Semja gjørd við Føroya Tele

Hóast starvsfólkið á Føroya Tele vrakaði semingsuppskoti, sum var lagt fyri tey á fundi í hølum starvsmannafelagsins, so varð júst hetta sama uppskotið góðtikið tá til stykkis kom.

Tað verður einki verkfall á Føroya Tele á hesum sinni. Mánanáttina góðtóku partarnir semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar sunnukvøldið, og við tí var stríðið um lønina hjá starvsfólkunum á Føroya Tele av á hesum sinni.

Men tað var kortini ein tungur burður.

Samráðingarnar um nýggjan sáttmála við Føroya Tele byrjaðu í oktober mánaði í fjør. Byrjað var við nýggju lønarskipanini og tað frættist skjótt, at arbeiði við nýggju lønarskipanini geek væl; munandi betur enn tað gekk millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.

Orðingar vórðu broyttar, nýggir lønarstigar gjørdir við færri trinum og tað sá út til at ganga eftir ánni, alt samalt, til stígur brádliga kom í.

Tað var tá lønarkrøvini vóru løgd á borðið stóð fast.

Leiðslan í Føroya Tele vildi ikki góðtaka krøvini frá starvsfólkunum, sum heldur ikki vildi góðtaka uppskotið frá leiðsluni.

Tí avgjørdu partarnir at senda boð eftir semingsmonnunum Niels Sørensen og John Rajani fríggjadagin í farnu viku.

Klokkan 13 leygardagin sessaðust teir við pørtunum uppi á Hotel Føroyum við tí fyri eyga, at finna eina semju. Og tað eydnaðist.

Sunnukvøldið løgdu semingsmenninir eitt uppskot fyri partarnar, har lagt varð upp til eina samlaða lønarhækking upp á 9,35 prosent.

Hon var samansett soleiðis, at starvsfólkið fær eina kontanta lønarhækkan upp á 2,5 1. mars í ár, og aftur 1. mars næsta ár. Harafturat skulu roknast 2,5 prosent, sum partarnir meta eina nýggja lønarskipan verða verda, umframt 1,1 prosent fyri at karensdagarnir verða avtiknir fyri starvsfólki hjá Føroya Tele.

Eitt fjórðingsprosent stavar frá eini umlegging av útrokningarskipanini av tímalønum, soleiðis at tær nú verða roknaðar eftir 37 effektivum arbeiðstímum ístaðin fyri 42 tímum og seinasta hálva prosentið verður lagt sum eitt lønarískoyti til starvsfólk við serligum førleika ella ábyrgd.


Starvsfólkið

vrakaði uppskotið

Hóast semingsuppskotið nú er samtykt og undirskrivað av pørtunum, so sá einu løtuna út til, at eitt nýtt uppskot skuldi til, tí á einum fundi, sum var í hølum Starvsmannafelagsins sunnukvøldið vrakaði starvsfólkið á Føroya Tele uppskotinum frá semingsmonnunum.

Upprunaliga krav teirra var eisini vælhægri enn tey 9,35 prosentini, sum lógu í smingsuppskotinum, og tí fekk samráðingarbólkurin boð um at fara niðan á hotelli eftir einum frægari úrsliti. Men tað eydnaðist teimum ikki.


Útlitini fyri betri

úrsliti vánalig

Heini Joensen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, sum var við í samráðingarbólkinum sigur í eini viðmerking til Sosialin, at útlitini til at fáa eitt betri uppskot enn tað, sum longu var komið á borðið vóru ring.

? Umboðini fyri Føroya Tele høvdu góðtikið semingsuppskoti áðrenn vit fóru oman at fundast við starvsfólkið, men tá vit komu niðanaftur sá tað út til at teir bert skuldu hava eina orsøk til at hála góðkenningina av semingsuppskotinum innaftur, og tí valdu vit at taka við í staðin fyri at siga nei. Kravdu vit meir, so var vandin fyri verkfalli stórur.

Eru tit nøgd við nýggja sáttmálan?

? Nei, tað eru vit ikki. Fyri tað fyrsta so er sjálvur lønarvøksturin ov lágur. Hálvttriðja prosent er alt ov lágt, tá ein hugsar um, at upprunaliga kravið frá starvsfólkunum var 24 prosent. Hesum kravi fóru vit tó skjótt frá, og endaliga kravið var 12 prosent, so sammett við tað er 2,5 prosent lítið.

Men var kravið um 24 prosent lønarhækking realistiskt?

? Av tí at samráðingarstøðan gjørdist sum hon gjørdist, so mugu vit viðganga, at kravið var órealistiskt, og tí fóru vit eisini frá tí beinanvegin so at siga. Og tað kravið haldi eg var í lagið, sigur Heini Joensen.

Men nú er semjan gjørd, og talan verður ikki um nakað verkfall á Føroya Tele í hesum umfarinum í øllum føri.