Lív í vónunum um FM-heitið

Hondbóltur: Eftir at strandingar vunnu spennandi dystin móti VÍF, er av álvara komið lív í aftur vónirnar um at vinna fyrsta meistaraheitið til StÍF í meiri enn fimti ár. Nú er tað bara Kyndil, sum kann støðga teimum

StÍF-VÍF 28-24 (13-14)


Tá vestmenningar seinasta vikuskiftið vunnu dystin í Vestmanna móti Kyndli var so nógv tosað um, at nú hevði VÍF ein veruliga møguleika at vinna meistaraheitið framman fyri Kyndil.

Ikki so nógv varð tosað um, at strandingar, sum eitt tíðarbil fyri stuttum,vóru um at missa takið, kanska vóru teir, sum nú vóru allarbest fyri. Teir vóru nú bara tvey stig aftanfyri Kyndil, og við at vinna seinastu báðar dystirnar kundu teir sjálvir avgreiða meistaraheitið inn á Strendur fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni.

Men teir tveir dystirnir, sum eftir eru, vóru ikki móti hvørjum sum helst. Tann fyrri var móti VÍF og tann seinni verður komandi vikuskiftið móti Kyndli.

Fyrimunurin hjá strandingum er so bara tann, at báðir dystirnir eru á heimavølli, og tað má viðgangast, at strandingar hava staðið seg væl í høllini á Skála í ár.

Tann fyrri av teimum báðum bysarunum var í høllini á Skála nú um vikuskiftið og har var spenningur og dramatikkur fyri allar pengarnar

Høllin var á tremur av fólki. Strandingar, skálamenn og vestmenningar í hópatali høvdu leitað sær í ítróttarhøllina á Skála í teirri vón at síggja ein spennandi hondbóltsdyst.

Tað sá út til, at heimaliðið var fyrireikað til stóru innrásina, tí teir hvødu syrgt fyri bulmiklum duravørum, so alt fór siðiliga fram. Tað fór tað nú eisini - á áskoðaraplássunum. Tað sum var ógvusligt fór fram á vøllinum, men tær paragraffirnar kláraðu dómararnir við einumreyðum korti til Sveinbjørn Poulsen.

Hetta kortið kann tó fara at vísa seg at vera dýrt, tí hann verður eftir øllum at døma ikki við í seinasta dystinum móti Kyndli, tí hann eigur at fáa karantenu, tá hann fær reytt kort.


Leikaði hart á -

í báðum endum

Tað vóru tvey jøvn lið, sum komu á vøllin. Liðini hava, sum verða man hitst fleiri ferðir í ár, og tað, sum strandingar uttan iva eru eymast um er, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna steypafinaluna, sum varð leikt fyrst í februar mánaði.

Hetta skuldi hevnast við at taka møguleikan fyri meistaraheitinum frá vestmenningum, og tað var júst tað sum hendi.

Landskappingin hjá monnum hevur verið sera, sera spennandi í ár, og til hetta umfari vóru tað fleiri lið, sum kundu vinna meistaraheitið. Nú eru tey bara tvey. Kyndil ella StÍF.

Vestmenningar løgdu seg á odda beinanvegin í dystinum og hóast strandingar fingu javnað beint eftir, so fingu vestmenningar tvey skjót mál, sum góvu teimum eina 3-1 leiðslu. Hetta helt tó ikki so leingi, tí strandingar hingu í og royndu tað teir kundu fyri at halda tørn við VÍF.

Og tað gekk fínt. Alexandur Johansen gjørdi sítt til at seta ferð á spæli og tað vísti seg at rigga væl.


Artur og Áki

mansvardir

Sum vit hava sæð tað so ofta tá hesi liðini spæla, so eru serliga tveir menn, sum skara framúr. Hjá vestmenningum er tað Áki Olsen, sum er stóri málslúkurin meðan tað er Artur hjá strandingum.

Hetta eru leikararnir greiðir yvir, og tað vardi ikki so leingi áðrenn strandingar fóru út at mansverja Áka, og vestmenningar gjørdu tað sama við Artur.

Verður hugt at málskjúttaralistanum, so má niðurstøðan verða, at mansverjan hjá strandingum eydnaðist betur enn mansverjan hjá vestmenningum.

