FM '98 Talv. Heini varðveitir leiðsluna

Spenningurin er stórur í landsliðsbólkinum nú so væl útliðið er í kappingini, at menn vælsaktans so smátt eru farnir at hugsa um endaspurtin.

Alt bendir nú á, at føroyameistarin fer at eita annaðhvørt Heini, John ella John Arni! Ongin fær verið ovfarin um tað. Í gjár vunnu teir allir.


Heini, sum fram um teir flestu hevur gávurnar at leita fram allar resoursir og leggja alla megi í, tá um ræður, tykist sera nærlagdur, og leggur nú allar niður eftir tørni. Í gjár veitti hann Flóvini fyrsta tapið í kappingini. Leingi sá støðan út av lítlum og ongum, men so títt og knapt, at Flóvin var ikki nóg ansin, var Heini eirindarleysur.


John hevði hvíta fólkið ímóti Tummas Martini, og her var gongdin tann, at John stigvíst styrkti sær støðuna, og endin var, at hann gjørdi sína skyldu.


Sama var við John Arna, sum stríddist við svarta fólkinum móti Terja. Talvið var eitt sindur fløkjasligt, eftir heldur órtodoksa byrjan, men sum fráleið vann John Arni seg omaná og helt honum, til luftin fór úr unga klaksvíkinginum.


Ólavur vísti síni álopskynstur í einum spennandi talvi móti Bernhardi. Ólavur var so beinasamur at seta viðmerkingar til talvið aftaná, og tað kunnu tit njóta í blaðnum í dag.


Og talvið millum vinmenninar og gomlu New York-ferðamenninar Jóan Hendrik og Eyðun endaði við sigri til havnarmannin, sum ikki vil hoyra talan um, at úrslitið var "óvæntað".


Spurturin er byrjaður - nú verður spennandi!

Toppdysturin í dag eitur: John Arni-Heini.