bæði stødd væl lægri á støðutalvuni enn Herfølge. Nú eru báðir dystirnir spældir, og úrtøkan var alt annað enn tað, sum teir í Herfølge vónaðu og roknaðu við. Fyrst taptu teir 1-0 á útivølli móti Viborg [...] Viborg, og mikukvøldið megnaðu teir á heimavølli ikki meiri enn málleysan javnleik móti B93, sum er nógv niðast á støðutalvuni. Sæð frá føroyskari síðu kunnu vit ikki ásannað annað, enn at Jákup Mikkelsen [...] at Herfølge hevur trupulleikar at spæla seg til málmøguleikar og at gera mál. Mikukvøldið gekk nógv fyri seg á miðjuni, men bæði í 1. hálvleiki og eisini fram móti endanum var tað heimaliðið, sum trýsti
eru inni á savninum. Savnið eigur eisini flestu myndirnar, sum hanga runt á almennu stovnunum. - Tað er gleðiligt, at savnið fær eina játtan, sum list kann keypast fyri, sum síðani kann hanga á almennum [...] til umhvørvið á eini skrivstovu, at myndlist er har og ger arbeiðsumhvørvið betri, heldur Helgi Fossádal, sum ikki skilir, at ein ljóspera á vegginum kann avskrivast, men at eitt listaverk á vegginum ikki [...] um í føroyskum mentanarlívi, tá um myndlist ræður. Vit kenna mannin, sum fyrrverandi stjóra. Fyrst á Elektron og síðani í Fossbankanum. Í dag er hann formaður í Listafelag Føroya, og vit hava sett honum
klo«. Javnaðarflokkurin varð stovnaður í 1925 og kom á ting í 1928. Alt bendir soleiðis á, at vit eru stødd í seinnu helvt av 20?unum. Leikum fagurt á foldum Fyrsta kapittul sýnir pallin fram, meðan tey [...] aldrin. Men á sínum økjum, til sínar tíðir, merkir tú, at tað góða vinnur á tí ónda, um tað er einum loyvt at brúka hendan eitt sindur teologiska málburðin«. Næsta morgun kemur Vitus fram á Skipsprest, [...] William Heinesen hevur strammað skaldsøguna sæst av, at útgávan frá 1934 er upp á 479 síður, meðan hon frá 1961 er upp á 225 síður. Tann nýggja útgávan er sostatt í vavi bara eina helvt av upprunaútgávuni
Og meða fólk kannaðu dýra fongin, ið bleiv hivaður upp á kaiina, kom sleiparin hjá Skipasmiðjuni inn á vánna við tveimum kempu russarum aftan á sær. Allarhelst vóru skipini frá Bresjnevtíðini, tað skeiðið [...] Hotel Føroyum, og á betongplattinum, sum teir bygdu yvir ósan seinast í 20?unum, lógu allir teir deyðu hvalirnir. Blóð og sevja seyraði út av kaikantinum. Fuglarnir sótu forvitnir á mønunum kring vánna [...] geylandi niðan gjøgnum lukkuliga býin. Sama dagin stóð býráðsskrivarin sum vant við seðlunum á sínum posti við gelendaran á býráðstrappuni. Menn vóru kátir og rúsaðir av drápi, og summir vóru líkaleiðis druknir
verkfall á Føroya Tele á hesum sinni. Mánanáttina góðtóku partarnir semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar sunnukvøldið, og við tí var stríðið um lønina hjá starvsfólkunum á Føroya Tele av á hesum [...] uppi á Hotel Føroyum við tí fyri eyga, at finna eina semju. Og tað eydnaðist. Sunnukvøldið løgdu semingsmenninir eitt uppskot fyri partarnar, har lagt varð upp til eina samlaða lønarhækking upp á 9,35 [...] einu løtuna út til, at eitt nýtt uppskot skuldi til, tí á einum fundi, sum var í hølum Starvsmannafelagsins sunnukvøldið vrakaði starvsfólkið á Føroya Tele uppskotinum frá semingsmonnunum. Upprunaliga
