Tað almenna trýstir prísin

Bústaðir skulu byggja 100 íbúðir um árið, men tað kann gerast trupult, um tað skal vera til teir prísirnar, sum vit skulu byggja fyri í dag, sigur stjóri í Bústaðir, Andras Róin. Hann heldur, at tað almenna er for lagaligt, tá tað kemur til at góðtaka kostnaðin hjá byggifyritøkunum

Íløgur fyri milliardir eru á veg til byggivinnuna bæði frá tí almenna og tí privata. Tað er eingin ivi um, at tað fer at leggja trýst á byggikostnaðin, og hann er í forvegin ov høgur, heldur stjórin í Bústaðir, Andras Róin.

- Vit hava sum mál at byggja fyri í mesta lagi 15.000 krónur fyri fermeturin, men tað almenna gevur 30.000 fyri fermeturin uttan at blunka, sigur Andras Róin. Hann heldur ikki, at tað er ráðiligt at byggja íbúðirnar, um tað verður ov kostnaðarmikið, tí tað fer ikki at bera til at leiga tær út.

- Vit kunnu ikki byggja fyri 30.0000 krónur fyri fermeturin og vænta at leiga íbúðirnar út. Tað verður alt ov dýrt hjá leigarunum, sigur Andras Róin.

Mugu útseta verkætlanir
Nógva byggjaríið í løtuni fer helst at føra við sær, at byggikostnaðurin fer upp. Tí heldur Andras Róin, at bústaðir møguliga fara at útseta nakrar verkætlanir.

- Ætlanin er at byggja 100 íbúðir í ár, og næsta ár eisini, men onkur verkætlan kann vera í vága, tí tað ber ikki til, at hon verður dýrari, sigur Andras Róin. Han hugsar serliga um verkætlanina á Biskupstorgi í Klaksvík.

- Tann verkætlanin er so dýr, at um hon verður 10 % dýrari verður tað ein trupuleiki. Tað er ikki so stórur munur á prísinum, tá talan er um tær smáu verkætlaninar, sigur Andras Róin.

Hann ivast ikki í, at byggivinnan fer bæði at mangla elektrikarar, timburmenn og onnur fakfólk, tá tær stóru verkætlaninar koma rættuliga í gongd.

- Vit hava ikki hesi fakfólkini, so tað verður antin útlendsk arbeiðsmegi, sum skal gera arbeiði, ella mugu nakrar av verkætlanunum útsetast, sigur Andras Róin.

Reglur fyri prísir
Í Danmark eru reglur fyri, hvussu høgur byggikostnaðurin í sambandi við ein almennan íbúðarbygning kann vera.

- Tað liggur millum 18.000 og 22.000 krónur fyri fermeturin. Í Danmark er prísurin á byggigrundum ofta høgur, men tímalønin er væl lægri í Føroyum, so føroyingar eiga at kunna kappast á sama støði, heldur Andras Róin.
Hann undrast á, at tær almennu verkætlaninar, sum vera vístar fram í hesum døgum, eru so dýrar.

- Eitt sjúkrahús til psykiatri, sum tað nýggja Landsjúkrahúsið, má ikki at kosta meira enn 27.000 fyri fermeturin í Danmark, men tann ætlanin, sum vit hava sæð fyri nýggja Landssjúkrahúsið liggur á 35.000 krónur fyri fermeturin, sigur Andras Róin.

Hann heldur, at byggifyritøkurnar hava lyndi til at skrúva prísin upp, tá tað er tað almenna, sum byggir, og at teir sleppa at gera tað uttan trupulleika.

- Tað tykist sum um, at almennar krónur ikki eru líka nógv virdar, sum privatar, sigur Andras Róin.
Um bústaðir ikki fáa føroysku byggifyritøkurnar at byggja íbúðirnar bíligari, er bara eitt at gera, tað er at innflyta íbúðirnar lidnar, sigur Andras Róin.