Løgtingið skal staðfesta at ongin skal doyggja í ferðsluni

Løgtingið skal nú samtykkja, at endamálið við ferðslulógini skal vera, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsluni

Nullhugsjón
 

Endamálið við ferðslulógini skal vera, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsluni.
Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, har hann vil hava tingið at samtykkja og sostatt at staðfesta, at endamálið við ferðslulógini skal vera, at ongin skal doyggja í ferðsluni, ella fáa álvarsligan skaða.
Herfyri var aðalorðaskiftið í Lgtinginum og tað vísti, at stór undirtøka er fyri at endamálið við ferðslupoloitikkinum skal vera, at ongin skal doyggja í ferðsluni.
Tað er tað, sum vanliga verður nevnt nullhugsjónin.
Kortini endaði tað orðaskiftið ikki við, at Løgtingið gjørdi nakra formliga samtykt um at seta nullhugsjónina í gildi í Føroyum.
 
Nullhugsjónin vísast í verki
Tí vil Bjarni Djurholm nú hava Løgtingið at samtykkja, at ferðslulógin skal hava nullhugsjónina til endamál.     
- Sostatt skal nullhugsjónin verða stavnhaldið fyri ferðslupolitikkinum framyvir.
Bjarni Djurholm sigur, at fyri at nærkast málinum um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni, verður neyðugt at gera eitt miðvíst arbeiði á fleiri økjum.
Eitt nú skal upplæring og upplýsing um ferðslutryggan hugburð og atburð raðfestast so høgt, sum til ber.
Somuleiðis skal eftirlitið við ferðsluni gerast so gott, sum til ber.
Harafturat má ferðslulógin alsamt verða endurnýggjað og dagførd, so at hon fylgir við teimum broytingum, ið henda.
Eisini skulu akførini verða útgjørd við nýggjastu trygdarfyriskipanum, so at tey lúka fremstu trygdarkrøv
Tað er eisini neyðugt, at bæði kommunalir og landsvegir verða gjørdir alsamt tryggari við munagóðum og miðvísum ábótum.
 
Prutl koyra skjótari
Bjarni Djurholm ger eisini greitt, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at prutl skulu sleppa at koyra 45 km um tíman. Sum er, kunnu tey koyra 30 km um tíman.
Men hann sigur, at bólkurin, sum viðger henda spurning, vildi hava betri stundir at gjøgnumarbeiða uppskotið, og tí verður tað ikki lagt fyri Løgtingið fyrrenn beint eftir Ólavsøku.
Tað var Bill Justinussen, sum vildi hava løgtingið at samtykkja at prutl skulu sleppa at koyra 45 km um tíman, tí mett var, at tað var vandamikið fyri ferðsluna, at prutlini orkaðu so illa at koyra í mótbrekku.
- Nøkur prutl eru so tung, at ein 16 ára gamal ikki til fulnar megnar at hava tamarhaldið, um hann missir ferðina í eini mótbrekku. At fá óhapp henda í hesum sambandi er tí, at so at siga ongi prutl eru lóglig og tí koyra skjótari enn 30 km um tíman, segði Bill Justinussen og tað tók Løgtingið undir við of eftir ólavsøku verður tað so eftir ætlan sett í gildi.