LØGGULEIKIR

Allan týsdagin á tamb, frá tíðliga á morgni til á midnátt, kappaðust tjúgu politistar í alternativum ítróttarkappingum í Havn. Tað mesta bygdi á stuttleika og hugna, men okkurt elvdi til bæði sveittabrot og sinadrátt

Reportasja

Lítið man vera at ivast í, hvat kaffistovuprátið hjá politistunum kring landið fer at snúgva seg um næstu tíðina. Óivað verður skotið dúgliga - altso við orðum - nú fyrstu løgguleikirnir hava verið í Føroyum.
Løgguleikir er varisliga, føroyska týðingin av heitinum Cop Cup 2003, sum leikirnir annars verða nevndir, nú teir eisini eru komnir til Føroya.
Um hetta er eitt altjóða fyribrigdi, skal ikki sigast við vissu her, men í øllum førum eru hesir leikir ikki ókendir í Danmark, har politistar hava stytt sær stundir við teimum hesi seinnu árini.
Umframt føroysku politistarnar, sum royndu seg, vóru eisini komnir tríggir úr Danmark, sum har stóðu seg væl í eini líknandi kapping herfyri.
Pláss var bara fyri tjúgu íðkarum, so tað vóru teir fyrstu, ið høvdu meldað seg til, ið sluppu framat. Aðrir mugu so bara vóna, at teir eru skjótari á sjóvarfallinum næsta ár, tá tiltakið væntandi verður endurtikið.
Umframt fleiri ítróttargreinar, vit kenna til frammanundan, vóru eisini ymsar forkunnugar á skránni. Burtur úr rúgvuni kann nevnast dekkvarp og fótbóltscurling, har tað ráddi um at sparka fótbóltar so nær miðjuni á fótbóltsvøllinum sum gjørligt.
Eisini spældu teir golf og fótbólt í samanblandaðum útgávum, so fólk kanska skilja hálvkvødna vísu, um vit nevna kappingarheitini fótbóltsgolf og golffótbólt.

Einsamøll høna
Longu klokkan átta týsmorgunin fóru teir í gongd. Og teir eitur tað, tí einasta kvinnan, ið hevði meldað til, noyddist at halda seg burtur frá sjálvum kappingunum og røkti ein leiklut sum fyriskipari og hjálpardómari í staðin.
So meðan vit vanliga tosa um at vera einsamallur hani, var Hildur Hentze einsamøll høna í øllum rokanum.
- Eg skaddi mær knæið fyri trimum vikum síðani, og tí tordi eg snøgt sagt ikki at leggja so nógv fyri, sum tað er neyðugt í summum av hesum kappingunum. Men eg hevði heldur enn fegin viljað tikið kappingina upp við starvsfelagarnar, sigur Hildur.
- Tá eg so kortini hevði tikið mær frí, bjóðaði eg meg fram at hjálpa til, so eg havi allíkavæl hugna mær saman við hinum. Her sært tú jú heilt nýggjar síður av fólki, sum tú hevur arbeitt saman við í áravís.
Stødd út móti síðulinjuni í kappingini eygleiðir Hildur sjálvandi kanska heldur meira, enn hon vildi gjørt, um hon sjálv var upptikin av at kappast, og hon hevur staðfest nøkur ting:
- Summir taka sær av løttum, meðan aðrir leggja nógv fyri. Og onkur, sum frammanundan helt seg vera heimsmeistara í at sparka bólt, mundi í morgun finna útav, at so var ikki_

Aldursforseti
Jú, ein speiskur undirtóni er at hóma hjá Hildur og øðrum við, sum vit skiftu orð við, tá vit nakrar ferðir vitjaðu løgguleikirnar týsdagin fyri at fylgja við.
Tann elsti av teimum tjúgu íðkandi politistunum var 46 ára gamli Rani Wardum, ið tó ikki helt seg standa aftan fyri aðrar.
- Hetta er jú øgiliga sosialt, so skuldi tað kiksað hjá mær sjálvum at gjørt tey stóru brøgdini, so er ein bjarging allatíðina, at tú hevur skiftandi makkarar. So ert tú heppin at koma í part við einum av teimum góðu, kann tað muna væl, sigur Rani.
Hann er annars alla tíðina klárur við »einari góðari«, sjálvt um tað fyri ein stóran part var so býtandi kalt týsdagin, at poengini høvdu hug at hanga í leysum lofti viðhvørt.
- Í hesum fyrstu kappingunum hjá mær hevur gingist so sum so, men eg gleði meg til hondbóltin og svimjingina, sum verða seinni, sigur hann.
- So skulu teir nokk fáa at síggja, at eg framvegis eri minst líka góður sum fyri tretivu árum síðani, tá eg enntá vann svimjikappingar móti Jon Hestoy og øðrum góðum monnum.
Vit spurdu eisini Rana, um ikki hesin kappingardagurin man fara at gerast lokala undirhaldið hjá politistunum næstu tíðina, og tað roknaði hann eisini við.
- Okkum dámar frammanundan væl at arga hvønnannan og at skemta okkum, og eg kann ikki hugsa mær annað, enn at vit longu nú hava nógv, vit kunnu stinga hvønn annan við, tá vit aftur eru til arbeiðis, helt aldursforsetin.

