Tað er trupult at hava við ferðavinnu í Sandoynni at gera. Gistingarmøguleikar og møguleikar at fáa sær ein bita mangla. Oyggin er avskorin, sigur leiðarin á kunningarstovuni á Sandi, Marna Jakobsen, sum kortini var á Vestnorden Travel Mart og bjóðai økið út til fremmand ferðafólk.
Tað er fyrst og fremst hotel, ferðafólk vilja hava, tá tey koma at gista í økinum, sigur Marna Jakobsen. Og tann møguleikan fáa tey ikki á Sandoynni yvirhøvur.
Tað kann so aftur vera ein orsøk til, at ferðafólk himprast við at koma til økið, heldur hon. Heldur ikki ber til at biða sær um ein bita, uttan so, at umbiðið verður væl frammanundan. Og tað eru ikki øll, ið ferðast, sum gera tað, vísir hon á.
Ísansgarður hevur ikki verið opin nú eina tíð, og caféin í Húsavík stongdi fyri nakað væl síðan.
?Tað bar stutt sagt ikki til at sita og bíða eftir ferðafólki, sum ikki kom, so fólk máttu finna sær aðrar vinnuvegir, sigur hon.
Ein av orsøkunum, heldur hon, kann vera, at tað er ov lítið av pengum til í økinum. Vinnan er ikki nógv, og hon setir ikki aftur pening í ferðavinnu, sum vit síggja tað aðrastaðni, sigur Marna Jakobsen.
Eingin veitari er í oynni, og tað ger so eisini sítt til, at so fá ferðafólk koma. Tí var onkur lokalur, sum seldi ferðir, hevði hann uttan iva eisini selt ferðir til økið í Sandoynni og Skúvoy.
Eitt nú hevur verið roynt at siglt við ferðafólki undir bjørgunum bæði vestantil á Sandoynni og undir Skúvoynni, men tað hevur verið ov óregluligt, tí ov lítil áhugi hevur verið. Helst tíl at slíkar ferðir hava staðið í skugganum av øðrum, sum hava havt betri marknaðarføring og lættari er at koma til, heldur Marna Jakobsen.
Og marknaðarføringin er eitt, sum hon heldur er alt ov lítið gjørt við. Kunningarstovan er opin tveir tímar um dagin, og tað er ov lítð til at kunna ger nakað munagott arbeiði. Sjálv hevur hon annað arbeiði eisini, og tað er ikki nøktandi fyri kunningarstovuna, heldur hon.
?Skal nakað munagott fáast burturúr, er neyðugt við fulltíðarstarvi, sum tekur sær av at marknaðarføra økið burturav.
Og her má skipanin broytast, sigur Marna Jakobsen, sum heldur tað vera heilt burturvið, at tað skal vera soleiðis,at tey stóru økini fáa mesta stuðulin. Tað átti at verið beint øvugt, soleiðis at tey smáu, føatæku økini fáa stuðul. Tí hini klára seg lutvíst væl betri kortini, vísir hon á.










