Fólkapensjónistar ein bata

Sambært ætlaðu broytingini í lógini fyri fólkapensjónir kunnu pensjónistar forvinna 44.000 krónur um árið áðrenn mótroknað verður í mun til 22.000 krónur, sum er galdandi í dag

PENSJÓNIRÁ komandi tingfundi, sum verður 15. januar, verður uppskot lagt fyri tingið um broytingar í lógini um fólkapensjón. Broytingarnar hava til endamáls at gera fíggjarstøðuna hjá fólkapensjónistum betri. Verður uppskotið samtykt sum er, fáa fólkapensjónistar frá 1. januar í ár, tað vil siga afturvirkandi, skattafría grundupphædd, botnfrádrátturin verður tikin burtur, inntøkumarkið verður hækkað úr 22.000 kr. í 44.000 krónur, umframt at viðbøturnar verða hækkaðar við 400 krónum um mánaðin.
- Hesar broytingarnar, sum bara verða galdandi fyri fólkapensjónistar, er ein munandi bati. Grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum verður eisini prístalsregulerað, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Broytingarnar í lógini kosta 40 milliónir krónur um árið.
- Alt valskeiðið hevur landsstýrið bøtt um viðurskiftini hjá pensjónistunum, og arbeitt hevur verið leingi við hesum broytingunum, millum annað hevur tað tikið tíð at fáa upp á pláss, hvønn bólk broytingarnar skulu raka.