á í Tinganesi í fleiri ár, har fyrst javnaðarflokkurin tók seg úr samgonguni vegna samstarvstrupulleikar við løgmann, og síðani sjálvstýrisflokkurin varð tveittur á dyr og nú tað eisini hevur verið knas [...] undirtøku, at hann tók seg úr sessinum og lat løgtingið at taka víðari avgerð í málinum. At brúka sína støðu sum løgmaður í einum innanhýsis stríði í sambandsflokkinum og at tveita Føroya fólk út í eitt nýval [...] TAÐ kom fullkomiliga óvart á allar tingmenn og alt Føroya fólk, tá Edmund Joensen í gjár skrivaði út nýval til løgtingið. SAMBART nýggju stýrisskipanini hevur løgmaður henda rætt, men spurningurin er,
ingina - fyrst og fremst fyri at mótmæla politikkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum tey mettu var farin út av kós. Tøkini vóru tung, sum fyrst og fremst Javnaðarflokkurin mátti taka sær av fyrst í nítiárunum [...] nítiárunum, og tey flestu munnu í dag sanna, at annað ikki var at gera. Illstøðan, sum kom í fyrst og fremst millum Óla Jacobsen og Ingeborg Vinther mótvegis Javnaðarflokkinum er nú beind av vegnum, og tískil [...] huga. Í politikki er skjótt at gloyma - og tað er eisini bæði skjótt og lætt at fyrigeva. Hetta vísti formaður Javnaðarfloksins eisini á, tá Kristian Magnussen og Jóannes Eidesgaard í gjár skipaðu fyri
veruleikanum eru einstaklingar, sum virka og arbeiða politiskt fyri seg og sínar. Floksheitið er bara eitt eiti. HVØRJA aðra niðurstøðu kanst tú gera tær eftir fyrst at hava hoyrt John Petersen jarða alt, [...] flokki, sum umsitur fíggjarmál og sum sigur seg vera so ábyrgdarfullan, at tingmenn og borgarstjórar koma við teimum størstu krøvunum. MÁLIÐ um íløgustuðulin er eitt stórt og principielt mál. Talsmaðurin [...] er ímóti, og at hetta í síðsta enda hóvar leiðsluni í fólkaflokkinum, tí við at brúka henda politiska framgangsháttin, fær hon bæði í posa og sekk. John Petersen hevur staðið fastur við sítt og harvið skapt
so stóra og kollveltandi vinnuliga og mentanarliga avbjóðing kundu fáa fólk við ymsari bakgrund at geva sítt íkast til tjakið. Merkiliga lítið hevur verið tjakast í sambandi við oljulóggávuna. Og nú føroyingar [...] tænt bæði privatum føroyskum áhugamálum, øllum føroyingum og føroyska samfelagnum sum heild best, um vit fyrst viðgjørdu spurningin alment og harnæst skipaðu eitt alment/privat oljufelag, sum kanska var [...] AT fáa sakligt og kvalifiserað orðaskifti í gongd í Føroyum er mangan torført fyri ikki at siga ómøguligt. Tað er sum um at partapolitikkur og lokalpolitikkur á ein ella annan løgnan hátt leggur sína køvandi
taka málið í størsta álvara og tryggja, at tað ber til at varðveita fiskivinnuna samtíðis sum vit menna eina oljuvinnu. Mál av principiellum týdningi fyri alla hesa tjóð og tess framtíð eiga ikki at vera [...] hava politiska semju um, hvar útgerðarhavn skal vera. EIN sær bæði fyrimunir og vansar við hesum. Taka vit vansarnar fyrst, so er tað dekan ov tíðliga longu nú at skula taka støðu til, hvat ella hvørji [...] einki um, hvussu stórt virksemi verður, og um tað setir krøv til eina ella fleiri útgerðarhavnir. Onkur vil siga, at marknaðarmekanismurnar eiga at avgera hetta og ikki eitt diktat úr tingi ella landsstýri