tann, at báðir dystirnir eru á heimavølli, og tað má viðgangast, at strandingar hava staðið seg væl í høllini á Skála í ár. Tann fyrri av teimum báðum bysarunum var í høllini á Skála nú um vikuskiftið og [...] og dramatikkur fyri allar pengarnar Høllin var á tremur av fólki. Strandingar, skálamenn og vestmenningar í hópatali høvdu leitað sær í ítróttarhøllina á Skála í teirri vón at síggja ein spennandi hon [...] fyri bulmiklum duravørum, so alt fór siðiliga fram. Tað fór tað nú eisini - á áskoðaraplássunum. Tað sum var ógvusligt fór fram á vøllinum, men tær paragraffirnar kláraðu dómararnir við einumreyðum korti
Tá verður frumsýning. "Dansurin" er bygdur á stuttsøguna hjá Williami Heinesen "Her skal danses". Nakrar av leikmyndunum eru tiknar upp í Føroyum: umborð á sluppini Jóhonnu, í Saksun og í Kolrti. Føroyskir [...] havsneyð og menn slíta dansin. Hin reysti kappin, sum brúðurin hevur gott eyga á, fremur roysnibragd, og meðan menn fara í línu niður á helluna, heldur hyggjarin ondini eina løtu. Filmurin megnar at rúnarbinda [...] fáa útlendingar ikki ta hjálp, teir biðja um, so gera teir tað sjálvir. Og dansurin gekk væl. Løgið at hoyra vísurnar á íslendskum, men tað venur ein seg beinanvegin við. Ikki minst, tí dansurin tóktist
ógvuliga frammalaga á vøllinum. Tveir verjuleikarar hjá Kyndli vóru heilt frammi á ávíkavíst Anniku Ljósstein og Sólvu Eystberg hjá Stjørnuni, og við hesum báðum nærum úti av spælinum, gekk tað øgiliga striltið [...] var tað einki, sum bendi á, at Stjørnan fór at vinna tryggan sigur. Kyndil fekk betru byrjanina, og tá ið fyrri hálvleikur var 19 minuttir gamal, høvdu føroyameistararnir lagt seg á odda 7-4. Tað gav Stjørnuni [...] skoraðu tær fimm ferðir á rað, meðan gestirnir einki mál fingu, og so var Stjørnan knappliga framman fyri 9-7. Kyndil svaraði nakað aftur, og tá ið farið var til hálvleiks, stóð aftur á jøvnum 10-10. Lagt var
kappingarárinum, og tað er gleðiligt, at teir nú aftur eru tøkir. Reytt kort skerdi verjuna Tað gekk javnt á fyrstu løtuna. Liðini fylgdust væl, og tað var ikki fyrr enn 19 minuttir vóru leiktir av fyrra [...] í hálvleikinum um, at teir skuldu seta ferðina upp og royna at leggja seg avgerandi á odda, tí teir høvdu full ferð á frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki. Hoyvíkingar megnaðu so dánt at fylgja við fyrstu [...] ikki ein av sínum bestu døgum. Hjá hoyvíkingum gekk ikki so væl í hond, og Finnur Hansson megnaði ikki at bera liðnum, tá ið pápin sat uttanfyri. Hinvegin gekk tað rímuliga væl hjá Halgir Dahl Olesen og Anfinni
skuldi vera ein tvístreingjað leiðsla á Landssjúkrahúsinum við sjúkrasystrum og læknum í ovastu leiðsluni á jøvnum føti. ? Men samstundis var ein nágreinilig lýsing gjørd á ábyrgdini og skyldum hjá teimum ymsu [...] aftur hevur tikið seg upp um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum. Hann vil tí heldur ikki siga nakað um, hvør leiðsluskipan, hann heldur vera tað bestu á Landssjúkrahúsinum. ?Nú eru nýggj fólk komin framat [...] tikið seg upp um leiðsluviðurskiftini á Landssjúrkahúsinum, eftir at sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, í farnu viku kunngjørdi ein nýggjan leiðslubygnað fyri starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Kjarnin í bygnaðinum