Landsverkfrøðingurin leggur øll kort á borðið

? Tað er ógvuliga óheppið, at ein løgtingsmaður sáar misálit á ein almennan stovn, sigur Landsverkfrøðingurin um Henrik Old

Hovstunnil

? Vit krógva onki.
Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, heldur ikki, at tað er nøkur sum helst orsøk tilat sáa iva um arbeiðið hjá stovninum.
Men hann heldur at tað er óheppið, at enntá ein løgtingsmaður í farnu viku, alment sáar iva um kanningarnar hjá Landsverkfrøðinginum í sambandi við, hvar ætlaði Hovstunnilin skal borast.
Hann sipar til Henrik Old, løgtingsmann, sum eisini er formaður í vinnunevnd løgtingsins.
Í Sosialinum í farnu viku helt Henrik Old, at Landsverkfrøðingurin alla tíðina hevði havt ein illvilja ímóti at bora tunnilin niðri í dalinum, har norska felagið, NCC hevur bjóðað sær til at gera hann.
Og tí róði løgtingsmaðurin eisini framundir, at Landsverkfrøðingurin fór at mála eina svartari mynd av støðuni, enn hon veruliga var, fyri at ?prógva?, at tað bar ikki til at gera bergholið har.
Hann hevði tískil ikki serliga stórt álit á, at Landsverkfrøðingurin fer at koma til eitt óheft úrslit av teimum boriroyndum, sum nú verða gjørdar.
Eitt, sum løgtingmaðurin eisini styðjaði seg til, var, at tað nú hevði tikið eitt hálvt ár at gera royndarboringarnar og hetta tók hann sum eina roynd hjá Landsverkfrøðinginum at drála sum longst.
Hann vísti eisini á, at Landsverkfrøðingurin hevur longu boðað frá, hvussu vánaligt tilfarið í fjallinum er. Og hann helt at hetta var fyri at mála eina so svarta mynd av støðuni, sum gjørligt.
Tí vildi Løgtingsmaðurin hava, at ein púra óheftur stovnur skuldi kanna tilfarið, sum er fingið úr fjallinum í boriroyndunum og hann metti málið so álvarsligt, at hann ætlar at reisa tað í Løgtinginum.

Øll kort á borðið
Men hetta heldur Jandsverkfrøðingurin er heilt burturvið.
Í fyrsta lagið heldur hann, at tað er sera óheppið, at ein løgtingsmaður alment sáar misálit á ein almennan stovn. Vit hava onki ímóti, at funnist verið at okkum, men vit eru ein partur í politisku skipanini og var løgtingsmaðurin ónøgdur, átti hann at tikið tað upp við landsstýrismannin, heldur enn at fara í bløðini.
Hann sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur ikki málað eina svarta mynd av teimum kanningum, sum nú verða gjørdar.
? Tað hava vit ikki gjørt. Tað einasta, vit hava sagt, er, at ein orsøk til at kanningarnar hava drigið út, er, at í tí eina holinum, vit boraðu, var tilfarið so vánaligt, at teir máttu gevast. Annars hava vit eisini gjørt greitt, at vit gera onga niðurstøðu, fyrrenn tilfarið er kannað. Fyri okkum er tað sjálvsagt, at vit kunnu ikki gera eina niðurstøðu, fyrrenn tilfarið er kannað.
Henrik Old fýlist eisini á, at kanningarnar hava tikið eitt hálvt ár, hóast landsverkfrøðingurin í vár segði, at tað kom at taka hálvanannan til tveir mánaðir?
? Hetta er ikki rætt. Í vár kom fram, at norska felagið NCC skuldi havt bjóðað seg til at gera tunnilin niðri í dalinum.
Síðani varð tann tunnilslinjan viðgjørd og tað tók eitt sindur av tíð. Ùrslitið var, at NCC vildi ikki átaka sær fíggjarliga váðan av, at tilfarið í fjallinum kanska var verri enn frammanundan mett.
? Og tá ið landkassin skuldi hava fíggjarliga váðan, kundu vit, sum tekniskur ráðgevari, ikki mæla til at fara undir arbeiðið, fyrrenn tilfarið í fjallinum varð kannað, so at vit vistu til fulnar, hvat vit fóru í holt við.
Tað var eisini hetta, sum ráðgevarin hjá Landsverkfrøðingunum, Statkraft Grøner í Noregi, mælti til.
? Sostatt var tað ikki, fyrrenn beint fyri verkfallið, at vit boð um at fara undir royndarboringarnar.
?Tað tekur eitt sindur av tíð at rigga til, men so kom verkfallið og alt mátti riggast av aftur. Verkfallið tarnaði arbeiðnum í meiri enn ein mánað og tá ið tað var liðugt, mátti riggast til av nýggjum.
? Harafturat var tað eina holið so vánaligt, at teir máttu gevast og eisini tað seinkaði arbeiðnum í nakrar vikur.
Oyvindur Brimnes sigur, at sostatt hava sjálvar boringarnar tikið minni enn tveir mánaðir.
Hann sigur, at tá ið royndarboringarnar eru lidnar, skal Statkraft Grøner kanna tilfarið í samstarvið við jarðfrøðisavnið.
?Hetta eru feløg og stovnar, sum als onki fíggjarlig áhugamál hava og óheftari stovnar at kanna tilfarið enn tað, ber neyvan til at finna.
Landsverkfrøðingurin sigur annars, at Landsverkfrøðingurin fer avgjørt ikki at krógva nakað.
? Vit leggja sjálvsagt øll kortini á borðið og er tað onkur, sum hevur hug at kanna tilfarið, tá ið royndarboringarnar eru lidnar, verður tað ongin trupulleiki, leggur hann afturat.

