Tað var eitt skert H71-lið, ið fór á vøllin sunnudagin at leika sín næstseinasta dyst í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var oddaliðið Kyndil, og teir hava uttan iva verið sera fegnir um, at hoyvíkingar noyddust at vera leikandi venjaran, Hans Guðmundsson, fyri uttan, tí at hesin var leikbannaður. Hans Guðmundsson er avgjørt nógv tann týdningarmiklasti leikarin hjá hoyvíkingum, og tá ið hann ikki er við, er einasta veruliga langskotshóttanin hjá H71 sonur Hans, Finnur Hansson.
Kyndil hinvegin var sterkari enn væntað, tí at bæði Hans á Lag og Bárður Johannesen vóru við. Hetta var ikki væntandi, tí teir skuldu spæla fótbólt um vikuskiftið, men ætlaða Klaksvíks-kappingin var av ongum, og so kundi Jacob Jónsson fegnast um at hava teir báðar við enn ein dyst.
Annars var tað stuttligt at síggja, at dysturin eisini var eitt come-back til okkara vælumtókta altjóða dómarapar, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Kristian sá út til at vera komin fyri seg eftir álvarsliga skaðan, ið hann fekk fyrr í kappingarárinum, og tað er gleðiligt, at teir nú aftur eru tøkir.
Reytt kort skerdi verjuna
Tað gekk javnt á fyrstu løtuna. Liðini fylgdust væl, og tað var ikki fyrr enn 19 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, at dysturin fekk eina avgerandi vend. Hoyvíkingar vóru tá ein manni meiri og vóru í álopi. Kyndil vinnur bóltin frá teimum, og Bárður Johannesen fer avstað í skjótálop, men liðskiparin hjá hoyvíkingum, Olaf Vestergaard, setur fót fyri Bárði, ið fer um koll, og dómararnir ivaðust ikki og góvu Olafi reyða kortið.
Eitt H71-lið uttan Hans Guðmundsson er altíð eitt nógv skert lið, men Olaf hevur eisini nógv at siga fyri liðið, serliga í verjuna, har hann roynist drúgvastur. Olaf er vanliga bindiliðið í miðverjuni hjá hoyvíkingum, og tað eru nógvir hondbóltsleikarar, ið hava fingið grá hár í høvdið, tá ið teir hava verið dekkaðir av Olafi.
Reyða kortið kom sum sagt, tá ið 19 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá var støðan 6-6. Sum tølini eisini siga, so vóru ikki mong mál komin fyrstu løtuna, og tað vóru tað fleiri orsøkir til. At hoyvíkingar ikki fingu so nógvar bóltar í málið, komst fyrst og fremst av, at Petur Magnusson í Kyndla-málinum stóð ein sera góðan dyst. Í hinum endanum vóru álopsleikararnir hjá Kyndli rættuliga óneyvir og blakaður fleiri bóltar burtur. Tað var bara hjá Regini Petersen og Hannis Wardum, at tað glógvaði fyrstu løtuna, men eftir reyða kortið gekk betur hjá teimum grønu.
Uttan Olaf sum stýrimann fór H71-verjan at leka, og hetta gjørdu kyndlamenn sær dælt av. Teir snógvaðu sær gjøgnum tunnu verjuna hjá hoyvíkingum nærum eftir vild, og seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki gjørdu teir seks mál, eins nógv og teir skoraðu fyrstu 20 minuttirnar av hálvleikinum. Samstundis gekk tað ikki so væl í hond hjá H71, sum einans skoraði trý mál seinastu tíggju minuttirnar, so at hálvleiksstøðan var 12-9 til Kyndil.
Løgdu sjógv ímillum
Tað tóktist sum um, at leikararnir hjá Kyndli høvdu fingið boð frá venjara sínum, Jacobi Jónsson, í hálvleikinum um, at teir skuldu seta ferðina upp og royna at leggja seg avgerandi á odda, tí teir høvdu full ferð á frá fyrsta bríksli av seinna hálvleiki.
Hoyvíkingar megnaðu so dánt at fylgja við fyrstu løtuna, men so fór gassið av ballónini hjá teimum, og teir grønu løgdu sjógv ímillum seg og H71. Tá ið 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var dysturin væl og viruliga avgjørdur, tí tá hevði Kyndil lagt seg á odda 22-13!
Síðani slakaði Kyndil aftur nakað, og H71 fekk forðað fyri, at munurin gjørdist enn størri. Tað, sum eftir var av dystinum, var ógvuliga tamt, og tað tóktist, sum um liðini bert vildu hava dómararnar at bríksla dystin av.
Stuttligt var í seinna hálvleiki at síggja unga Hans Andreas Dahl fáa møguleikan á strikuni hjá Kyndil. Hesum kom hann sera væl frá, og hann fekk heili fimm mál í seinna hálvleiki og prógvaði við hesum, at Kyndil hevur ein fullgóðan eykamann fyri Rúna Poulsen. Hans Andreas ella Hassi var ógvuliga tryggur, tá ið møguleikin var til staðar. Somuleiðis royndist Bárður Johannesen væl, og hann var aftur hesaferð besti málskjúttin hjá Kyndli. Tað skal eisini sigast, at ein av orsøkunum til, at tað var so lætt hjá Kyndil at fáa mál, var, at málverjarnir hjá H71 høvdu avgjørt ikki ein av sínum bestu døgum.
Hjá hoyvíkingum gekk ikki so væl í hond, og Finnur Hansson megnaði ikki at bera liðnum, tá ið pápin sat uttanfyri. Hinvegin gekk tað rímuliga væl hjá Halgir Dahl Olesen og Anfinni Debes úti í høgru síðu. Høvdu hoyvíkingar ikki verið so ódisiplineraðir, hevði úrslitið møguliga verið eitt annað. Hetta hevur verið ein trupulleiki hjá H71 alt kappingarárið, og teir hava fingið alt ov nógvar óneyðugar útvísingar og reyð kort í nógvum dystum.
Sum áðurnevnt, so vóru tað Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, ið dømdu dystin, og hetta komu teir bara væl frá. Kanska átti ein av hoyvíkingunum at fingið reyða kortið móti dystarenda, tá ið hesin sparkaði Hans á Lag í tjúkkan, men Hjalmar Petersen stóð væl fyri í mun til hendingina.
Kyndil fer nú við gullglitrandi eygum inn á Skála í teirri vón, at teir kunnu gera tað sama, sum kvinnuliðið hjá teimum gjørdi í fjør, nevnliga at vinna FM-heitið í seinata landskappingardystinum inni á Skála.