Hóskvøldið klokkan 20:30 verður skipað fyri serligum tónleikatiltaki í Kaffihúsinum í Havn við Martin Joensen. Talan er um serstaka persónliga konsert, tí talið av áhoyrarum er avmarkað til 50, og Martin velur út serligan tónleik til júst hetta høvi.
Konsertin er liður í eini røð av smærri konsertum til várs undir heitinum Ein løta við tónleiki. Dentur verður lagdur á, at einstøku tónleikararnir fáa ein einfaldan pall at geva eina tónleikaliga uppliving í einum hugnaligum umhvørvi.
Íblásturin til konsertrøðina er frá sonevndum húskonsertum uttanlands, har tónleikarar koma heim í stovuna hjá privatfólki at spæla, sigur Magni á Lakjuni, ein av fyriskiparunum.
Nakað fyri jól skipaðu vit fyri fyrstu húskonsertini, har Stanley Samuelsen spældi fyri fullum Kaffihúsi. Stóra undirtøkan tá gav okkum mót upp á at royna hetta aftur. Nú hava vit gjørt avtalu við fleiri tónleikararar, og fyrstur á várskránni er okkara fólkakæri Martin Joensen, sigur hann.