Reglubrot
Carsten Andersen man vera minst líka kendur sum fyrrverandi málmaður hjá Neistanum í hondbólti, sum hann er kendur sum politistur - í øllum førum millum teirra, ið altso ikki hava sína dagligu gongd á politistøðini.
Ellivu ár eru liðin, síðani hann síðst vardi Neista-málið, og eftir øllum at døma er hann ikki sama kappingarmenniskja, sum hann eina ferð var tað.
- Hetta gongur nógv mest út uppá at hugna sær og at hava tað stuttligt. Men eg síggi, at fleiri ganga øgiliga høgt uppí at vinna, meðan vit aðrir taka okkum meira av løttum, sigur hann.
- Teir flestu av okkum rokna ikki við at vinna, men tó síggi eg, at nakrir leggja øgiliga nógv fyri. Men fyri mín part er hetta bara stuttleiki og eitt gott høvi at umgangast starvsfelagarnar á ein heilt annan hátt, enn tá vit eru í arbeiðsbúna og skulu taka okkum av reglum og lógum alla tíðina.
Júst hetta við reglum og lógum máttu vit lofta, og tí spurdu vit Carsten, um politistarnir eisini royna at snýta og bróta reglurnar ein sovorðnan ítróttardag:
- Sjálvandi! Vit mugu jú duga at bróta reglurnar sjálvir, um vit skulu kunna taka øll tey, sum gera tað. Nei, skemt til síðis. Her eru bæði dómarar og eftirlitisfólk, so vit fáa ikki skákað okkum undan her, líka so lítið sum annars, sigur hann.
- Men sjálvandi royna vit, tí tað er ein partur av stuttleikanum ein slíkan dag. Vit skulu fyrst og fremst fáa ein góðan og hugnaligan dag burtur úr hesum, so her hevur tað ikki minst at siga, at vit halda hvønnannan fyri gjøldur og traðka eitt sindur við síðuna av viðhvørt.

Heilt nakað annað
Millum politistarnar, ið royndu seg í gongu aftureftir, at sleingja ein píl eftir einari dartskivu við tráðu og alt hitt, ið fyri ein stóran part var sovorðin ítróttur, ið ikki er sæddur her á landi, vóru eisini fleiri føroysk ítróttarfólk, ið royna seg á hægsta stigi ella til fyri kortum hava gjørt tað.
Vit kunnu nevna hondbóltsspælararnar Jónleif Sólsker, Áka G. Olsen og Karl Oddmar Rasmussen, umframt fótbóltsspælarar sum Lars Müller, Karl Leonsson og Jákup Martin Joensen. Eisini fótbóltsdómarin Páll Augustinussen var við.
- Hetta kann als ikki samanberast við vanligan ítrótt, tí her er so nógv ymist, at eingin kann sigast at vera nakar upplagdur favorittur, tí hann dugir alt betri enn hinir. Nógv av hesum er tað eingin av okkum, ið hevur roynt fyrr, so í so máta eru vit allir líka fyri, heldur Jákup Martin Joensen, sum er ein av berandi spælarunum á besta mansliðnum hjá EB/Streymi í fótbólti.
- Tú brúkar heilt aðrar vøddar og skalt gera heilt aðrar rørslur, so tað kann vera alt møguligt, ið spælir inn. Sjálvur eri eg altíð við fyri at vinna, men í dag haldi eg, at hugnin kemur framum, tí tað er líkasum tankin við hesum, at vit skulu hava tað stuttligt saman.
Tá vit tosaðu við Jákup Martin, var ein stórur partur av skránni avgreiddur, og hann lá heilt væl fyri, tí hann hevði vunnið luftbyrsuskjótingina og kappingina í fótbóltscurling, har hann var í parti við tollaranum Jónleif Sólsker, ið eisini dugir at sparka ein bólt.
- Hvussu tað verður við hesi kappingini, vit nú eru í holt við, fjallarenningini, tori eg als ikki at gita um. Men hetta sær øgiliga hart út, so eg vænti ikki, at hetta verður mítt størsta avrik í dag, segði fótbóltsspælandi politisturin úr EB/Streymi.

