Bert fáar dagar eftir Boston Marathon bumburnar, rakar enn ein spreinging USA.
Hesaferð er tó ikki talan um terror, men um eina spreinging á einari tøðfabrikk í Texas.
Tað skrivar Dallas Morning News.
Talan var um eina ógvusliga spreinging í býnum West norðan fyri Waco, ið hevur ført við sær fleiri deyð og eini 200 løstað. Fólk eru fangað í brennandi bygningum.
Neyðsynjarfólk fyrireikaðu seg upp á møguleikan fyri tíggjutals deyðum og nógv fleiri særdum í spreingingini, ið hendi beint fyri klokkan 20 lokala tíð, og hoyrdist heilar 80 kilometrar burturi í Waxahachie.
Hóast myndugleikarnir váttaðu, at fleiri høvdu mist lívið, høvdu teir eingi almenn tøl. Mett varð kortini, at talan var um fleiri enn 100 særd.
Brandmenn vóru millum teirra, ið vóru saknað eftir spreingingina, sum hendi á West Fertilizer Inc. umleið 140 kilometrar sunnan fyri Dallas.
Eldur var komin í á fabrikkini, og spreingingin hendi, meðan brandmenn royndu at sløkkja eldin.










