km um tíman, segði Bill Justinussen og tað tók Løgtingið undir við of eftir ólavsøku verður tað so eftir ætlan sett í gildi. [...] Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann vil hava tingið at samtykkja og sostatt at staðfesta, at endamálið við ferðslulógini skal vera, at ongin skal doyggja [...] endamálið við ferðslupoloitikkinum skal vera, at ongin skal doyggja í ferðsluni. Tað er tað, sum vanliga verður nevnt nullhugsjónin. Kortini endaði tað orðaskiftið ikki við, at Løgtingið gjørdi nakra formliga
Løgtingsvalið verður týsdagin 30. apríl. Listarnir eru gjørdir, og harvið er tað greitt, hvørjir persónarnir eru, sum flokkarnir bjóða fram í teimum sjey valdømunum. Fyrsta veljarakanningin, eftir at listarnir [...] listarnir eru vornir almennir, verður kunngjørd í Sosialinum í morgin. Tað eru næmingar í Studentaskúlanum á Kambsdali og á HF skeiðnum í Klaksvík, sum hava staðið fyri kanningini. Mikukvøldið og aftur [...] er tað, sum teir kalla at viga tølini. Øðrvísi kanning Tá vit í yvirskriftini siga, at vit manna tingið í morgin, so skal tað sjálvandi skiljast soleiðis, at vit í morgin fara at siga, hvussu tingmannabýtið
Í kvøld klokkan 19.30 verður skipað fyri einum almennum orðaskiftisfundi í útvarpshøllini. Evnið er ?Oljuríkidømi og samfelagslig árin?. Hetta er eitt evni, sum ikki hevur verið so nógv viðgjørt í tí almenna [...] dag ikki vita, um nøkur olja finst í undirgrundini og finst hon, tá vita vit heldur ikki, um talan verður um eina stóra framtíðar vinnu. Ein onnur orsøk er so tann, at meðan 80-árini vórðu brúkt til at tosa [...] fyrireikingini til fyrstu leiting á landgrunninum. Nú eru vit so farin inn í eina nýggja øld - vit hava sett hol á ár 2000 - og er tí eisini stundin komin til at tosa um árin tað verið seg positiv og negativ
tingformaður er valdur, verður hann sitandi, sum var formaður í seinasta valskeiðnum. Hansara einasta uppgávu er tó í tíðini millum valið og til nýggja Løgtingið kemur saman, at kalla tingið til arbeiðis, tá [...] kallast saman fyrr enn annars ætlað, verður tað Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, sum skal gera tað. Men so er hansara tíð sum tingformaður eisini liðug,.og verður tað so ellisformaðurin, sum fer at taka [...] málum, sum kunnu koma á tingborð. Sum er ber ikki til at siga, hvør ellisformaðurin verður, hóast sannlíkt er, at tað verður Heini O. Heinesen. Men har situr ein jokari í einari hond sunnarnfyri. Nevniliga
skipað, og tá ið býtið av málsøkjum varð konfirmerað fyrrapartin leygardagin. Meðan nývalda tingið varð sett! Samgonguskjalið varð lagt fram leygardagin seinnapartin. Tað boðar frá stórum ætlanum, og tað [...] higartil hevur verið sum eldur at tosa um. Uttanríkisráð er sett á stovn, og tað er stór avbjóðing hjá løgmanni. Síðani stýrisskipanarlógin varð sett í verk, hevur leikluturin hjá løgmanni partvís verið at [...] inntil átakið er sett á skinnarar. Soleiðis hevur tað ikki verið í Føroyum. Nú er løgmaður noyddur at seta henda leiklutin fremri. Tað er ikki hissini roynd. Serliga tá ið hugsað verður um, at fýra av
burturvísast Talan er um uppskot um at broyta í javnstøðulógina, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fyri Tingið. Tá Løgtingsskrivstovan kannaði uppskotið, kom fram, at ymiskt í uppskotinum ikki er í samsvar við
landsgrannskoðara og løgtingsgrannskoðarum tøk. Harvið hevur tingið samtykt tann objektiva veruleikan, sum landsins bókhald og grannskoðan hava sett upp samsvarandi samfelagsins gongd ár fyri ár. Tað hevur [...] Løgtingsgrannskoðararnir skulu gera vart við, at tað er sjálvur Landsroknskapurin 2008, sum mælt verður til at góðkenna, saman við teimum atfinningum, sum eru nevndar í viðmerkingunum. Tað merkir ikki [...] eisini spurningurin um evt. ábyrgdarmál, sum annars kundu verið staðfest, lesir man roknskapin. Verður ábyrgd ikki gjørd galdandi viðvíkjandi yvirtrekki tá, er í roynd og veru talan um eina eftirfylgjandi
sín leiklut sum løgmann í nýggu stýrisskipani. Tað vísir eitt nú vánaliga samskiftið hansara við tingið og í samgonguna. - Sambært nýggu skipanini skuldi løgmaður ikki umsita málsøkir, men tað hava teir [...] arbeiða øðrvísi enn eftir gomlu skipanini, sum var galdandi tá valskeiðið byrjaði. - Tað hevur ikki bert sett síni spor í samskiftinum millum Landsstýrið og Løgtingið, men eisini í samskiftinum í samgonguni, [...] vansin í broyttu skipanini er leikluturin hjá løgmanni, sum hevur havt torført við at samskifta við tingið. Tað er stóra broytingin. - Løgmaður er við nýggju stýrisskipanini farin frá at virka sum hægsti
tingfundi, sum verður 15. januar, verður uppskot lagt fyri tingið um broytingar í lógini um fólkapensjón. Broytingarnar hava til endamáls at gera fíggjarstøðuna hjá fólkapensjónistum betri. Verður uppskotið [...] januar í ár, tað vil siga afturvirkandi, skattafría grundupphædd, botnfrádrátturin verður tikin burtur, inntøkumarkið verður hækkað úr 22.000 kr. í 44.000 krónur, umframt at viðbøturnar verða hækkaðar við [...] verða galdandi fyri fólkapensjónistar, er ein munandi bati. Grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum verður eisini prístalsregulerað, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
somu brexitavtalu til atkvøðugreiðslu fyri triðju ferð, sigur formaðurin í bretska Undirhúsinum. Tað verður ikki ein triðja atkvøðugreiðsla um brexitavtaluna hjá Theresu May. Tað sigur formaðurin í bretska [...] Seinast týsdagin í síðstu viku, tá støðan 391-242. May tapti harvið við 149 atkvøðum. Mikudagin segði tingið nei til at fara úr ES uttan avtalu. Tað fekk Theresu May, forsætisráðfrú, at tosa um eina nýggja [...] sum eru ímóti avtaluni. Bretland skal sum er úr ES 29. mars. Á atkvøðugreiðsluni hósdagin atkvøddi tingið tó ja til at søkja um at útseta hesa dagfesting. 412 atkøvddu fyri og 202 ímóti. Sambært Reuteers