Ongin ivi
Men Landsverkfrøðingurin heldur eisini, at tað er als ongin orsøk til at sáa iva um framferðinina hjá stovninum í hesum máli, sigur hann.
?Allir partar eru samdir um, at ein tunnil liggur best fyri niðri í dalinum, har sum NCC hevur bjóðað sær til at gera hann.
? Verður úrslitið av kanningunum, at tað ber til at gera tunnilin niðri í dalinum fyri ein prís, sum kann metast at vera fíggjarliga forsvarligur, og játtan fæst til tað, skal ongin ivi vera um, at Landsverkfrøðingurin fer at mæla til loysn har á leiðini, kanska við einum sindri av tillagingum, sigur Oyvindur Brimnes.
Men hinvegin vísir hann eisini á, at tunnilin, sum ætlanin hevur verið at fara undir longur uppi í fjallinum, er á sama støði sum aðrir tunlir og vegir í Føroyum.
Tá ið spurningurin um Hovstunnil tók seg upp, kannaði Jarðfrøðisavnið eisini økið niðri í dalinum, har NCC hevur bjóðað sær at gera tunnil og sum nú verður kannað umaftur. Talan var tá um eygleiðingar og tær kanningarnar vístu, at at fjallið er ov vánaligt at gera tunnil í.
Hinvegin vístu hesar kanningar, at longri uppi, har Landsverkfrøðingurin hevur mælr til at gera tunnilin, er fjallið nógv betri. Síðani vórðu nakrar boriroyndir gjørdar í hesum góða hamrinum og hann staðfesti metingina hjá Jarðfrøðisavninum, at har var gott at gera tunnil.
? Soleiðis hevur framferðin altið verið, tá ið vit hava borað tunlar í Føroyum. Vit hyggja fyrst eftir, hvar ein tunnil liggur frægast. Við fyribils kanningum verður s omett um, antin tað ber til at gera tunnil har. Verður mett, at tað ikki ber til, verður eitt annað stað funnið. Vísa innleiðandi kanningar, at tað ber til at gera tunnilin har, verða nágreiniligari kanningar settar í verk har og tað er sama framferð, sum er brúkt her.
? Vit fara ikki fyrst at gera nágreiniligar á teimum støðum, har fyribils metingarnar vísa, at fjallið er vánaligt, tá ið hitt staðið er á hædd við tunlar og vegir í Føroyum annars.
?Men er útgerðin nú á døgum so góð, at tað ber til at bora ígjøgnum hvat sum helst fyri ein forsvarligan prís, er ein nýggj støða, sum vit mugu taka støðu til, leggur Oyvindur Brimnes afturat.