bert geva honum rætt. Tað er eyðsæð, at maðurin hevur ongan tanka fyri hvat tað er, ið gongur fyri seg í Heimarøktini. Tá Óli tosar um heimahjálparaarbeiði, so ljóðar tað sum um tað er nakað ein og hvør [...] ið, kanska leypa nøkur fólk av, til at seta inn har? Ella barnaansingin, ið eisini hevur stórar trupulleikar, tað kundi eisini hugsast at verið eitt gott alternativ til hana? Ella vinnulívið eitt nú f [...] skulu fáa eina útbúgving, tað sonevndu almanna- og heilsuhjálpara útbúgvingina. Eg má viðganga, at tað hevur verið strævið at fáa landsstýrið at skilja hendan tørvin, og eru tað ikki so fá brøv, telefonsamtalur
r. Tað er ikki spurningurin í hesum føri. Spurningurin er, um samfelagið letur seg stýra ella ikki letur seg stýra. Og tað sær ikki gott út. Tí er tað kanska beinrakið, tá onkur hevur tikið til »Ba [...] klettunum. Hitt boðið er »lat standa til« effektin. Tekniskt eri eg sjálvur ikki í iva um, at tað ber til at reka einar sjálvstøðugar Føroyar. Men so krevst áræði og vilji til at stýra. Lesi eg Paldam rætt [...] annars, góðan byrð og gott arbeiðslag tey næstu árini til at halda fast í eini kós, sum vit onnur í verki kunnu vera við til at undirbyggja. Tekniskt eri eg sjálvur ikki í iva um, at tað er bygnaðurin í tí
landsdystir í Danmark annars klára. Og tað var eisini veruligt rok, tá atgongumerkini til steypafinaluna vórðu sett til sølu týsdagin. Eftir seks tímum vóru 32.000 av teimum gott 40.000 atgongumerkjunum seld. Og [...] Tað er langt frá teimum gott 1000 áskoðarunum, sum Todi Jónsson fyri einum ári siðani plagdi at undirhalda á Lyngby Stadion, og til tey 40.000 sum Kristi Himmalferðardag sessast í Ítróttarparkini í Ke [...] feløgini aftur yvir fyri hvørjum øðrum, og til tann dystin eru eisini fleiri enn 30.000 atgongumerki seld. Leiðslan í FCK væntar, at tað eisini verður útselt til hendan dyst, og so eru danir í eini støðu
málasøkini eru kvalifiserað til hesa uppgávu, og kunnu gera tað arbeiðið,s umskal til, tá so stórar broytingar skulu fara fram. Onnur týðandi uppgáva verður at upplýsa Føroya fólki um tað, sumvit ætla at gera [...] Dagny Joensen Jens Kr. Vang Nei, tað er ikki vanligt at vit umsita almanna- og heilsumál, men hetta økið hevur stóran týdning. Tað er umráðandi at vit fáa eina nýggja skipan á økinum, fyri at fólk skulu [...] Dam á Neystabø. Tað vil landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum skipa so fyri, at skipanin verður tillagað føroysk viðurskifti, ístaðin fyri bert at kopiera donsku skipaninar. Tað erkortini als ikki
eystur úr Suðurafrika, men tó at fiskaríið hevur verið gott er lítið komið burturúr, og ein av trupulleikunum hevur verið frystiorkan sum nú verður økt til 40 tons um døgnið. Onkrar aðrar smærri umvælingar [...] hann kemur undir afrikanskt flagg, kemur hann at fáa fast fiskiloyvi í suðurafrikanskum sjógvi, og tað er hetta, arbeitt verður við í løtuni.
var fyrstafloks, Tað var okkara partur av uppgávuni og tað kláraðu vit til fulnar sigur Viberg Sørensen. Men tað ófatiliga hendi, at hóast vøran var fyrstafloks, bar ikki til at selja hana. Hann sigur [...] vit sjálvandi ikki í holt við tað. Men tað skuldi ganga øðrvísi. Tí hóast fleiri seljarar hava roynt seg, bara tað altso ikki til at sleppa av við vøruna, sigur. Av tí sama verður neyðugt hjá teimum at [...] royndin hevur kostað okkum eina rúgvu av pengum. Men tað ringasta er ikki at missa pengarnar. Tað ringasta er at missa álitið á, at tað ber til at virka fisk í Føroyum, leggur hann afturat. Viberg Sørensen
Fuglafirði, og tað kann fáa óhepna ávirkan á áskoðaraundirtøkuna í dag. Men um veðrið er gott, er tað jú altíð hugaligt at vera til fótbóltsdyst, og dysturin í sjónvarpinum kann bandast. Tað smartasta hevði [...] kunnu vera so væl fyri sum gjørligt til dystin móti TB í morgin. Tað er tó ivasamt, um Jan Andreasen fer suður við. Konan hjá KÍ-miðverjanum skal til at eiga nú, so tað kann vera, at Jan fær »barnsburða [...] men tað liggur illa fyri, og ivasamt er, um hann verður tøkur hjá Zoran til dystin í morgin. Hans Hammar hevur ligið við fepuri alla vikuna og tað er ein spurningur, um hann er nóg væl fyri til at spæla
fíggjarpolitikk. Tað hevur verið sagt, at samgonguskjalið er so borgarligt, hvat sigur nýggi fíggjamálaráðharrin til tað? ? Nei, tað haldi eg ikki er nakað at tosa um. Tað er væl møguligt, at tað hevði sæð øðrvísi [...] samráðingar fyri framman. ? Men eg ivist ikki í, at vit kunnu fáa nakað gott burturúr. Eg havi tað støðu til samráðingar, at tað í nógvum førum snýr seg um álit millum partarnar sum samráðast. Varnan [...] minnast til tað. Hvat siga løgreglumenninir í Klaksvík? ? Teir eru ótrúliga spentir og glaðir mína vegna. Ein »danskur« embætismaður, sum verður fíggjarmálaráðharri í Føroyum, hvussu kenst tað? ? Ja tað skal
sindur fyri seg eftir sjokki. Menninir vóru allir koyrdir á Landssjúkrahúsið til kanningar og boðini haðani eru, at teir hava tað gott. Tann fyrsti varð útskrivaður í gjár. Fabrikatiónsfeilur John Eli Olsen [...] n teir eru komnir til er, at tað var ein fabrikatiónsfeilur. ? Nú hava vit sent boð eftir eykalutum úr Danmark, sigur hann. Hvønn heldur tú so tú fært inn at kanna næstu ferð? ? Tað verður ongin trupulleiki [...] sjúkrabilur stendur í bíðistøðu í Skálabotni, gekk sera stutt tíð til hann var á staðnum. ? Teir gjørdu ótrúliga skjótt av. Eg haldi tað gingu ikki meir enn tveir minuttir, sigur John Eli Olsen, sum tá
selja seg til fólkafloksmammon og tveita tað sindrið av sosiala og demokratiska stevnumiði av »brúnni í bakborð« fyri tjóðveldishugsjónini, tað var skelkandi. Man kundi hugsað sær orsøkina til hesa høgravending [...] búskaparliga at hava til væntandi økta talið av pensionistum í Føroyum. So til henda skemtiliga, men tó so undarliga pástand um, at blokkurin mest sum óskerdur fer aftur í statskassan. Er tað ikki fyri læntan [...] siga, at tað var gott, at ongin sosialistur var endaður úti í landsstýrinum. Eg hopi bara, at systkinabarnið hevur ein klausul í samgonguskjalinum, sum vit ikki hava sæð enn, sum lovar okkum tað fasta sambandið