loysa tann nógv umrødda basaltknútin. Stórur partur av føroyska landgrunninum er fjaldur av tjúkkum basaltfláum. Vanliga verður seismikkur brúktur til at "síggja", hvar í undirgrundini olja kann goyma seg. Men basaltið forðar seimisku bylgjunum at síggja niður undir basaltið. Nú eru so settar 10 mill. kr. av komandi trý árini at kanna basaltið sjálvt og fyri at finna út av, hvussu bylgjurnar hátta sær í hesum harða grótslagnum.

Undirgrund og gransking


Í fyrstu atløgu verða data savnað. Kanningarnar byrjaðu á Glyvursnesi fyri stuttum, har tað var borað 700 metrar niður gjøgnum basalt. Kjarnurnar verða síðani kannaðar á Jarðfrøðissavninum og hjá GEUS í Danmark. Tá boringin varð liðug var farið at gera fysiskar mátingar í boriholinum á Glyvursnesi og einum gomlu boriholi í Vestmanna. Borifólkini komu úr Finlandi. Fólkini, sum hava staðið fyri mátingunum í holunum, koma úr Wales. Aftrat hesum fólkum eru so bæði fólk frá Jarðfrøðissavni og GEUS við. Haraftrat hevur Fróðskaparsetrið fingið ein týðandi leiklut í tulkingini av tilfarinum. Fleiri av kjarnuprøvunum verða eisini sendir av landinum til framkomnar rannsóknarstovur.

Komandi vár verða síðani gjørdar seismiskar kanningar, sum hava til endamál at vita, hvussu ljóðbylgjurnar bera seg at í basaltinum.

Tað er greitt, at hægri føroyskir granskingarstovnar hava ein týðandi leiklut í hesi granskingini. Ein kann siga, at henda stóra verkætlan gevur ungum føroyskum granskarum møguleika at royna seg á einum nýggjum øki, hvørs rávøra er føroyska undirgrundin, føroyskt basalt.

Claus Andersen, deildarleiðari á Jarðfrøðissavninum og ein av oddamonnunum aftanfyri verkætlanina heldur tað vera sera gott, at føroyingar eru knýttir at hesi ætlan, og at tað hevur eydnast at fáa øll oljufeløgini at arbeiða saman. Tað er í teirra alra áhuga, at gátan við basaltinum verður loyst.

Ein kann eisini siga, at nettupp henda gransking er avgerandi fyri, um oljufeløgini í framtíðini fara at váða nógvan pening við at bora gjøgnum basaltið og harvið avdúka, hvat liggur undir tí - møgulig risastór olju og gassfelt. Hetta er í tráð við føroyska oljupolitikkin: at leitingin skal koma inn á grynri vatn heldur enn at vera úti í stóru dýpunum, har kostnaður og arbeiðsumstøður eru nógv øðrvísi.