Soltið hjá Herfølge

Liðið hjá Jákupi Mikkelsen megnaði bara javnleik á heimavølli móti botnliðnum

Ynskidreymurin hjá Jákupi Mikkelsen og hinum í Herfølge var, at teir skuldu megna at vinna teir báðu fyrstu dystirnar eftir vetrarstegðin og harvið vinna seks týdningarmikil stig.

Teir hildu, at ynskið var ikki so veruleikafjart, tí mótstøðuliðini vóru bæði stødd væl lægri á støðutalvuni enn Herfølge.

Nú eru báðir dystirnir spældir, og úrtøkan var alt annað enn tað, sum teir í Herfølge vónaðu og roknaðu við.

Fyrst taptu teir 1-0 á útivølli móti Viborg, og mikukvøldið megnaðu teir á heimavølli ikki meiri enn málleysan javnleik móti B93, sum er nógv niðast á støðutalvuni.

Sæð frá føroyskari síðu kunnu vit ikki ásannað annað, enn at Jákup Mikkelsen mikukvøldið røkti sína uppgávu, tí hann helt tætt í málinum, men báðir teir fyrstu dystirnir hava víst, at Herfølge hevur trupulleikar at spæla seg til málmøguleikar og at gera mál. Mikukvøldið gekk nógv fyri seg á miðjuni, men bæði í 1. hálvleiki og eisini fram móti endanum var tað heimaliðið, sum trýsti, uttan at teir fingu nakað mál.

Í donskum fjølmiðlum fær dysturin móti B93 einki serligt ummæli.

? Besta bríkslið hjá dómaranum var, tá hann bríkslaði fyri síðstu ferð, varð sagt í sjónvarpinum, og tað ljóðar einki serligt.

Herfølge er framvegis væl fyri á støðutalvuni. Teir hava 26 stig og eru á fimta plássi. Men tað hevði sjálvandi sæð uppaftur betri út, um teir høvdu havt fimm stig fleiri, áðrenn teir skulu spæla dystir, sum frammanundan verða mettir at vera meiri torførir.

Kortini skulu vit ikki avskriva møguleikan hjá Herfølge. Hjá teimum sum hjá so mongum øðrum ? ikki minst hjá føroyska landsliðnum ? hevur tað víst seg, at teir hava tað torført, tá tað verður roknað við, at teir skulu mynda framrættaða spælið. Teir trívast ólíka betri, tá teir hava høvi at lúra eftir snarálops møguleikunum.