140 tons av fiski fyri slakar 2 mió krónur

Í gjár seldi uppboðssølan hjá Fiskamarknaði Føroya stívliga 140 tons av fiski um telefonina og á gólvinum. Talan var um 16 ymisk fiskasløg, umframt rogn og livur, sum vórðu seld fyri slakar 2 mió krónur tilsamans

Fiskamarknaður

Í einum yvirliti yvir ymisku fiskasløgini og prísirnar, síggja vit, at dýrasti fiskurin á søluni í gjár var kalvi 1, sum fór fyri 56,49 kr./ kg. í miðal. Hægsti kiloprísurin fyri kalva 1 var 60 kr. og lægsti prísurin 40 kr./ kg. Bíligasti kalvin var kalvi 4, sum fór fyri stívliga 28 kr./ kg. í miðal.
Nøgdirnar av kalva vóru annars smáar; 285 kg. vóru av kalva 1, 360 kg. av kalva 2, 1.140 kg. av 3 og 880 kg. av kalva 4.
Næst hægsti prísurin á Fiskamarknaðinum í gjár var fyri havtaskuhalar, men her vóru nøgdirnar eisini rættiliga smáar; 125 kg. fóru fyri miðalprísin 35 kr./ kg.
Hinvegin vóru nøgdirnar av heilari havtasku eitt sindur størri, og her táttaði miðalprísurin upp ímóti prísinum á havtaskuhalum; 10.467 kg. fóru fyri miðalprísin 32,95 kr.

Hýsa og toskur
Størstu nøgdirnar á Fiskamarknaðinum í gjár vóru av hýsu og toski, harav nøgdirnar av hýsu samanlagt vóru nógv tær størstu.
Toskur 1 (1.788 kg.) fór fyri miðalprísin 21,72 og toskur 2 (5.058 kg.) fyri miðalprísin 20,94 kr./ kg.
Leggjast kann aftrat, at toskur 4 og 5 fóru fyri ávikavist 14,69 og 9,37 í miðal fyri kg.
Sum nevnt, vóru nøgdirnar av hýsu nógv tær størstu.
Hýsa 1 (2.723 kg.) fór fyri miðalprísin 14,12 og hýsa 2 (15.970 kg.) fór fyri 13,01 í miðal fyri kg.
Størstu nøgdirnar vóru av hýsu 3 (24.924), og her var miðalprísurin 11,78 kr./ kg.
Lægsti miðalprísurin á hýsu var fyri hýsu 4 (1.050 kg.), sum fór fyri 8,47 kr./ kg.

Upsi og hvítingur
Nøgdirnar av upsa vóru ikki tær stóru á Fiskamarknaðinum í gjár, men upsaprísurin lá úr 4,73 upp í 5,20 kr./ kg.
Samlaðu nøgdirnar av upsa vóru smá 5 tons.
Nakað av hvítingi varð eisini selt á uppboðssøluni í gjár. Talan var um tilsamans 4.900 kg., sum fóru fyri miðalprísin 8,08.
Hægsti prísur á hvítingi var 9 og lægsti prísur 5 kr./ kg.

Longa og brosma
Onnur fiskasløg, sum eisini vóru rímiliga væl umboðaði á uppboðssøluni í gjár, vóru longa og brosma.
Mest var av longu 2 (6.306 kg.), sum fór fyri miðalprísin 15,94 kr./ kg.
Besti brosmuprísurin var fyri brosmu 1 (416 kg.). Her var miðalprísurin 8,66 kr./ kg.
Mest var av brosmu 3 (7.258 kg.), sum fór fyri miðalprísin 6,51 kr./ kg.

Rogn og livur
Fiskamarknaður Føroya seldi eisini 558 kg. av toskarognum og 288 kg. av livur á uppboðssøluni í gjár.
Toskarognini fóru fyri miðalprísin 9,58 kr./ kg., meðan livurin fór fyri 5 kr./ kg.
Til stuttleikar kunnu vit nevna, at 4.300 kg. av skøtu vórðu seld á uppboðssøluni í gjár fyri slakar 6 krónur í miðal.