At fáa játtanina á fíggjarløgtingslógini til almanna- og heilsumál at røkka er ein ógvuliga stór og tung uppgáva. Tí er tað av alstórum týdningi, at nývalda løgtingið setur sær sum mál, at byrgja fyri sosialari trongstøðu.
Fær Tjóðveldislfokkurin neyðugan stuðul frá veljarunum, so fer uppskotið um vinnuliga endurnýggjan í føroyska samfelagnum at tryggja øllum vinnuførum føroyingum arbeiði undir tryggum umstøðum. Hetta er ein av fyritreytinum fyri, at vit kunnu fáa eina sosiala endurnýgging av samfelagnum, soleiðis at tey, sum orsakað av sjúku, elli ella øðrum viðurskiftum, hava tørv á hjálp, veruliga kunnu fáa neyðuga hjálp.
Fólkapensiónin er alt ov lág í dag, og tí má ein rættiligur bati henda beinanvegin. Nývalda løgtingið eigur saman við arbeiðsmarknaðinum at fáa eina greiða avgerð um, hvussu ella hvørja eftirlønarskipan talan skal verða um í framtíðini, men hendan langtíðarætlanin forðar ikki fyri at hækka fólkapensiónina beinanvegin.
Tørvurin innan eldrarøktina er vaksin munandi seinastu árini. Starvsfólkini á røktar- og ellisheimum, umlættingarheimum, eldrasambýlum og vistarheimum gera eitt ógvuliga gott og týðandi arbeiði, men tíverri eru bíðilistarnir til hesi heim alsamt vaksandi. Batar eru at hóma kring landið, men her eigur nývalda løgtingið saman við kommununum at spenna seg enn meira út, tí tey gomlu, sum hava tikið tøk og lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, eiga at fáa nógv betri umstøður og nógv størri tryggleika á ellisárum.
Súni í Hjøllum
Tjóðveldisflokkurin
Eysturoy