uppskotið verður felt. UPPSKOTIÐ er ikki so vandafult, sum Fólkaflokkurin ger tað til. Tað miðar fyrst og fremst ímóti at tryggja arbeiðsplássini so væl sum møguligt, so vit sleppa undan skaðatilburðum. Tað [...] skuldi verið til gagns fyri bæði arbeiðara, arbeiðsgevara og okkum øll. Í seinasta enda skuldi hon spart okkum fyri syrgiligar vanlukkur, eins og tað skuldi verið sparandi fyri sjúkrahúsverkið, um hugburðurin [...] aftur. Nógvar fyrisetingar eru longu gjørdar og verða gjørdar so hvørt. YNSKILIGT hevði tó verið, um Arbeiðseftirlitið hevði havt orku til betri eftirlit og orku til tað neyðuga fyribyrgjandi arbeiðið,
djúpvatnstrolarunum á heysin. HETTA fer fyrst og fremst at raka Suðuroynna, har teir flestu djúpvatnstrolararnir eru skrásettir. Eisini fer hetta at raka Vágar og Norðstreymoy. MEN tað kemur ikki óvart [...] óvart. Íløgustuðulin skuldi vera í gildi í fimm ár, og 1. mars skuldi stuðulin fella burtur. Hetta er ikki bara í samljóð við liberalistiskan vinnu- og búskaparpolitikk, men henda gongdin er eisini í samljóð [...] stuðul. Í ØLLUM førum er ikki rætt at lata stuðul fyri at hava ein órentablan og kanska eisini ov stóran flota siglandi, men haðani og til at kvetta á stokkinum er eitt álvarsamt stig. ÍLØGUSTUÐULIN kundi verið
deyðarevsing og nú eisini er farið undir aftur gamla siðin at taka fyrst børn og evnaveik og nú eisini kvinnur av døgum. VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har vit øll hava loyvi at halda og siga tað [...] ein annar. Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi. SKAL tú minka um hesi brotsverk mást tú til sjálva orsøkina og hon liggur oftani í einum [...] vit vilja kalla okkum eitt sivilisrerað og upplýst fólk, so ger man ikki sovorðið. Tú kanst ikki kalla teg siviliseraðan og upplýstan um tú við statsins hjálp og myndugleika tekur tínar egnu borgarar av
berari luft men byggja á trygga grund. Tí má og skal hetta vera ein skipaður útviklingur, ið byggir á sunt vit og skil. Øll hava vit vissiónir og dreymar. Og tað eru eisini m.a. hesi, sum eru katalysatorar [...] Ein fær varhugan av, hvussu stutt tað í veruleikanum er millum vælferð og kreppu í hesum landi, og spurningurin er um politikararnir og onnur í leiðandi størvum í samfelagnum hava tikið hetta í nóg stórum [...] váttað ella útgreinað. Hvat nú, um eitt slíkt skædl kemur? Verður so alt vent við aftur og vit fáa líknandi støðu sum fyrst í 90-unum? Hava vit fyrireikað okkum uppá eitt slíkt? Hava vit lagtuppfyri? Ella hvussu
Lykketoft og landsstýrið. Tá varð nevniliga hildið, at partarnir stóðu langt frá hvørjum øðrum, og at Lykketoft var farin aftur til Danmarkar sum av torvheiðum. NÚ hava vit so orðini hjá Lykketoft og eisini [...] um, og tí er tað greitt, at her eru tað báðir partar, sum seta dagsskránna, og ikki bara annar parturin, soleiðis sum tað var í flestu førunum, tá landsstýrini fóru til Danmakar at samráðst fyrst í 90-unum [...] sum koma frá Tinganesi og Christiansborg í hesum døgum. Eftir tí sum Sosialurin hevur fingið at vita, so er landsstýrið nú sinnað til at samráðast við danir um bæði bankaendurgjald og uttanlandsskuld undir