ein løgtingsmaður í farnu viku, alment sáar iva um kanningarnar hjá Landsverkfrøðinginum í sambandi við, hvar ætlaði Hovstunnilin skal borast. Hann sipar til Henrik Old, løgtingsmann, sum eisini er formaður [...] vit eru ein partur í politisku skipanini og var løgtingsmaðurin ónøgdur, átti hann at tikið tað upp við landsstýrismannin, heldur enn at fara í bløðini. Hann sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur ikki málað [...] kanningarnar hava drigið út, er, at í tí eina holinum, vit boraðu, var tilfarið so vánaligt, at teir máttu gevast. Annars hava vit eisini gjørt greitt, at vit gera onga niðurstøðu, fyrrenn tilfarið er kannað
speiskur undirtóni er at hóma hjá Hildur og øðrum við, sum vit skiftu orð við, tá vit nakrar ferðir vitjaðu løgguleikirnar týsdagin fyri at fylgja við. Tann elsti av teimum tjúgu íðkandi politistunum var [...] Sjálvur eri eg altíð við fyri at vinna, men í dag haldi eg, at hugnin kemur framum, tí tað er líkasum tankin við hesum, at vit skulu hava tað stuttligt saman. Tá vit tosaðu við Jákup Martin, var ein stórur [...] fótbóltscurling, har hann var í parti við tollaranum Jónleif Sólsker, ið eisini dugir at sparka ein bólt. - Hvussu tað verður við hesi kappingini, vit nú eru í holt við, fjallarenningini, tori eg als ikki
økinum í sambandi við nýggja orgulið. - Vit hava havt aðrar skuldir á okkum, men tær máttu vit so fáa av vegnum, áðrenn nýggjar íløgur vórðu gjørdar í orgulið, sum kostaði 4,5 milliónir við teimum umbyggingum [...] stólarnir vendir móti nýggja dýrgripinum, og tað er fyrstu ferð, at allir stólarnir eru vendir við. - Eg sat við kensluni, at endiliga er kirkja okkara liðug. Vit hava gjørt ymiskt síðani 1994, sum hevur ligið [...] Danmark, har árligt eftirlit verður við orgulinum, so ymiskt kann fínpussast og justerast fyrstu 10 árini. Umskipað fíggjarviðurskifti Niklas Foldbo, sum hevur verið við í gongdini frá 1994, vísir víðari
stuttligt tað sá út, tá allir dreingirnir ta einu tíðina gingu við onkrum løgnum hárliti. Tú hevði eisini tann eginleikan at fáa fólk at vera ?við uppá tingini". Tú var mittpunktið í næstan øllum, ið vit gjørdu [...] altíð hugnaligt, hóast vit oftast máttu sita kroyst saman í seingjunum, so tað skuldi vera pláss fyri øllum. Ikki bert í góðum løtum var tú har. Tað bar altíð til at tosa við teg um okkurt, ið ikki gekk sum [...] ?Sorgin er tann kærleikin, ið vit sita eftir við". Nakað soleiðis segðI prestur í kirkjuni 14. Februar 2003. Tung vóru sporini ein av fyrstu sóldøgunum í ár, tá vit fylgdu tær til tín seinasta hvíldarstað
stóru bussstøðina inni í Malaga, haðani vit skuldu við einum øðrum bussi víðari til Granada, kom maðurin við okkum, hann skuldi so avgjørt hjálpa okkum við viðførinum. Í hátalarunum søgdu tey júst tá, at [...] har fór við øðrum orðum ikki at verða nóg nógv tíð til at keypa ferðaseðlar, sum máttu keypast inni á sjálvari støðini, men spaniólin var virkisfúsur, segði, at hann skuldi fara yvir til bussin við viðførinum [...] samskifta við fremmandafólk, - tað er sjálvt møtið millum menniskju, sum ger tað spennandi at liva, ikki minst møtið við tað ókenda, og um eitt lítið lívsjáttandi flørt so eisini fylgir við - ja so ongantíð
