Kollafjørður er góð náttúruhavn, og atløgumøguleikarnir eru góðir. Plássið við bryggjuna í Havn er ikki tað besta, sum er og tað er synd at siga, at »Nyhavn« hevur tænt sínum endamálið. Í hvussu er ikki kajkanturin [...] Havnini. Frástøðan til Havnar er stutt og her kunnu teir fáa tað teimum tørvar. ? Harafturat er ein stórur partur av kollfirðingum í Havn hvønn dag, tí teir hava sítt dagliga yrki her, sigur hann. Útbyggja skúlan [...] sína fíggjarætlan. Kollfjarða Kommuna er væl fyri. Skuldin hjá kommununi er bert eina hálva álíkning og roknað verður við, at tá samanleggingin verður veruleiki, er Kollfjarða Kommuna nærum skuldarfrí.
Andreas Mathew er maðurin sum stendur aftanfyri og tað er eisini hann sum er leiðari í bólkinum. Kopp er kendur fyri eina væluppsetta framførslu, sum serliga tiltalar ungfólk. Tað er full ferð á framførsluni [...] ymiskum londum sum India, Australia og enntá úr Føroyum. Føroyski luttakarin er Rannvá Joensen, sum er dóttur Godtfred Joensen. Hann er sera væl kendur í føroyska gospelheiminum, og nú roynir dótturin seg á [...] framførsluni, sum er eitt sokallað »total-teater«. Endamálið við bólkinum er at vísa, at tú saktans kanst hava ein øðrvísi lívshátt og samstundis hava trúnna á Guð sum miðpunkt. Bólkurin hevur spælt í ung
Flóvin var ikki nóg ansin, var Heini eirindarleysur. John hevði hvíta fólkið ímóti Tummas Martini, og her var gongdin tann, at John stigvíst styrkti sær støðuna, og endin var, at hann gjørdi sína skyldu. Sama [...] endaði við sigri til havnarmannin, sum ikki vil hoyra talan um, at úrslitið var "óvæntað". Spurturin er byrjaður - nú verður spennandi! Toppdysturin í dag eitur: John Arni-Heini.
fríggjadagurin fall í longra lagi, leitaðu sær inn á hotellið at hyggja at nøkrum av teim mest djúptonknu, her samanbitnu talvsnillingunum, ið Føroyar tá kundu mynstra. Hvussu henda Wood-kappingin í 1962 endaði [...] frá Olafi á Posthúsinum, keturoykjandi og altíð smílandi grand-old-man hjá vestmenningum. Kanska var her talan um, at útjaðarin fyri eina ferð skuld fann saman móti Havnini?! Havnin reisist Wood-kappingin [...] til Havnar, hóast kappingin um tað var spennandi til tað seinasta. Men tað, sum fær ein at undrast, er, hvussu stórliga umstøðurnar eisini hjá hesi ítróttargrein eru broyttar og batnaðar henda farna mansaldurin
Tór Næs samdust skjótt um javnt! Tað er at undrast á, at John ikki leggur meira fyri at fáa Heina aftur. Kanska hevur hann ætlað at økonomisera við megini, so at hann er væl útborin til spurtin - eftir eru [...] Eyðun og Ólavur telvaðu javnt - her stóð púra fast allanvegin, so hvørgin hevði nakað at iðra seg um. Og Terji vann ímóti Bernhard í jøvnum endatalvi. Spurningurin er so, hvussu verður í dag. Heini hevur
sum búði heima hjá okkum tær báðar vikurnar, sum kappingin var hetta summarið í 1986. Bjarke var - og er - av fittastu fólkum - blíður og hjartaligur, og ikki tað minsta hástórur. Hartil var hann fyrikomandi [...] farvæl, og til uppaftur nógv sterkari telvari trein á gátt á Spógvavegi 16. Vit skriva 1992, og summarið er komið hægst á luftina. Sunnaneftir frættist frá avrikunum hjá føroyska talvliðnum í olympisku kappingini [...] og nýbakaðar køkur frammi. Mamma dugir ikki enskt, og tí fekst ongin samrøða teirra millum, men hvat er við tilkomið konufólk at røða, sum onki veit um talv? Babba smæddi seg afturímóti ikki burtur; hann
Sum støðan er, eru Frítíðarskúlanir úti á skúlunum ikki klárir at taka ímótí øllum skúlabørnunum, tí er henda ætlanin ikki sett í verk, men er møguleiki at taka uppaftur, tá ið Frítíðarskúlin er farin at [...] barnagarðurin skuldi verði bygdur til 60 - 80 børn heldur enn sum er til 40 barnagarðsbørn og sigur at býráðið oyðslar við plássinum. Her er als ikki talan um umstitingarhølir. Býlingahúsið inni á Gøtu verður [...] aðrar eru væl á veg, m.a. er eisini ætlanin við Býlingahúsinum inni á Gøtu, sum skal rúma spælistovu til 20 børn. 249 nýggj pláss eru komin Í einum føri hevur felagið rætt. Tað er tá útspælið frá kommununi
At fáa játtanina á fíggjarløgtingslógini til almanna- og heilsumál at røkka er ein ógvuliga stór og tung uppgáva. Tí er tað av alstórum týdningi, at nývalda løgtingið setur sær sum mál, at byrgja fyri [...] í føroyska samfelagnum at tryggja øllum vinnuførum føroyingum arbeiði undir tryggum umstøðum. Hetta er ein av fyritreytinum fyri, at vit kunnu fáa eina sosiala endurnýgging av samfelagnum, soleiðis at tey [...] elli ella øðrum viðurskiftum, hava tørv á hjálp, veruliga kunnu fáa neyðuga hjálp. Fólkapensiónin er alt ov lág í dag, og tí má ein rættiligur bati henda beinanvegin. Nývalda løgtingið eigur saman við
sambýlum, ið eru innan Heimarøktina, og má eg siga, at tey eru sera væl skipað, og er hetta ein góð loysn. Hendan loysnin er bíligari enn at byggja stór og dýr røktarheim, sjálvt um Heimarøktin má útbyggjast [...] fólk útskrivað nógv skjótari nú enn fyrr. Hetta er alt nakað, ið økir um trýstið. Heimarøktin kann ikki eins og eitt nú landssjúkrahúsið siga, at nú er fult, vit kunnu ikki taka fleiri fólk inn. Nei, ein [...] brúkarum. Hetta ger sjálvandi, at trýstið á hendan stovn økist alt meir og meir. Eitt, ið eg sakni er, at tá ein her ikki kann fara inn og avmarka, hvussu nógv ein kann taka inn av brúkarum, so átti ein annar
Ambitiónin kann koma av, at hon kanska sær, at her manglar nakað. Her eru mál og sjónarmið, sum vanta. Hon veit, at skulu vit hava eitt vælvirkandi samfelag, er neyðugt, ja al neyðugt, at kvinnusálin hevur [...] Beinan vegin fær man hug at spyrja kvinnur. Hví tað? Jamen, hvørjar ambitiónir hava menn? Er nakað at snakka um? Tí konan man eins væl og maðurin fara upp í politikk, tí at hon heldur seg duga líka so [...] týdning. At øll mál eru kvinnumál eisini. At hon dugir at taka dagar ímillum í øllum samfelagsmálum ? tað er bara ein spurningur um, at hava sett seg væl inn í málini. Soleiðis man vera í øllum lívsins viðurskiftum