Stjørnan basti Kyndli enn einaferð

Hondbóltur: Leygardagin fekk Stjørnan vitjan av føroyameistarunum úr Kyndli, og enn einaferð prógvaðu klaksvíkskvinnur, at tær hava eitt sera gott tak á teimum grønu úr Havn

Sum vit hava nevnt tað fleiri ferðir áður, so er tað einans Stjørnan, ið hevur megnað at hótt Kyndil í hesum kappingarárinum. Gaman í hevur Neistin eisini givið føroyameistarunum truplar dystir, men tá hevur Kyndil altíð endað omaná. Soleiðis hevur tað ikki verið, tá ið Stjørnan og Kyndil hava hitst, og dysturin teirra millum leygardagin var heldur einki undantak. Stjøran vann dystin trygt og hevur nú góðar møguleikar at vinna silvur í landskappingini.


Javnur fyrri hálvleikur

Í byrjanini av dystinum var tað einki, sum bendi á, at Stjørnan fór at vinna tryggan sigur. Kyndil fekk betru byrjanina, og tá ið fyrri hálvleikur var 19 minuttir gamal, høvdu føroyameistararnir lagt seg á odda 7-4. Tað gav Stjørnuni trupulleikar, at verjan hjá Kyndil lá ógvuliga frammalaga á vøllinum. Tveir verjuleikarar hjá Kyndli vóru heilt frammi á ávíkavíst Anniku Ljósstein og Sólvu Eystberg hjá Stjørnuni, og við hesum báðum nærum úti av spælinum, gekk tað øgiliga striltið hjá Stjørnuni at fáa nakað veruliga skipað álopsspæl í gongd.

Tá komu klaksvíkskvinnur veruliga fyri seg, og næstu fimm minuttirnar skoraðu tær fimm ferðir á rað, meðan gestirnir einki mál fingu, og so var Stjørnan knappliga framman fyri 9-7.

Kyndil svaraði nakað aftur, og tá ið farið var til hálvleiks, stóð aftur á jøvnum 10-10. Lagt var tí upp til ein spennandi seinna hálvleik, har Stjørnuleikararnir fingu høvi at prógva fyri sínum trúfastu áskoðarum einaferð enn, at tær kunnu spæla upp við besta kvinnuliðið í landinum.


Skrædnaði hjá Kyndli

Seinni hálvleikur byrjaði, har sum tann fyrri slepti. Liðini fylgdust væl, og tey skiftust um at hava leiðsluna.

Tá ið tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var Kyndil framman fyri við einum máli, 16-15, men so skrædnaði av álvara í verjuni hjá føroyameistarunum. Orkan fór at ganga undan hjá gestunum, og hetta dugdu klaksvíkskvinnur at gera sær dælt av. Samstundis høvdu álopsleikararnir hjá Stjørnuni funnið út av, hvussu tær skuldu spæla, meðan tær báðar, Annika Ljósstein og Sólvá Eystberg, vóru tiknar út av spælinum. Serliga var tað Anna Kristina Samson, ið dusaði sær á veinginum, og hon fekk sjey mál, og tað er ikki gerandiskostur hjá henni. Stóri málskjúttin hjá Stjørnuni var tó enn einaferð Annika Ljósstein, ið skeyt ikki færri enn ellivu mál.

Teir seinastu átjan minuttirnar av dystinum rann Stjørnan fullkomiliga Kyndil um koll, og tað tóktist á øllum brøgdum, at kyndlakvinnurnar høvdu tikið sær av løttum, eftir at tær høvdu tryggjað sær meistaraheitið. Tað gekk als ikki hjá Kyndli í álopinum, og tað sást týðuliga, at teir vóru troyttar. Fleiri álop endaðu við púra vónleysum skotroyndum, ið fór langt upp um málið ella í hendurnar á vælleikandi málverjanum hjá Stjørnuni, Gunvør Høgnesen.

Stjørnan fekk bóltin í meskarnar hjá Hannu Rubeksen í Kyndla-málinum heili trettan ferðir seinastu átjan minuttirnar, meðan føroyameistararnir einans fingu fimm mál, so at Stjørnan vann dystin heili 28-21!

Móti endanum av dystinum fekk ein av leikarunum hjá Stjørnuni reyða kortið, tí at hon var óneyðuga ógvuslig við verjuleikara hjá Kyndli, men hetta hevði tó einki at siga, tí tá var dysturin væl og viruliga avgjørdur til fyrimuns fyri klaksvíkingar. Eisini fekk hjálparvenjarin hjá Stjørnuni reyða kortið, og hetta vóru klaksvíkingar rættuliga ónøgdir við. Teir mettu, at rópini, sum venjarin fekk kortið fyri, komu av áskoðaraplássinum og ikki av beinkinum. Áskoðararnir í Klaksvík (og aðrastaðnis við) eru ikki altíð ov snøggir í munninum, og dysturin leygardagin var so sanniliga ikki nakað undantak, og ein av leikarunum hjá Stjørnuni helt eftir dystin, at tað er eitt sindur "flovisligt" at hoyra ljótu rópini av áskoðaraplássunum.


Hvør vinnur silvur

Nú er spenningurin í kvinnudeildini framvegis til staðar, tí einki er avgjørt um, hvør fer avstað við silvurinum ? Stjørnan ella Neistin.

Neistin hevur betur málmun enn Stjørnan, men í seinasta dystinum í ár skal Neistin leika ímóti Kyndli í Havn, meðan Stjørnan skal leika ímóti GÍ/Tjaldur. Út frá hesum má sigast, at tað eru klaksvíkskvinnur, ið hava besta møguleikan at vinna silvur. Ikki tí, Stjørnan hevur mangan havt trupulleikar av felagsliðnum úr Eysturoynni, men tær fara allarhelst at siga. Hinvegin hevur Neistin ongantíð í ár vunnið á Kyndli, men tær ætla tað uttan iva øðrvísi leygardagin. Livst, so spyrst.