Tá vit hugsa um Heimarøktina, so vita vit, at útfrá metingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1998, so er mett, at umleið 400-500 fólk standa á bíðilista kring landið fyri at sleppa inn á røktarheim. Hesi fólk eru sjálvandi í Heimarøktini.
Teir brúkarir, ið eru so illa fyri, at teir eru á bíðilista til røktarheim, eru sjálvandi tungir røktarkrevjandi brúkarir, ið eru ov vánaligir at vera heima.
Orsaka av tí økta trýsti á Heimarøktina vegna tungir røktarkrevjandi brúkarar, so hevur undirritaða vegna Heimahjálparafelag Føroya, seinastu tvey árini lagt nógva orku í, fyri at heimahjálpararnir skulu fáa eina útbúgving, tað sonevndu almanna- og heilsuhjálpara útbúgvingina.
Eg má viðganga, at tað hevur verið strævið at fáa landsstýrið at skilja hendan tørvin, og eru tað ikki so fá brøv, telefonsamtalur og fundir vit hava havt við landsstýrið hesum viðvíkjandi. Tá tað endiliga eydnaðist at fáa lógaruppskotið niðan í tingið, gingu bert tveir dagar, so varð val útskrivað, og sostatt steðgaði málið har, men vónandi verður tað tikið uppaftur beinanvegin nýggj samgonga er skipað.
Tá Óli fer út í fjølmiðlarnar á hendan hátt við hesum tilboði um at senda 1000 fólk, ið fáa almannastuðul vegna arbeiðsloysi inn á hettar øki at starvast, og kallar hettar eina nýhugsan, so má eg bert geva honum rætt.
Tað er eyðsæð, at maðurin hevur ongan tanka fyri hvat tað er, ið gongur fyri seg í Heimarøktini. Tá Óli tosar um heimahjálparaarbeiði, so ljóðar tað sum um tað er nakað ein og hvør Hanus og Janus kunnu fara inn beinleiðis av gøtuni og gera. Er sýnið uppá hettar arbeiði soleiðis hjá teimum, ið sita í Almanna- og heilsumála stýrinum, so er tað ikki so merkiligt, at tað er ringt hjá teimum at skilja teir trupulleikar ið eru á hesum øki.
Og vísir hettar okkum eisini hvussu lágt tey meta tann tørv brúkarin hevur, ella kanska hettar er ein av teimum mongu lappaloysnunum ein hevur sæð tey seinastu árini.
Vit kunnu føra tankagangin hjá Óla eitt sindur víðari, og vita vit, at aðrir almennir stovnar eisini hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, t.d. Landssjúkrahúsið, kanska leypa nøkur fólk av, til at seta inn har? Ella barnaansingin, ið eisini hevur stórar trupulleikar, tað kundi eisini hugsast at verið eitt gott alternativ til hana? Ella vinnulívið eitt nú fiskivinnan, eg ivist ikki í, at onkur av hesum arbeiðsleysu kundu hugsa sær eina góða hýru við møguleikum fyri føstum starvi.
Fyri okkum er spurningurin tann, skal landsstýrið veruliga út at bjóða hesum brúkarum, ið frammanundan eru nóg illa fyri, tilboð av hesum slag?
Tá landsstýrismaðurin er so framligur at hann fer út í fjølmiðlarnar á hendan hátt, við einum slíkum boðskapi, uttan so mikið sum at hava forhandla við feløgini, ið hesi fólk koma at taka arbeiði frá, so haldi eg, at hann, sum sjálvur er fakfelagsleiðari, atti at vita betur.
Eitt ið eg, og fleiri við mær kundu hugsa okkum at sæð, var ein verulig loysn uppá trupulleikarnar, ístaðin fyri bert at flyta trupulleikarnar ímillum stovnarnar.
Til Sjónvarp Føroya
Vit hava fingið ta fatan, at tit eru ein almennur stovnur, men vísir tað seg bert aftur og aftur, at tá mál av hesum slag stinga seg upp, so er tað altíð bert annar parturin, ið fær møguleikan at gera viðmerkingar.
Eg kann bert átala hesa framferð tykkara, og vísir hon, at sjálvt um vit hava 349 limir, ið koma at blíva raktir, um hendan ætlan verður framd, so fingu vit ikki eingang møguleika at koma við einari viðmerking, áðrenn tit sendu hesa samrøðu við Óla Jacobsen og Heimarøktina. Hettar vísir okkum bert hvønn tit starvast fyri, so hvussu almennur hesin stovnurin er, kann diskuterast. Hettar er heldur ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir, vónandi koma vit eisini at fáa fjølmiðlar, ið eru fyri øll.
Tórshavn hin 13. mai 1998
Vegna Heimahjálparafelag Føroya
Ása Djurhuus










