Evropeiska hondbóltssambandið hevur valt ein heilt margháttligan roknihátt til at finna fram til fýra teir bestu tríaararnar í EM-endaspælinum í hondbólti fyri U20-manslandslið.
Heimsins størsta ítróttarúrslitasíða Soccerstand/Flashscore hevði Føroyar at vera millum fýra teir bestu av teimum seks tríarunum, sum tað sæst her:
##med2##
Men EHF hevur valt, at tríararoknskapurin skal ganga í tveimum. Bólkarnir A, B og C skulu hava ein tríararoknskap fyri seg, og bólkarnir D, E og F skulu hava ein tríararoknskap fyri seg. Tí eru Føroyar ikki millum fýra teir bestu tríararnar kortini.
Kroatia í bólki A og Serbia í bólki B eru betri tríarar enn Føroyar, og so hevur tað ongan týdning, at Føroyar eru ein betri tríari enn Rumenia í bólki D.
Rættvíst er tað so ikki.
Nú skula okkara menn so royna at gerast nummar 17 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum í Slovenia.
Lagt verður fyri í morgin klokkan 11. Tá er Ísrael mótstøðuliðið.












