Galaxy fríspark nakað uttan fyri brotsteigin, og David Beckham sendi hetta beinleiðis í málið til 1-0 leiðslu. Stutt eftir steðgin var tað sami Beckham, sum var akitekturin aftan fyri næstan málið, tá hann við [...] Donovan púra leysan. Hesin sveik ikki álitið og skoraði til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Beckham, sum bert hevði spælt 37 minuttir fyri felagið undan dystinum, fór av vøllinum í 63. minutti við
liðfelagarnir í El Paso fyri stórtapi í Western Conference í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini. El Paso tapti 0-4 fyri Memphis á útivølli á einum vánaligum undirlagi. Memphis var á odda 2-0 í steðginum. Petur [...] stigum. Oakland Roots er nummar níggju við 42 stigum. Tað ræður um hjá El Paso at fáa stig móti Oakland fyri at halda seg millum átta tey fremstu. Eydnast tað hevur El Paso vunnið seg í endaspælið. Men tann
1 (1.788 kg.) fór fyri miðalprísin 21,72 og toskur 2 (5.058 kg.) fyri miðalprísin 20,94 kr./ kg. Leggjast kann aftrat, at toskur 4 og 5 fóru fyri ávikavist 14,69 og 9,37 í miðal fyri kg. Sum nevnt, vóru [...] í gjár var kalvi 1, sum fór fyri 56,49 kr./ kg. í miðal. Hægsti kiloprísurin fyri kalva 1 var 60 kr. og lægsti prísurin 40 kr./ kg. Bíligasti kalvin var kalvi 4, sum fór fyri stívliga 28 kr./ kg. í miðal [...] vóru nøgdirnar av hýsu nógv tær størstu. Hýsa 1 (2.723 kg.) fór fyri miðalprísin 14,12 og hýsa 2 (15.970 kg.) fór fyri 13,01 í miðal fyri kg. Størstu nøgdirnar vóru av hýsu 3 (24.924), og her var miðalprísurin
av lira. Tað mesta av brosmuni var III'ari, sum fór fyri 8,76 krónur. Øll blálongan fór fyri 11,11 krónur í meðal, og lirin fór fyri 11,75 krónur fyri kilo. Í dag vóru næstan 50 tons av svartkalva frá [...] væl av stórum toski uppií. Men prísurin stóð ikki mát við støddina. Toskur I fór fyri 15,47 krónur í meðal, toskur II fyri 14,78 krónur, og meðalprísurin á toski III var 14,47 krónur. Línuskipini høvdu góð [...] línuskipum og trolarum, og meðalprísurin var 20,14 krónur. Tey 253 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vórðu seld fyri knappar 3,9 milliónir krónur.
spæla, sigur Magni á Lakjuni, ein av fyriskiparunum. Nakað fyri jól skipaðu vit fyri fyrstu húskonsertini, har Stanley Samuelsen spældi fyri fullum Kaffihúsi. Stóra undirtøkan tá gav okkum mót upp á at [...] Hóskvøldið klokkan 20:30 verður skipað fyri serligum tónleikatiltaki í Kaffihúsinum í Havn við Martin Joensen. Talan er um serstaka persónliga konsert, tí talið av áhoyrarum er avmarkað til 50, og Martin
neyðugt var at lýsa mynstringarbannið í stundini at forða fyri at skipið fer til fiskiskap í sáttmálaloysi. Hoyvík er keypt úr Noregi fyri slakar 20 milliónir krónur. Skipið hevur fyrr verið heimahoyrandi [...] fyrr í vikuni vent sær til Hans Andrias Kelduberg, reiðara á Hoyvík, fyri at biðja hann koma at samráðast um eina avtalu at galda fyri skipið, men hann hevur ikki svarað aftur. Nú er skipið á veg til Føroya
spreinging í býnum West norðan fyri Waco, ið hevur ført við sær fleiri deyð og eini 200 løstað. Fólk eru fangað í brennandi bygningum. Neyðsynjarfólk fyrireikaðu seg upp á møguleikan fyri tíggjutals deyðum og nógv [...] nógv fleiri særdum í spreingingini, ið hendi beint fyri klokkan 20 lokala tíð, og hoyrdist heilar 80 kilometrar burturi í Waxahachie. Hóast myndugleikarnir váttaðu, at fleiri høvdu mist lívið, høvdu teir [...] ið vóru saknað eftir spreingingina, sum hendi á West Fertilizer Inc. umleið 140 kilometrar sunnan fyri Dallas. Eldur var komin í á fabrikkini, og spreingingin hendi, meðan brandmenn royndu at sløkkja eldin
margháttligan roknihátt til at finna fram til fýra teir bestu tríaararnar í EM-endaspælinum í hondbólti fyri U20-manslandslið. Heimsins størsta ítróttarúrslitasíða Soccerstand/Flashscore hevði Føroyar at vera [...] ganga í tveimum. Bólkarnir A, B og C skulu hava ein tríararoknskap fyri seg, og bólkarnir D, E og F skulu hava ein tríararoknskap fyri seg. Tí eru Føroyar ikki millum fýra teir bestu tríararnar kortini [...] okkara menn so royna at gerast nummar 17 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum í Slovenia. Lagt verður fyri í morgin klokkan 11. Tá er Ísrael mótstøðuliðið.
Sum nakað heilt nýtt, skipa Hugskotið og Tórshavnar Kvøldskúli fyri verkstovu fyri listafólkum. Vit hava sera nógv dugnalig listafólk í Føroyum, og ríkar hetta okkara mentan og samfelag. Tað er umráðandi [...] vinnuliga partin, sum er avgerandi fyri at yrkisleiðin gerst burðardygg. Ynskiligt er, at so nógv fólk sum gjørligt kunnu liva av teirra yrki, og júst tí verður skipað fyri hesi verkstovu, sum hevur til endamáls [...] sjálvsleiðslu, og finnur drívmegi til at skapa hægri inntøkur í tínum virki. Verkstovan er avmarkað til 20 luttakandi, so at atlit kann takast til hvønn einstaka. Fyrilestrarhaldarar og stigtakarar eru íverksetari
ikki størsta útbygging hjá Hovs Kommunu eftir einum ári. Fyri einum tveimum árum síðani asfalteraði kommunan fyri 1,6 millión og gjørdi kloakk fyri eina lítla millión, so har hava stórar ábøtur verið gjørdar [...] klárt at seta formarnar á. Tey bæði grundstykkini verða seld fyri einans 30.000 krónur hvørt. - Talan er um grundstykki, sum kommunan hevur átt í 20 ár, so tað er ongin orsøk at selja tey dýrari Trý onnur [...] lækka skattaprosentið nokk so fitt í ár. Skattaprosentið var 22% í fjør, men nú er tað lækkað niður í 20%. Samstundis er barnafrádrátturin hækkaður úr 2500 krónum, upp í 3000 krónur, sigur Delmar Tausen,