Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Nei, tað er ikki vanligt at vit umsita almanna- og heilsumál, men hetta økið hevur stóran týdning. Tað er umráðandi at vit fáa eina nýggja skipan á økinum, fyri at fólk skulu kenna seg trygg, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tað vil landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum skipa so fyri, at skipanin verður tillagað føroysk viðurskifti, ístaðin fyri bert at kopiera donsku skipaninar.
Tað erkortini als ikki ætlanin at vit skulu kollvelta núverandi skipan. Bert skal hon endurskoðast og rationaliserast so vit hervið kunnu bøta um tænastustøðið.
Oljuvinnan er øki fyri seg í Landsstýrinum. Er tað neyðugt nú óljulógávan er gjørt, og oljuvinnan ikki byrjað enn?
Vit hava oljufyrisitingina, men um nú oljuvinnan kemur - og tað vænta vit - so fer hon at fáa stóra ávirkan á samfelagið. Tað nýtist ikki stórt hugflog at ímynda okkum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon leggur dent á, hvussu umráðandi tað er at verja náttúruna og samfelagið alt, áðrenn oljuvinnan fær fótin fyri seg, so vit ikki standa við óloystum trupulleikum, tá hesir stinga seg upp.
Oljuvinna er ikki varandi vinna. Størsta ábyrgdin er at tryggja okkum, at havið er líka reint sum nú, og at fiskivinnan kann virka samstundis við oljuvinnuni.
Endamálið er at vit frameftir kunnu marknaðarføra Føroyar sum heimsins reinasta hav. Stórar avbjóðingar eru tí eisini í at hava samskiftið við umheimin á hesum øki, sigur Helena Dam á Neystabø.
Spurd um hon heldur tað vera skilagott at seta átta landsstýrisfólk, tá samgonguskjalið staðfestir at vit skulu gerast sjálvbjargin, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað er umráðandi, at tey fólk sum skulu umsita málasøkini eru kvalifiserað til hesa uppgávu, og kunnu gera tað arbeiðið,s umskal til, tá so stórar broytingar skulu fara fram.
Onnur týðandi uppgáva verður at upplýsa Føroya fólki um tað, sumvit ætla at gera, og tá er neyðugt at hava gott samskifti og fólk, sum kunnu greiða frá, hvat Landsstýrið ætlat sær at gera, fyri at øll kunnu kenna seg trygg, sigur Helena Dam á Neystabø.