Tað er trupult at hava við ferðavinnu í Sandoynni at gera. Gistingarmøguleikar og møguleikar at fáa sær ein bita mangla. Oyggin er avskorin, sigur leiðarin á kunningarstovuni á Sandi, Marna Jakobsen, sum [...] møguleikan fáa tey ikki á Sandoynni yvirhøvur. Tað kann so aftur vera ein orsøk til, at ferðafólk himprast við at koma til økið, heldur hon. Heldur ikki ber til at biða sær um ein bita, uttan so, at umbiðið verður [...] nakað væl síðan. ?Tað bar stutt sagt ikki til at sita og bíða eftir ferðafólki, sum ikki kom, so fólk máttu finna sær aðrar vinnuvegir, sigur hon. Ein av orsøkunum, heldur hon, kann vera, at tað er ov lítið
kreppu aftur. Tá ávísir bankar máttu snara lykilin um, sjálvt um tað ikki var neyðugt, og aðrir blivi tømdir av ríkmonnum, soleiðis at allir teir føroysku skattaborgararnir máttu svíða. Hetta sær ikki mætari [...] almenna sek-torin, soleiðis at javnvág kemur uppá tær milliónirnar sum danir fáa hvør ár. Við loysingarkvøðu, men við skili. [...] seg, nú ávaringarljósini langt um leingi eru farin at blunka, og politikararnir eru í villareiði, við tað at teir seta gjøld á ávísar vørur, tað er tað sama sum skattur. Vælsignaðir, hví lærdu tit ikki
morgunin, áðrenn klárt var at fara á posthúsið við blaðnum. Meðan bíðað varð eftir at blaðið varð klárt at prenta, stytti hann sær stundir við at spæla sær við setikøssunum, og tá ein mikladalsdrongur nakað [...] var eisini gomul og slitin. At byrja við bleiv teksturin settur og eitt eintak tikið av teigunum við at tørna pressuni runt við hond, og bleiv tað so borið oman á Dimmalætting, har Flemming og teir brutu [...] sendast við posti ella onkur tók ímóti tíðindum gjøgnum telefonina. Fax kendu teir ikki til tá. Maskinurnar og umstøðurnar vóru vánaligar. Prentmaskinan ella pressan, sum Sosialurin varð prentaður við, ið
saman við Petur Ludvík av Tvøroyri, at byrja við gørnum eftir havtasku við Føroyar. Mangan lá tær vátt undir føti, og skal eg nema við onkra hending, ið tær hevur verið fyri. I 1959 var Signheðin við 30 [...] var í 1953 teir fóru til Íslands við Jóan Jakki í Leirvík sum skipara. Signheðin var nógv ár við Páll Horn sum skipara, fyrst við "Sct. Jack" og síðan við "Òla Horn", tá ið hann kom í 1960. Hetta var eitt [...] Niclas eins og øll hini foreldrini. Elisabeth var serliga góð við meg, og Niclas dugdi væl at skapa sær við teimum yngru, eisini hann var góður við børn. Jú, okur, ið tá vuksu upp í Toftalíð, hava nógv at takka
stevnuna eisini. Hetlendingar, sum vóru við sum eygleiðarar fyrstu ferð, máttu taka til takka við at hava bás í gongini. Men tað tóktust teir eisini at vera nøgdir við, sigur Heri Niclasen. Forrætningsmessiga [...] í Havn tóku í móti og Norrøna lá við bryggju og hýsti ikki færri enn 249 stevnuluttakarum. Eisini har umborð gekk alt upp á stás, sigur Heri Niclasen. At Norrøna lá við bryggju sum hotelskip hevði dupulta [...] hann umrøður hesa samansjóðingina, sum hann heldur vera eina ta bestu, hann hevur verið við til yvirhøvur í samband við Vestnorden Travel Mart. Eisini útlensku gestirnir hava havt hetta á orði, sigur hann