Nakað fyri jarnmenn
Júst fjallarenningin mundi eisini vera nakað av tí harðasta, ið var á skránni undir løgguleikunum, tí uppi á Velbastaðhálsi skuldu politistarnir fyrst rógva við einari ár á eini tjørn, fyri síðani at renna upp á ein hamara og omanaftur.
Serliga túrurin um tjørnina legði upp til at brúka hugflogið, og tí brendi Lars Müller seg av, tá hann royndi at vera eitt sindur alternativur. Tá hann í gummibátinum hevði lagt ein triðing av teininum aftur um seg, leyp hann útí:
- Vit høvdu tosað eitt sindur um tað frammanundan, hvat var snildast at gera, og eg valdi so at leypa útí fyri at skumpa bátin framman fyri meg. Men tað var ikki so snilt, tí mórubotnur er í tjørnini, so ferðin fór munandi niður hjá mær, umframt at eg var á kroppi, sigur Lars.
Vatnið dreiv av honum, tá hann kom upp á turt aftur og skuldi fara undir renningina. Nakað tungar vóru yvirbuksurnar eisini blivnar, tí tá hann hevði runnið einar hundrað metrar, noyddist hann at fara úr teimum, tí tær vigaðu ov nógv.
- Tað var hopileyst at renna við hasari yvirvektini aftrat, so eg mátti bara sleppa mær av við buksurnar sum skjótast. Tað kostaði eitt sindur hjá mær, men sama ger. Her ræður bara um at hava tað stuttligt, sigur Lars, ið tó ikki væntaði, at hendingin fór at kosta honum so nógvar glósur teir næstu arbeiðsdagarnar.
Í hesi greinini kappaðust teir tveir og tveir, og beinleiðis mótstøðumaðurin hjá Lars var ein av danskarunum, ið vóru komnir upp til kappingina, Asger Jørgensen. Hann helt tað vera sera hart at vera við í júst hesi greinini, ið mest mundi vera nakað fyri jarnmenn.
- Ja, hetta var ótrúliga hart, men soleiðis skal tað eisini vera. Nú kunnu vit av góðum grundum ikki royna okkum í fjallarenning heima í Danmark, so hetta var nakað nýtt fyri meg, sigur hann.
- Men annars haldi eg, at teir flestu av okkum eru rættiliga javnir, tí her er alla tíðina okkurt, sum eingin hevur roynt fyrr. Tað ger tað eisini stuttligari fyri allar partar, tí so kunnu øll vera við.

Tætt í toppinum
Tá avtornaði, gjørdust løgguleikirnir nógv drúgvari, enn skráin hevði lagt upp til, tí ikki fyrr enn á midnátt týskvøldið endaði tiltakið við einum betri bita og einari hugnaløtu aftaná. Sambært skránna skuldi alt annars verða liðugt klokkan níggju um kvøldið.
Allarsíðsti parturin gekk fyri seg í svimjihøllini, og har komu teir ikki í gongd, fyrr enn teir í grundini skuldu verið lidnir.
Og tá øll stigini vórðu tald saman, gjørdist vinnarin í kappingini Asger Jørgensen, ið hevði hinar báðar danskararnar í hølunum á sær sum nummar tvey og trý. Síðani komu politistar, ið starvast í Føroyum, og sera lítil munur var millum teir seks fremstu, so spenningurin í kappingini helt sær líka til tað síðsta.
- Vit hava roynt hesar leikirnar síðstu trý árini í Danmark, og eg haldi ikki, at hesin dagurin stendur nakað aftan fyri tað, vit hava roynt heima, sigur vinnarin í kappingini.
- At vit donsku endaðu frammarlaga, kann sjálvandi hanga eitt sindur saman við, at vit møguliga kenna meira til greinar sum tennis og golf heimanífrá, men samanumtikið var eitt sindur av hvørjum her, so kappingin gjørdist gróthørð.
Hvussu er og ikki, tóktust bæði íðkarar, fyrireikarar og dómarar at vera væl nøgdir við dagin, og lítið man vera at ivast í, at løgguleikir verða tiknir uppaftur næsta ár. Skráin skiftir hvørja ferð, so tá verða tað óivað aftur nøkur øðrvísi og óvæntað ting, sum eru á skránni.
Og vit skulu annars eisini heilsa og siga, at hetta veruliga var ein annar og øðrvísi dagur hjá politistunum, tí einasta bót, ið kom upp á tal hjá teimum, var heilsubót!