Strandingar fingu nevniliga hildið Áka Olsen niðri á seks málum, og tá hann vanliga skjýtur mangt slíkt, so er tað ikki so galið.

Artur harafturímóti skjeyt ikki færri enn tíggju mál, hóast mansverju, so tann parturin av verjuspælinum hjá vermenningum eydnaðist ikki so væl.


Jónleif var drívmegin

Vit hava í hesum teigum fyrr sagt, at styrkin hjá StÍF liggur í, at liðið hevur eina góða breidd. Tá onkrir leikarar detta burturímillum, so eru aðrir sum taka yvir, og tað er áhugavert at síggja, at hóast liðið hevur mist ein leikara, sum John Petersen,, so vinna teir framhaldandi teir tøttu dystirnar.

Tá nú Artur var settur út av spælinum sunnudagin, so tók venjarin á seg ábyrgdina av at skipa spæli, og hann leikti sum ein brandur. Hann gekk undan og fekk hinar leikararnar at vísa tað móti, sum skuldi til fyri at vinna framum aftur vestmenningarnar.

Men tað var ikki uttan stríð kortini. Jónleif og hinir strandingarnir bardust ein so harðan dyst, at tað endaði við, at Sveinbjørn Poulsen fekk tað reyða kortið.

Reyða kortið fall í byrjanini av seinna hálvleiki. Elias Hansen fangaði ein returbólt og leyp inn og skoraði. Á vegnum spenti Sjúrður Holm bein fyri Elias og tað fekk øði í Sveinbjørn. Hann sprakk eftir Sjúrði, men um hann gjørdi honum nakað, skal hann sjálvur svara fyri. Dómararnir mettu hendingina so álvarsama, at Sveinbjørn fekk tað reyða kortið fyri álopið, og nú verður hann eftir øllum at døma ikki við í seinasta dystinum móti Kyndli.


Strandingar

settu ferðina upp

Tá farið var undir seinna hálvleik vóru strandingar eitt mál aftanfyri, men teir ætlaðu sær at vísa tað teir dugdu.

Teir løgdu doyðin í frá byrjan av øðrum hálvleiki, og við trimum skjótum málum løgdu teir seg framum VÍF.

Í veruleikanum eydnaðist ikki vestmenningum at fáa mál fyrr enn sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men tá hødu strandingar longu skotið fýra.

Tí var støðan nú 17-15 til StÍF, og hetta vísti seg at vera tyngri enn vestmenningar kundu klára. Teir komu afturíaftur, men ikki so langt, at teir fóru framum StÍF, og so var slagið tapt.

Í endanum av seinna hálvleiki fekk StÍF ta neyðugu luftina niður til VÍF, sum hevði strítt seg uppaftur á javnt.

Vestmenningar javnaðu til 23-23, men við tveimum málum á rað beint eftir hetta byrjaður strandingar seinasta háli í dystinum.

Síðstu sjey minuttirnar av dystinum fingu strandingar nevniliga trý mál afturat, meðan vestmenningar bert fingu tað eina.

Tískil endaði dysturin við at strandingar vunnu við 28 málum móti 24.


Spenningur á Skálafjørðinum

Úrslitið av dystinum á Skála hevði sum sagt við sær, at tað nú bert eru strandingar, sum kunnu hótta Kyndil í stríðnum um meistaraheitið.

Strandingar liggja væl fyri, tí teir eru tvey stig aftanfyri Kyndil og skulu vinna dystin móti havnaliðnum, sum bert nýtist javnleik.

Um hetta er nóg mikið til at strandingar kunnu taka kyndilsmenn á bóli er ikki vist, men tað skal roynast.

Í vikuni upp til steypafinaluna var ein øgiligur spenningur millum fjarbúgvarnar um hvørt tað fór at eydnast teimum at vinna tann dystin. Hesin spenningur er neyvan minni nú, tí nú er talan um sjálvt meistaraheitið, sum ikki hevur verið á Strondum og vent í meiri enn hálvthundrað ár - hjá monnunum, skilst.

Vestmenningar skulu nú til at brynja seg út til næsta kappingarár. Teir fóru ikki sum av torvheiðum í ár. Teir vunnu jú steypakappingina, men hóast teir hava roynt at koma afturíaftur í ár, so eydnaðist tað ikki til fulnar á hesum sinni.