Stórar ætlanir á teprum grundarlagi

Nýggja samgongan sigur seg ætla meiri enn bara at umsita samfelagið soleiðis, sum tað nú sær út, og tað er stór avbjóðing, tá ið meirilutin er so tepur, sum tað ber honum til at vera

Í myndamáli ber kanska til at siga, at verkirnir vóru so stuttir, sum teir nakrantíð hava verið tað, og at burðurin gjørdist so ógvusligur, sum tað ber til at hugsa sær, tá ið samgongan varð skipað, og tá ið býtið av málsøkjum varð konfirmerað fyrrapartin leygardagin. Meðan nývalda tingið varð sett!

 

Samgonguskjalið varð lagt fram leygardagin seinnapartin. Tað boðar frá stórum ætlanum, og tað boðar frá ikki sørt av einari uppgerð við politikkin soleiðis, sum hann hevur verið rikin undanfarnu árini. Meðan fullveldislandsstýrið hevði viðurskiftini við Danmark sum skjaldrarmerki, og meðan samgongustevið seinastu fýra árini hevur verið eyðkent av, at nú skuldi arbeiðast praktiskt við eitt nú yvirtøkum, so boðar nýggja samgonguskjalið frá meiri yvirornaðum hugsjónarligum politikki og ætlanum, sum bera boð um, at tað skal handlast víðgongt og skjótt.

 

Lyklaorðið í hugsjónini er samhaldsfesti. Á vinnupolitiska økinum er lagt upp til víðgongda uppgerð við fiskivinnupolitikkin, sum hann hevur verið umsitin av Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum. Nú skal tjóðveldisumboð umsita alt tilfeingið, og nú fær Tjóðveldi gyltan møguleika at fremja tað í verki, sum teir í andstøðu – bæði uttanfyri og í samgongu! – hava kritiserað hinar flokkarnar fyri at hava verið eksponentar fyri.

 

Á kommunala økinum skal tað eisini farast meiri víðgongt fram, enn tað hevur verið gjørt. Tað verður ikki sagt beinleiðis í samgonguskjalinum, at kommunurnar nú skulu leggjast saman sambært lóg, um tær ikki megna tað sjálvar. Men soleiðis kennist tað á orðingunum. Fyri Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu, sum verða stýrdar av ávikavíst Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, er hetta neyvan nakar trupulleiki, sjálvt um borgarstjórin í høvuðsstaðnum nú hevur sagt, at hann ætlar at spyrja sínar borgarar, hvat teir siga til at fáa fleiri upp í sína kommunu.

 

Aðra staðni í landinum er hetta viðbrekið tos. Eitt nú í Suðuroy, har báðar tær stóru kommunurnar verða stýrdar av javnaðarborgarstjórum, og ikki minni í Eysturoy. Á Eiði, sum ikki hevur viljað verið partur av Sunda kommunu, er nýggi Miðflokka tingmaðurin Tordur Niclasen borgarstjóri. Fuglafjørður og Strendur, sum higartil hava verið uttanfyri kommunusamanleggingar, eru fólkafloksstýrdar, og so er tað sambandið millum Nes og Runavík, ið tað higartil hevur verið sum eldur at tosa um.

 

Uttanríkisráð er sett á stovn, og tað er stór avbjóðing hjá løgmanni. Síðani stýrisskipanarlógin varð sett í verk, hevur leikluturin hjá løgmanni partvís verið at vera uttanríkisráðharri og partvís at vera eitt slag av forseta, sum tann íslendski er tað. Nú skal Høgni Hoydal føra uttanríkispolitikkin, og harvið skal løgmaður finna sín nýggja leiklut. Í stýrisskipanarlógini verður sagt, at hann skal leiða og samskipa arbeiðið hjá landsstýrinum. Hesin leikluturin er sera sjónskur hjá øðrum stjórnarleiðarum, men í Føroyum hevur verið lítið at sæð til henda leiklutin hjá løgmanni.

 

Eitt nú í Danmark er forsætismálaráðharrin sjónskur, tá ið nýggj átøk skulu fremjast. Vanligi stjórnarlimurin má finna seg í at standa í skugganum av stjórnarleiðaranum, inntil átakið er sett á skinnarar. Soleiðis hevur tað ikki verið í Føroyum. Nú er løgmaður noyddur at seta henda leiklutin fremri. Tað er ikki hissini roynd. Serliga tá ið hugsað verður um, at fýra av landsstýrismonnunum eru úr Tjóðveldinum!

 

Nógvar yvirtøkur eru á skránni, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at ganga við teimum ætlanunum. ABC landsstýrið framdi fleiri yvirtøkur, og um ætlaðu yvirtøkurnar eydnast, so verður Jóannes Eidesgaard tann løgmaðurin, sum eftir Atla Dam fer at hava framt flestu yvirtøkurnar. Trýstið er á Tjóðveldinum, tí tað kann illa liva við ikki at megna tað á yvirtøkuleiðini, sum Sambandið hevur verið við til at fremja.

 

Samgongan hevur stórar ætlanir. Tað er veldug avbjóðing. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at meirilutin er so tepur, sum hann er. Á eitt nú stjórnarskipanarøkinum átti tað at verið upplagt at fríggja til bæði Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin, sum eiga sín lut í grundlógar- ella stjórnarskipanaruppskotinum, sum varð handað fyri jól í 2006, og sum ætlanin upprunaliga var skuldi fara til fólkaatkvøðu í 2007.

 

Ein av stóru spurningunum er, hvussu tað fer at hilnast á mentanarøkinum. Allir flokkar siga seg vilja styrkja um fólkaskúlan. Tað arbeiðið rakk langt undir síðstu samgongu. Allir flokkar siga seg vilja styrkja útbúgvingarmøguleikarnar, eitt nú Fróðskaparsetrið, og allir flokkar siga seg vilja stimbra mentanina.

 

Nú skulu ætlaninar samskipast við rokniarkið og fíggjarliga karmin – møguliga gjøgnum skattahækkingar - og nú skulu ætlaninar samskipast millum Tjóðveldi og Miðflokkin. Tað verður ikki eiti á avbjóðing. Ætlaninar eru stórar og grundarlagið er tepurt! Men nú fæst at síggja, um tað framvegis ber til at hava hugsjónarligar ætlanir og at fremja tær í verki.